Tú kanst stytta tær stundir í Páls Høll jólaaftan

- Í Páls Høll kunnu jólagestirnir taka nakrar longdir ella njóta eina løtu í heita barnahylinum. Hitarúmini eru eisini deiliga heit og fjálg

Páls Høll verður er opin jólaaftansmorgun. 

 

Jólaaftan følist ofta drúgvur hjá mongum, kanska serliga hjá børnum. Tað er jú leingi, til jóladøgurðin kemur á borðið, og gávurnar verða latnar upp. 

 

- So hví ikki stytta sær um stundir við morgunsvimjing og hugna í Páls Høll? spyrja tey á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.

 

Her verður sagt, at baðilandið í Vági letur dyrnar upp jólaaftansmorgun til viðskiftafólk.

 

- Í Páls Høll kunnu jólagestirnir taka nakrar longdir í 50 metrahylinum ella njóta eina løtu í heita barnahylinum.

 

Lagt verður aftrat, at hitarúmini eru deiliga heit og fjálg, og opið verður jólaaftansmorgun millum klokkan 08 og 10.30.

 

Í Páls Høll í Vági ynskja tey øllum eini góð jól, nú jólini eru beint hinumegin hornið.