Heystskeiðið er byrjað á Føroya Fólkaháskúla

Heystskeiðið er byrjað á Førpya Fólkaháskúla.

 

Vit hava lagt fyri við einum sera hugnaligum túri í Nólsoy, har vit fingu upplivað nakað av tí, sum oyggin hevur at bjóða. Vit sóðu vøkru Dalarnar, hugdu at serstøku Urðini og vitjaðu eisini Maud, skrivar Háskúlin á vanga sínum á facebook.

 

Ein dagur við góðum felagsskapi, náttúru og nógvum góðum løtum – og vit eru so heppin at hava fingið nakrar sera flottar náttúrumyndir við okkum heim.

 

Hetta er bert byrjanin upp á eitt nýtt og spennandi heystskeið, og vit gleða okkum til allar tær góðu upplivingarnar, sum bíða okkum, skrivar Háskúlin á vanga sínum á facebook, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.