- Rammurnar eru tær somu, men innihaldið broytist – alt eftir, hvørjir framsýnarar eru við. Tað eru fyritøkurnar, sum skapa innihaldið, sigur stjórin í Atlantic Fair, Áki í Skemmuni

Fyritøkurnar skapa framsýningina

- Tað riggar væl við tiltakinum annaðhvørt ár. Hetta er ikki strævið likamliga, men her eru nógvir tættir at taka sær av og binda saman, sigur Áki í Skemmuni, stjóri

 

- Rammurnar eru tær somu, men innihaldið broytist – alt eftir, hvørjir framsýnarar eru við. Tað eru fyritøkurnar, sum skapa innihaldið, sigur stjórin í Atlantic Fair, Áki í Skemmuni

Tað var í 2001, at altjóða sjóvinnuframsýningin fyrstu ferð varð hildin í Føroyum, og nú aftur er bjóðað til stevnu í Klaksvík, er hetta tólvtu ferð, at stevnan verður hildin. Í fleiri ár bar framsýningin navnið, North Atlantic Fish Fair, men síðan 2015 hevur hon verið marknaðarførd undir navninum, Atlantic Fair. 

 

Áki í Skemmuni, stjóri, sigur, at orsøkin til navnabroytingina var, at framsýningin fevnir um nógv meira enn bara fiskivinnuna einsamalla, tó at fiskivinnan framvegis er ryggurin ella krumptappurin í tiltakinum. 

 

Á Atlantic Fair eru eisini nógv við, sum ikki beinleiðis hava samband við fiskivinnuna, og hetta er soleiðis ein altjóða sjóvinnuframsýning í breiðum høpi. Stjórin, Áki í Skemmuni, er vælnøgdur við undirtøkuna, sum tiltakið hevur havt øll árini, bæði frá framsýnarum og vitjandi.

 

- Vit kunnu siga, at hetta er ein altjóða framsýningin her heima hjá okkum, har sambond og møguleikar verða skapt, sigur stjórin, sum letur væl at, nú framsýningin, sum læt upp í Klaksvík í morgun, hevur verið opin í nakrar tímar.

 

Á Atlantic Fair eru eisini fleiri viðkomandi og áhugaverdir fyrilestrar.

 

Fyrilestrarnir snúgva seg í stóran mun um ta maritimu vinnuna, men eisini um onnur viðurskifti, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til siglandi vinnuna.

 

Tað er Jan Müller, sum í nøkur ár hevur hjálpt Áka í Skemmuni við tí partinum av Atlantic Fair, sum hevur við fyrilestrarnar at gera, og her verður í fyrsta lagi roynt at dekka maritim evni, umframt at her eisini eru fyrilestrar um áhugaverd evni og viðurskifti í føroyska samfelagnum. 

 

Áki í Skemmuni vísir á, at báðar ítróttarhallirnar í Klaksvík eru karmur um framsýningina, og soleiðis hevur tað eisini verið undanfarin ár. Framsýningargólvið er víðkað nakað í mun til seinast, og hetta gevur pláss fyri enn fleiri framsýnarum. 

 

##med2##

 

Sum primusmotorur til altjóða sjóvinnuframsýningina sigur Áki í Skemmuni, at tað hevði ikki gingið at havt eina so stóra messu hvørt ár.

- Nei, eg haldi, at tað riggar væl við tiltakinum annaðhvørt ár, sum vit eisini kenna tað úr útlondum. Hetta er ikki strævið likamliga, men her eru nógvir tættir at taka sær av og binda saman, áðrenn alt er komið upp á pláss.

Hann fegnast um at hava nógvar og góðar undirveitarar, sum eru gull verdir í einum tiltaki sum hesum, og hetta er bæði galdandi fyri básaskipanina, el-veitingina og nógvar aðrar tættir, sum allir skulu samvirka, tá framsýningin letur upp.

- Tað eru framsýnarar, ið senda síni ting, sum teir skulu brúka á framsýningini, upp til Føroya við skipi og síðan taka summir flogfarið heim til Føroya, sigur hann.

 

Onkur spyr, hvat er broytt við sjóvinnuframsýningini hesi árini.

- Innihaldið á framsýningini eru fyritøkurnar. Onkrar hava verið við síðan byrjan, og nógvar nýggjar eru komnar aftrat. Tað eru fyritøkurnar, sum skapa innihaldið.

Áki í Skemmuni heldur fyri, at rammurnar eru tær somu, men innihaldið broytist – alt eftir, hvørjir framsýnarar eru við.

 

##med3##

 

- Rammurnar eru tær somu, men innihaldið broytist – alt eftir, hvørjir framsýnarar eru við. Tað eru fyritøkurnar, sum skapa innihaldið, sigur stjórin í Atlantic Fair, Áki í Skemmuni

Myndir: Álvur Haraldsen