Minningarorð um Tórálv Sigurd Stenberg

Fríggjadagin 11. januar andaðist Tórálvur Stenberg, statsaut. grannskoðari, búsitandi í Ballerup, 75 ára gamal.

Tórálvur var føddur og vaks upp í Sandvík, men fór sum 12-ára gamal til Tvøroyrar at ganga í realskúla. Eftir lokið prógv var hann tvey ár til skips, men hóast sjólívið hóvaði honum væl - og royndirnar sum fiskimaður seinni í lívinum komu at geva honum eitt serligt innihald - stóð hugur hansara til at royna okkurt annað og nema sær meira bókligan kunnleika. Aftaná 3 ára starvstíð á Føroya Gjaldstovu gjørdi hann í 1954 av at fara til Danmarkar á handilsskúla.


Hann bleiv ein av tí liðnum av útisetum, ið komu higar í árunum aftaná kríggið, sum ongantíð kom heimaftur at vera. Seinastu árini er hetta liðið av útisetum vorðið alt meira fáment.


Eg var ein teirra sum longu í ungdómsárunum kom í samband við Tórálv, fyrst á Niels Brock, haðani vit tóku prógv í 1959 og síðani fylgdust vit á 1. parti á Handilsháskúlanum. Hugur Tórálvs stóð til at gerast statsaut. grannskoðari og seinnapartin í 60-árunum leyk hann endaligt prógv.


Hann arbeiddi og bleiv eftir stutta tíð parthavari í einum av stóru grannskoðaravirkjunum, men longu tíðliga fór sjónin at bila og hann mátti gevast sum grannskoðari fleiri ár áðrenn vanligan eftirlønaraldur. Hetta neit honum hart, men við sínum lætta sinni lærdi hann skjótt at taka við lagnuni, sum hon hevði lagað seg og fáa sum mest burturúr øðrum lívsvirðum.

Hann fylgdi soleiðis sera væl við í hvat hendi víða um og kundi tosa við um alt, sum frammi var. Ikki minst kunnaði hann seg væl um hvat hendi heima á landi og hann hevði ofta forkunnug tíðindi at bera.


Tórálvur var ikki bert evnaríkur tá um útbúgving og arbeiðslív galt. Gløggur sum hann var, fekk hann gjøgnum uppvøksturin í Sandvík ein mentunarligan førning, sum bert fáum er unt. Í hesum rótføroyska mentaumhvørvi, sum seinastu øldina hevur fostrað nógv kend mentafólk, nam hann eina vitan og eini kynstur, sum ikki bert skuldi koma honum sjálvum men eisini teimum mingu, sum hann seinni í lívinum kom í samband við, tilgóðar.


Tað var serliga í føroyska útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn at Tórálvur bleiv ein kendur og sera væl umtóktur í samkomum av ymiskum slag. Hann var í 1968 við til at stovna Føroyskt Felag í Ballerup, sum skuldi vísa seg at blíva eitt sera týdningarmikið tiltak í útisetalívinum í eini tíð har so at siga onki annað virksemi at mentunarligum og veitslukendum var í Keypmannahavnarøkinum. Her, og seinni í ymiskum øðrum samanhangi, bleiv hann serliga kendur sum kvøðari og kvæðaskipari av Guds náði. Uttan at ganga nøkrum øðrum ov nær var tað neyvan nakar av teimum mongu góðu kvøðarum sum annars vóru, sum kom honum í nánd. Tórálvur ikki bert dugdi ar skipa flest øll kvæði, men við sínum neyva søguliga kunnleika til tær hendingar, sum lógu aftanfyri tey kvæðini hann skipaði, livdi hann á ein heilt serligan hátt við í framberingini av kvæðunum hann frambar.


