Spurt hevur verið, hví náttúrufelagsskapir mótmæla leiðini fram við eystaru síðu av Sandsvatni, men ikki mótmæla árinið í Skúvoy. Er ramsaroyggin Skúvoy ikki nógv meir umráðandi at verja enn Sandoyggin? Hetta er ein góður og beinrakin spurningur.
Eitt inntriv í Sandoynni er ein vegur gjøgnum tað økið í Føroyum, sum hevur størst lívfrøðiligt margfeldi. Hetta er eitt verandi inntriv við áhaldandi ljós- og ljóðdálking og vanda fyri samanstoyti millum fuglar og bilar. Inntrivið kann eisini fáa bæði stutttíðar og langtíðar avleiðingar fyri lívið í Sandsvatni, ósanum og Mølheyggjar. Fuglasløg, sum krevja frið í búøkinum, fara at hvørva úr økinum med alla. Av tí at fleiri sjáldsom fuglasløg missa sítt búøki, kann tað í longdini merkja, at hesi sløg hvørva heilt úr Føroyum.
Skúvoyggin er ramsarøki, og strondin er IBA-øki. Hetta merkir tó ikki, at tað er ólógligt at gera ein tunnil upp í oynna. Ramsarverja er ikki ein forðing fyri útbygging og menning av ramsarøkinum. Vit síggja nógv dømi um hetta kring heimin.
Skúvoyggin er týðandi búpláss fyri m.a. lomvigu, lunda, ritu, skúgv og skráp. Av hesum eigur bert lundi nærhendis ætlaða tunnilsmunnanum og bert í sera lítlum tali. Um eitt byggipláss verður skynsamt gjørt, so tað tekur atlit til fugl og náttúru, so er okkara meting, at hetta ikki hevur týðandi neilig árin á Skúvoynna. Hetta eru bæði staðbundin fólk og fuglafrøðingar samd um. Búfuglar í økinum kunnu væntast at hvørva úr økinum, meðan arbeiðið gongur fyri seg, men kunnu væntast at koma aftur, tá ið lendið er endurbøtt og tunnilsverkætlanin er av. Eitt prógv um hetta er, at fuglur kom aftur, eftir at nýggj havn var gjørd í oynni. Í Sandoynni tosa vit sostatt um eitt varandi inntriv. Í Skúvoynni tosa vit um eitt fyribils inntriv. Tað er ein orsøk til, at vit ikki vilja hava ein tunnil úr Djúpadali, tí inntrivini eru verandi.
Gaman í fara fleiri ferðafólk ivaleyst at vitja Skúvoynna. Tað kann merkja, at aðrar fuglaoyggjar verða minni strongdar, og tað er jaligt. Vaksandi tal á ferðafólki krevur tó, at munagóð tiltøk og atlit verða tikin, soleiðis at náttúran bæði kann miðlast til ferðafólk, men eisini at fuglurin áhaldandi trívist. Hetta kann gerast við at avmarka ferðslu, gera góðar gøtur í haganum og forða fyri, at fólk koma ov nær búfuglunum. Meðan tunnilin er í gerð, kunnu vit arbeiða við, hvussu miðlan og verja av náttúruni best fer fram í Skúvoy.
Hvalba
Atfinningar hava verið um, at náttúrufelagsskapir ikki hava úttalað seg um Hvalba. Eisini hetta er ein viðkomandi spurningur. Avbjóðingin í Hvalba er, at tað kanska ikki er líka lætt at finna eina bíliga og skynsama loysn – tí bilar mugu koma framvið onkustaðni millum Norðbergseiði og sandin. Okkara besta uppskot – sum eisini er eftirkannað av serfrøðingum – er, at Sandvíkartunnilin verður longdur á leið 1,4 km. Tað merkir, at Sandvíkartunnilin kann koma upp eystan fyri Heygsvatn/Fiskieiði. Hann er altso undir jørð líka til munnan eystan fyri Heygsvatn. Hetta minkar nógv um inntrivið í bygdini, tí ferðslan skal koyra ein nógv styttri tein nærhendis bygdum øki.
At leingja Sandvíkartunnilin 1,4 km verður mett at kosta á leið 200 mió. So er spurningurin, um politikarar eru til reiðar at gjalda hetta, fyri at bæði fólk og náttúra í Hvalba skulu fáa frið.
Vegna Føroya Fuglafrøðifelag,
Silas Olofson










