Myndugleikarnir høvdu ikki høvuðsábyrgdina

Tað sigur norska ríkisgrannskoðanin um vanlukkuna, tá boripallurin, Alexander Kielland, koppaði í Norðsjónum, og 123 fólk lótu lív

 

Norska ríkigrannskoðanin hevur nú kannað ábyrgdina hjá myndugleikunum aftanfyri herviligu vanlukkuna, sum hendi hin 27. mars í 1980.  

 

Alexander Kielland var bústaðarpallur, og av 212 fólkum, sum vóru á pallinum, tá vanlukkan hendi, lótu 123 lív.

 

Norska ríkisgrannskoðanin, sum nú hevur kannað vanlukkuna av nýggjum, er komin eftir, at myndugleikarnir høvdu ikki høvuðsábyrgdina av tí sum hendi.

 

- Í sínari frágreiðing frá 2021 hevði ríkisgrannskoðanin harðar atfinningar móti handfaringini hjá myndugleikunum av størstu vanlukku í norskari ídnaðarsøgu.

 

Vanlukkan hendi í Ekofisk-økinum í Norðsjónum.

 

Tað var norska Stórtingið, sum bað ríkisgrannskoðanina taka málið uppaftur.

 

Her skuldi ábyrgdin hjá myndugleikunum kannast- leikluturin í sjálvari vanlukkuni, og vantandi uppfylging av eftirsitandi og teimum, sum yvirlivru vanlukkuna.

 

- Hóast 45 ár eru liðin, er endaliga ábyrgdin av vanlukkuni ikki staðfest enn, skrivar Verdens Gang í morgun.