Minningarorð um Thomasiu Tróndheim, Klaksvík f. 31. juli 1930 – d. 7. apríl 2014

Her á fold skjótt lívið út man renna,

Hvør kann siga, góð man vera tíð,

Hvør man tal á lívsins døgum kenna?

Brátt sítt síðsta slag tín klokka slær.

Fari at royna at skriva nøkur orð um teg, góða Mása. Deyðin er hin síðsti fíggindini er sagt, og so er. Tú hevði verið sjúk eina tíð, men tað mundi fara at verða betur. Men so var ikki. Lívið var liðugt. Jógvan sat hjá tær. Stillisliga og róliga slapp tú burtur. Hvat kann vera betur?

Eg fari nú nøkur ár aftur, til tá vit rættiliga komu at kennast. Mása var í handlinum á Stongum. Mása og hinar í handlinum prátaðu við meg og spurdu, hvar eg hevði verið. Eg segði í Árnafirði. Mása forstóð seg ikki uppá, hvat har var. Jú, beiggi hennara Torleif var har, og hann bleiv seinni maður mín.

Ja, gott at eiga góð minnir. Vit eru komin nógv á gátt í tykkara heimi, hjartalig og blíð bæði tvey. Vit vóru ofta samdar í okkara práti. Tú var eisini so gávumild, skuldi altíð okkurt. Tú fórst ongantíð út aftur við ongum. Gud elskar ein glaðan gevara.

Deyðin kemur altíð óvæntað, halda vit. Men gott at sleppa so stillisliga heim til hin Harra Jesus, okkara frelsara, sum elskar okkum við sínum æviga kærleika.

Tú leið nógv av at tú ikki sá so væl longur, men álíkavæl royndi tú at binda, so tað vóru ikki so fá hosupør tilsamans. Fleiri vóru tey, ið fingu eitt par frá tær.

Tað vóru ríkar løtur í tykkara heimi, tá Jógvan sat við orglið og Mása sang. Góða Mása, tú verður nógv saknað, tí tú fylti so nógv, men vit unna tær hvíldina heima í hinum ævigu bústøðum. Bústðaur er hin ævigi Gud, og her niðri hinir ævigu armar. Máttu hesir armar hildið tykkum uppi í komandi døgum, tit børn og barnabørn, Jógvan, Gerhard, Elfin, Maria, Eileen. Vit hugsa um tykkum.

Takk og Gud at tú frelsti meg,

 

takk at blóð títt rann fyri meg,

takk at Harran Jesus tú gav,

takk fyri náðinnar djúpa hav.

Heilsan frá okkum øllum.

Torleif og Nicolina