Minningarorð um Ullu Husgaard Hansen

Fødd 18. desember 1934 * Deyð 5. november 2005

Leygarmorgunin 5. november fingu vit tey tungu boðini, at Ulla var farin, bert 70 ára gomul.
Ulla og Svend hava altíð verið so ótrúliga góð við okkum, og síðan omma í Funningsfirði doyði, hevur Ulla verið sum ein omma fyri Karl Høgna og meg. Gekk høgt uppí, hvat vit gjørdu. Var altíð klár við eini hjálpandi hond, altíð blíð og fyrikomandi, men segði lítið.
Havi altíð gingið inn til Ullu og Svend, kenni hvønn krók í húsinum. Minnist tær mongu løturnar, eg havi sitið í køkinum og spælt kort og drukkið drekkamunn við Ullu.
Minnist allar frítíðirnar í Funningsfirði. Tá ið vit spældu í fjøruni o.a. Tá ið Ulla gav okkum drekkamunn út í tún. Einki segði hon, tá vit fjasaðu í so nógv.
Minnist tá ið hon gekk í fjørðuni, og hvussu væl hon altíð passaði bæði dunnurnar og ungarnar.Lítið vardi tað meg, at týsdagin 1. november skuldi vera síðsta ferð eg sá Ullu á lívi. Helt, at hon sá so mikið væl fyri út, at nú kundi tað bara ganga tann rætta vegin. Men so var ikki. Okkara vegir eru ikki Guds vegir.
Saknurin er stórur. Hon fylti so nógv í okkara lívi, og tað er ikki tað sama at koma inn í »Stórhús« nú.
Góðu Svend, Petra, Erland, Elna, Dávur, Svend, Jóannes, Bára, Rúna, Anja, Thomas, Sarah og Emma, tit sita við tí størstu sorgini. Mátti Jesus pápi hjálpt og styrkt tykkum í komandi tíðum.
Góða Ulla! Takk fyri alt tú hevur verið fyri Karl Høgna og meg.
Friður verið við minninum um Ullu.
Fríðhild Louisa