Minningarorð um William Andreasen

Føddur 4. okt 1965 deydur 7. juni 2018

Góði elskaði beiggi!

Eitt ár er gingið og ringt er at skriva hesi orð, tí enn er tað ikki ein veruleiki i okkara huga, at tú ikki ert iÍmillum okkum meira; og at vit ei skulu verða saman aftur her á fold.

Tín látur, tín umfavnan og titt positiva lyndi er enn so tætt uppá og so allíkavæl ert tú so langt vekk, og tað følist enn sum ein ringur dreymur, at tú so brádliga bleiv sjúkur og tikin burtur frá okkum.

Tú fylti so nógv i okkara familju – tú vart ein sólstrála og láturin var altíð at hoyra har tú vart.

Tú vart undir tínari sjúkralegu altíð so positivur og var tann, sum fekk okkum til at síggja ljósið í myrkrinum, og sum vit ofta søgðu við hvønnannan.

Tú vart ein kempari til tað síðsta, og hvør dagur var ein gáva saman við tær.

Sjálvt tá tú lá til tað allarsíðsta kláraði tú at ringja runt til tey, tú fegin vildi siga farvæl við og sum tú ynksti komu forbí.

Tú hevur lært okkum nógv. Sum tú segði – tað gert ikki við og kann ikki verða annarleiðis og eg eri ikki bangin at fara herfrá.

Góði Willibeiggi, tú vart altíð so kærleiksfullur – ikki bangin fyri at siga, at tú elskadi ein – og tað var tað fyrsta, tú segði, tá systi kom úr Danmark at verða saman við tær ta síðstu tíðina – vit fingu tosað, grinið og grátið, og tað at kunna verða hjá tær, eru vit bara so takksom fyri.

Vit hava teg vid okkum hvønn dag og títt minni vil altíð sita djúpt í okkum.

Tíðin í heyst var ein trupul tíð, tá seyðurin og gæsnar komu inn, og tú ikki vart ímillum okkum meir, tú gleddi teg altíð so nógv at fáa alt inn aftur og spentur vart tú altíð at vita, hvat vektin fór at vera, og dámdi tær væl at ringja runt og reypa um vektina, og minni hevði tað ikki verði hesuferð, tí veðrurin sum tú vart so spentur uppá vigaði heili 100 pund.

Altíð so umhugsin um djórini, og nú várið hevur verið - tann tíðin sum tú elskaði so nógv, har øll lombini og gásarungarnir eru komnir, og har alt skal koyrast út, er saknurin nakað so stórur.

Nú hava vit ikki møguleika longur at ringja til tín og spyrja, hvat skal gerast, um okkurt ikki er, sum tað skal við onkrum kríatúri, og vóru tað eisini fleiri menn sum ringdu til tín um ráð og mangan fingu hjálp frá tær.

Tú vart so glaður í fjør, tá tú hevði fingið allan seyðin út, men tá vart tú eisini troyttur, men tú hevði so góðan vilja og við góðari hjálp frá Beintu og Emil fingu tit koyrt alt út.

So ringt at síggja har tú hevur slept, man veit at tú hevur lagt alt í fyri seinastu ferð, og hevur tú havt so gott skil á øllum, so sum kassar við knívum til slakti, kassar við tí sum er til lembingina, tú hevði eisini gjørt ringarnar klárar til gæsnar við nummar í, og segði tú tað við okkum fleiri ferð hvar teir lógu, tú hevði bara skil á øllum.

Vit sakna allar kaffimunarnar saman, tú hevði so lætt við bara at koma inn til eitt prát og vart tú ein sentralur persónur í familjuni sum kom í samband við øll. Og var man hjá mammu so komst tú altíð inn ella rópti upp og bað okkum gera kaffi til tú komst aftur.

Tú hevði eisini lætt við at ringja dagliga til nógv av okkum í familjuni, so saknurin er stórur nú røddin hjá tær ikki er at hoyra meir.

##med2##

Altíð so góður við børnini og sóu tey eisini høgt upp til tín, tú dugdi væl at læra frá tær og hava tey lært nógv av tær og sakna tey teg ómetaliga nógv, men gott at vit kunnu taka alt tað tú hevur lært okkum við okkum víðari í lívinum.

Onkur av børnunum søgdu, at nú er tað ikki líka stuttligt at vera í seyðhúsinum, tá gubbi ikki er, so tey sakna teg nógv, men tað er týdningarmikið, at vit liva víðari við minninum og gleðast um alt tað, tú hevur lært okkum – tú livur víðari í okkum.

Góða elskaða mamma – vit hugsa nógv um teg og eru takksom fyri tað góðu familju, vit eru, og takk til tín og babba fyri at hava givið okkum ta gávu, at vit altíð passaðu upp á hvønn annan.

Tú og willibeiggi høvdu nakað heilt serligt saman, og var hann nakað so góður vid teg og hugsaði altíð um teg og var tær ein stór hjálp. Vit eru stolt av tær og alt tað tú megnar – tú bað eina so flotta bøn yvir willabeiggja tann síðsta dagin, hann fekk loyvi at koma norð til Tjørnuvikar – hann hugdi so kærleiksfullur upp á teg - tykkara bond vóru heilt serlig, og mamma tú ert fantastisk.

Góða Beinta. Takk fyri alt tú vart fyri willabeiggja – saman vid tær hevði hann tað gott og at uppliva tykkum saman ígjøgnum sjúkraleguna - kærleikin og tað at passa upp á hvønnannan var so týðuligt og takk fyri alt, tú og tíni deiligu børn vóru fyri hann – tit komu inn í okkara familju, og tit vilja altíð vera okkara familja.

Elskaði Petur. Tú og babba fingu góð prát ta síðstu tíðina, og tað síðsta hann segði ”tú ert ein kempari, og tú skalt nokk klára teg væl”.

Vit eru so stolt av tær og alt tað, tú hevur gjøgnumført upp á stutta tíð – Vit eru her altíð fyri teg, og babba livur vídari í tær.

Elskaði willibeiggi

Hvíl í friði

Tíni minnir vilja altid fylgja okkum, hvar enn vit eru, og takk fyri alt, tú hevur verið fyri okkum øll.

 

Elmar, Dagbjart, Jónli, Hallgunn, systi og Reidunn