Minningarorð um Tove S. Tausen

Orðatøkini 17.17: Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.

Tá ið telefonin ringdi sunnudagin 15. september, var tað síðsta eg væntaði, at fáa boð um at tú vart farin. Tú hevði verið sjúk leingi, men tað gekk so væl og tú skuldi koma heim um 4 vikur. Eg var so smátt byrjað at hugsa, hvat ein skuldi fyrireika av móttøku til tín, Dánjal og dreingirnar.
Eg skilji ikki enn, at eg ikki skal hoyra tín látur og síggja títt smíl aftur her á fold. Eg fari at sakna teg so nógv, tú hevði eitt so stórt pláss í mínum hjarta, og beint nú kennist tað sum eitt stórt hol er í hjartanum, og tað pínir so nógv, at tað kann ikki sigast við orðum. Eg hevði tó ikki viljað verið tíðina, eg fekk saman við tær, fyriuttan, og eg gleði meg til at síggja teg aftur hinu megin sýnina.
Tú hevur tað endiliga gott. Tú gongur á gullgøtum, har ongin pína ella sorg er, men mest av øllum ert tú saman við Jesusi, Frelsaranum, sum tú komst at kenna á ungum árum. Hevði tú ikki havt Hann við tína lið gjøgnum alla tína sjúkralegu, so hevði tú ikki verið komin so langt sum tú kom.
Eg royni at hugsa um okkara minnir saman. Hvussu tú, uttan at kenna meg rættiliga, kom til mín fyri at tosa um nakað, sum nívdi teg, tí tú mátti tosa við onkran, og hvussu vit tosaðu í fleiri tímar, og var hetta byrjanin til eitt vinalag, sum eg komi at dýrmeta restina av mínum lívi. Vit kundu tosa í telefon í langar løtur um bæði leyst og fast, men vit kundu eisini bara sita yvir einum drekkamunni og ikki siga tað stóra, vit vóru bara saman, tað nýttust ikki tey stóru orð til at forklára, hvat vit hugsaðu um, tí vit vóru so líka og skiltu so væl hvørja aðra, at orð vóru als ikki neyðug.
Tá okkurt var, sum nívdi meg, kom eg altíð til tín at finna eitt oyra sum vildi hoyra. Hetta er tað eg sakni beint nú, tí eg eri so kedd, men eg kann ikki koma til tín, tí tað er teg eg syrgi.
Eitt eg minnist væl, var tá eg skuldi giftast, tá búði tú í Danmark. Dagin fyri brúdleypi var tað ódnarveður, so Smyril sigldi ikki, so tað sá út til at familja og vinir ikki fóru at koma, og eg var so kedd. Eg fór út í postkassan, har lá eitt bræv frá tær, har tú segði at tú komst til brúdleypið hóast alt. Eg var so glað, at eg stórgræt, tí at tú kundi koma til brúdleypið.
Fyrstu ferð tú tosaði um at tú vart sjúk, var tá eg hevði fingið Marna. Tú ringdi út á sjúkrahúsið at ynskja mær tillukku, og fortaldi mær, at tú hevði tílíkan skriða um kroppin. Eingin av okkum hevði varhugan av, at hetta var byrjanin til sjúkuna, sum nú til síðst eftir næstan 9 árum vann á tær.
Eitt, sum eyðkendi teg, og sum fer at vera títt minni millum familju og vinir, er tað, at hóast títt lív hevur verið merkt av sjúku, so gramdi tú teg ongantíð. Tað var einki, sum skuldi sláa teg út. Um tú setti tær nakað fyri, so gjørdi tú tað, hóast vit onkuntíð høvdu hug at mótmæla.
Tú vart so dugnalig við hondunum og dámdi so væl at hugna um og hava alt ordiligt rundan um teg. Hetta var eitt umráði, har vit ikki líktust. Eg hevði hug til at skammast av, at hóast tú kundi vera sjúk, so var alt sum blást inni hjá tær, men tá plagdi tú at siga: »Eg hevði ynskt at hava eitt sindur av tær, tí tað er so deiliga avslappandi at koma inn til tín.« Vit plagdu at skemtast, at kanska skuldu vit biðið fyri hvørji aðrari, at tú skuldi fáa eitt sindur av mær, og eg eitt sindur av tær.
Tú vart altíð klár til at hjálpa, tá á stóð. Til føðingardagar hjá børnum, vart tú altíð klár við eini kaku. Serliga takksom eri eg fyri kjólan, ið tú banst til Martu, tá hon skuldi barnavælsignast. Vit vóru báðar so stoltar, eg av barninum og tú av kjólanum.
Ein tann størsta løtan í tínum og Dánjalsa lívi varð tá tit fingu Sámuel, Lyftis sonin. Tit ynsktu tykkum so nógv eitt barn, og Gud gav tykkum eitt lyfti um, at tit skuldu fáa ein son. At tit so stutta tíð eftir eisini fingu lítla Sigurd, var ein líka stór gleði.
Vit standa spyrjandi hví tú skuldi fáa so stutta tíð saman við teimum, men vit fáa ikki nakað svar, tí vit kenna bara í brotum, men tá vit øll koma heim kenna vit til fulnar.
Tá tú bleiv sjúk hesaferð, vart tú eitt sindur øðrvísi. Tú vart ikki tann Tove, sum ikki kundi sláast út. Tað, sum var øðrvísi var, at tú nú vart mamma. Tankin um at skula fara frá børnunum var ov tungur at bera. Ikki tí tú hugsaði um teg, men um Dánjal og dreingirnar. Tova góða, hvíl í friði, vit skulu taka okkum av teimum til tit øll hittast heima í Himli. Teir fara ongantíð at gloyma teg. Eingin, sum nakrantíð hevur hitt teg, fer at gloyma teg.
Góði Dánjal. Tað eru eingi orð, sum kunnu geva tær troyst í hesu sváru tíð, men troystin liggur í vónini um at tit síggjast skjótt aftur hinumegin sýnina. Jesus gevið tær styrki og vísdóm til at uppala dreingirnar í tí trúgv, gleði og friði, sum eyðkendi Tove.
Góðu Sámuel og Sigurd. Tit eru enn ov lítlir til at skilja, hvat tað er tit hava mist, men eitt skulu tit vita, tit vóru tann størsta gleðin í lívinum hjá mammu tykkara.
Góðu foreldur, systkin, omma, abbi, familja og vinir hjá Tove. Saknurin er so stórur júst nú, og sorgin er so nýggj, at ringt er at finna troyst, men haldi fast í teimum minnum, sum tit hava um Tove, og lat hennara lív verða eitt fyridømi fyri okkum.
Tove hevði sína trúgv á Jesus og var tað tað, sum helt henni uppi í teimum sváru tíðum, og tað var eisini tað, sum gav henni gleði í góðum tíðum. Hetta er vitnisburðurin eftir Tove.
Tove, tú kemur altíð at hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Eg fari ongantíð at gloyma teg og tað tú vart fyri meg, ta tíð eg fekk loyvi til at kenna teg. Eg gleði meg at síggja teg aftur í Himli, har eingin grátur og pína er. Nú havi eg eina enn størri orsøk til at síggja fram til at koma til Himmals, tí tú ert har.
Vit síggjast!
Æra veri minnið um vinkonu mína Tove Sigurdsdóttir Tausen.

??????????????????
Elin N.W. Tausen