EM: Ongland og Frakland vunnu stórsigrar

Svøríki og Týskland bíða í fjórðingsfinalunum

Mynd: Ritzau Scanpix

Seinastu dystirnir í innleiðandi bólki D vóru leiktir í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum í Sveis í kvøld. 

 

Í St. Gallen vann Ongland stórsigur 6-1 á Wales. Longu í steðginum vóru tær ensku á odda 4-0.

 

Í Basel vann Frakland stórsigur 5-2 á Niðurlond. Niðurlond vóru tó á odda 2-1 í steðginum, men í seinna hálvleiki var nærum bara eitt lið á vøllinum.

 

Frakland vinnur bólk D við níggju stigum. Ongland hevur seks stig, og Niðurlond hava trý stig. Wales hevur einki stig, men tær hava skrivað søgu við at skjóta tvey tey fyrstu málini nakrantíð í einum EM-endaspæli.

 

Ongland-Wales 6-1 (4-0)

1-0 Georgia Stanway, br. ('13 )

2-0 Ella Toone ('21 )

3-0 Lauren Hemp ('30 )

4-0 Alessia Russo ('44 )

5-0 Beth Mead ('72 )

5-1 Hannah Cain ('76 )

6-1 Jones Agnes Beever ('89 )

 

Niðurlond-Frakland 2-5 (2-1)

0-1 Sandie Toletti ('22 )

1-1 Victoria Pelova ('26 )

2-1 sjálvmál ('41 )

2-2 Marie-Antoinette Katoto ('61 )

2-3 Delphine Cascarino ('64 )

2-4 Delphine Cascarino ('67 )

2-5 Sakina Karchaoui, br. ('90 )

 

Skráin fyri fjórðingsfinalurnar:

 

Mikukvøldið klokkan 20: Noreg-Italia (Genéve)

 

Hóskvøldið klokkan 20: Svøríki-Ongland (Zürich)

 

Fríggjakvøldið klokkan 20: Spania-Sveis (Bern)

 

Leygarkvøldið klokkan 20: Frakland-Týskland (Basel)

 

Hálvfinalurnar vera leiktar týskvøldið 22. juli, og mikukvøldið 23. juli klokkan 20. Finalan verður leikt sunnudagin 27. juli klokkan 17. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix