Løgreglufólk standa vakt í Liverpool, eftir at ein bilur koyrdi á fólk í skrúðgongu 26. mai. - Mynd: Darren Staples/Ritzau Scanpix

Breti fær 21,5 ára fongsuls­revs­ing fyri at koyra á skrúð­gongu

Ein bretskur maður er dømdur 21,5 ára fongsulsrevsing fyri at hava koyrt ein gráan Ford Galaxy inn í eina stóra mannamúgvu undir eini skrúðgongu í Liverpool í mai

Løgreglufólk standa vakt í Liverpool, eftir at ein bilur koyrdi á fólk í skrúðgongu 26. mai. - Mynd: Darren Staples/Ritzau Scanpix

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

54 ára gamli Paul Doyle játtaði seg sekan í øllum teimum 31 ákærunum seinast í november.

Eingin doyði, men 50 fólk vórðu flutt á sjúkrahús við løstum. Tilsamans fingu 134 fólk skaða, teirra millum átta børn.

Ákærin Paul Greaney greiddi mánadagin frá, at Doyle hevði so nógva vreiði, sum hann ikki kundi stýra.

Vanlukkan hendi, tá fótbóltselskandi viðhaldsfólk hjá Liverpool FC hátíðarhildu meistaraheitið hjá fótbóltsfelagnum í mai.

 

/Ritzau/

 

 

Løgreglufólk standa vakt í Liverpool, eftir at ein bilur koyrdi á fólk í skrúðgongu 26. mai. - Mynd: Darren Staples/Ritzau Scanpix