Tórálvur var eisini stigtakari til og formaður fyri Dansiringinum í Ballerup, har fólk í vetrarhálvuni javnan møttust at kvøða og læra seg nýggj kvæði. Sum soleiðis var hann hin fremsti tá tað galt strembanina fyri at halda lív í hesum okkara týdningarmikla mentaarvi millum útisetar. Tilskilast skal, at dansiringurin gjøgnum nógv ár sera ofta luttók á stevnum v.m víða um og harvið umboðaði Føroyar og føroyskt mentalív.


Í privata vinaskaranum setti hann altíð sín serliga dám á. Hann var ikki bert ein vanligur luttakari, men kveikti hýr, tá hann helt at nú skuldi tað vera meira lívligt. Tað vóru ikki bert kvæðir og tættir hann kundi tríva í. Ikki minst EVERT TAUBE átti eitt stórt pláss í hansara hugaheimi og tað var ein frægd at líða á tá hann við síni sermerktu , sterku rødd, t.d skipaði og tulkaði "Møte i Monsunen" og ikki at gloyma tá hann fyri nú nógvum árum síðani saman við systkinabarni mínum Torbjørn Joensen, sála, setti serligan dám á, har Torbjørn við síni harmoniku gav serliga svensku vísunum eitt serligt innihald.


Við sínum ljósa og lætta lyndi, opinleika og altfevnandi máta at umgangast fólk uppá, hevði Tórálvur fólkatekki sum fáur. Hann tosaði við øll, kend sum ókend, høg sum lág, ung sum gomul. Tað í donskum samanhangi stóra fylgið, tá hann seinasta leygardag varð borin út frá Holmens Kirke, bar prógv um at hann var nógv avhildin.


Eg hevði ta gleði at vera ein av mongu vinmonnum Tórálvs. Hann var altíð loyalur og stuðlaði tá ágangur var. Vit hittust javnan, bæði heima hjá tættastu vinfólkunum og sum luttakarar í Ballerup og øðrum støðum, har føroyingar komu. Serliga minnist eg eina av teimum mongu ferðunum vit saman við øðrum vinfólkum, vóru boðin niðan í prýðiligu summarhús Rigmor og Tórálvs við Sejrø-víkina. Har møttu vit einum heilt serligum gestablídni og vælveru. Men eisini skal nevnast Nátaklubburin, har vit 10 mans einaferð um árið møttust og fingu lírar úr Skúvoy og nú seinastu árini Seniorklubburin, har vit saman við fleiri øðrum einaferð um mánaðin hittust til eitthvørt mentatiltak og samstundis kundu tosa um viðurskifti heima, sum vóru frammi í tíðini. Hóast heilsan týðiliga var farin at vikna seinasta árið, møtti hann regluliga upp til so at siga allar fundir.


Tað var tungt at siga farvæl við hetta lívsjáttandi og positiva menniskja, fáar dagar áðrenn hann slóknaði. Hann vildi lívið, men tað merktist at hann nú hevði gjørt upp við seg sjálvan, at fjørðurin var rógvin


Tórálvur giftist í 1961 við Rigmor, f. Dahl, úr Vági, og fingu tey í hjúnarlagnum børnini Regin, Elin og Jan. Vit vinir tykkara vóna at tit fáa styrki at koma yvir sorgina og saknin. At hann var ein góður hjúnarfelagi og pápi, vita øll sum kendu hann.


Men her í sorgini og sakninum kann tað kanska vera ein troyst at minnast, at Tórálvur var fullgreiður yvir at lívið var farið at nærka seg endanum, ongantíð fall hann í fátt men náddi at fáa sum mest burturúr tí sum lívið enn hevði at bjóða. Sum hann ofta plagdi at taka til, tá hann saman vin vinfólkunum sat í góðum hýri


"LEIKUM FAGURT Á FOLDUM

EINGIN TREGUR DANSIN UNDIR MOLDUM..."


Takk fyri vinarlag og góð minnir. Ærað veri minnið um Tórálv Sigurd Stenberg.


Tryggvi Johansen