Góði abbi.
Av foldum skulu vit øll ein dag og nú kom tíðin hjá tær at fara heim til Harran, sum tú ynskti og gleddi teg til nú til síðst. Deyðin er undarligur og tað er nakað, sum vit mugu góðtaka, hóast sorgin er stór. Tað tyngdi mítt hjarta sera nógv tann dagin, tá ið eg kom heim úr skúlanum og fekk tey boð, at tú var farin heim til Harran. Hóast sorgin er stór, gleðir tað meg, at tú hevur fingið frið og at tú ert komin til eitt eydnuríkt stað, har sorg, grátur og pína ikki finnast. Tú var sjúkur í nógvar mánaðir og tú var eisini sera móður nú til síðst. Tað særdi meg, at eg ikki fekk sagt tær eitt síðsta farvæl, men eg eri glað fyri, at eg var hjá tær kvøldið fyri, tú fór. Vit møtast aftur ein dag í himlinum. Eg havi bert góð minni um teg og fari altíð at hava tey trygg í hjarta mínum. Av og á um kvøldarnar dámdi mær altíð væl at spyrja mammu um lív títt. Um hvussu tú livdi í gerandisdegnum, tá ið mamma og systkin hennara vóru ung. Altíð var eitt positivt svar um teg og um, hvussu raskur tú var at ganga uppi í haganum. Tú hevði altíð umsorgan fyri børnum tínum, Súsannu, Johild og Norleif, tá ið teimum tørvaði tryggleika og kærleika. Umhugsin var tú alt lívið og enntá til deyða tín, sum kom so brádliga. Kærleika vísti tú eisini móti ommu, abbabørnum og langabbabørnum. Meg og systkin míni, Marjun og Dan, gloymdi tú heldur ikki. Tú spurdi altíð eftir okkum og eg eri glað fyri at Marjun, Josefin, Uni og Per fingu sagt tær farvæl, áðrenn tey fóru heim aftur til Danmarkar á jólum. Tey hugsaðu altíð um teg og tú hugsaði eisini altíð um tey øll. Tú var høgt elskaður av ommu og hon av tær. Tit høvdu 60 góð ár saman, sum omma altíð fer at minnast, til tann dag hon aftur møtir tær. Torført var tað hjá tær at missa mammu tína sum átta ára gamal, men tú var sterku rog raskur at klára teg sjálvan víðari í lívinum. Nógv ár av lívi tínum vóru úti á havinum, har tú sum 16 ára gamal longu fór til sjós og komst til trúgv á Harran. Hesum viðvíkjandi hugsi eg altíð um ein sang, sum eg næstan altíð lurti eftir:
Siglir tú lívsins hitt stormandi hav
Steðga nú vinur tú veitst ikki av,
Fyrrenn teg deyðin kann taka í favn
Ov seint er tá til at leita í havn.
Næstan hvønn dag gekst tú túrar og var sera raskur at vitja systur tína Ragnhild. Tit prátaðu altíð um mangt og hvat. Saknur hennara eftir tær er sera stórur, men minnini verða altíð varðveitt hjá henni. Tað, sum eg minnist mest frá okkara tíð saman, var uppi í Hebron á Argjum. Tú var ofta við mær á familjumøti og so fingu vit eitt prát aftan á við einum drekkamunni. Tú var trúfastur at ganga í Harrans hús, inn til tú gjørdist sjúkur og ikki var førur fyri at ganga longur. Men tað gleðir meg, at vit fingu eina løtu saman við tær niðri hjá ommu og tær til breyðbróting, har Páll talaði tey góðu orð. Vit sungu eisini sangir, sum tú fegin vildi hoyra. Tú kundi minnast teir aftur og sang eisini við við stórari gleði í hjartanum. Tað var tann síðsta breyðbrótingin, har tú kundi vera saman við okkum og minnast Harran. Eg vil fegin takka tær fyri tín kærleika og tey góðu ár, vit høvdu saman. Eg elski og sakni teg nógv og gleði meg at síggja teg aftur. Eg fari aldri at gloyma teg.
Góða omma og tit kæru, má Harrin troysta tykkum í hesi stóru sorg. Ærað veri minnið um Daniel Jacob Konrad Holm.
Abbadóttir tín Annié Holm