Minningarorð um Torkil Beder

Hóast árini vóru mong og heilsan ikki hevur verið góð, nógvu seinastu árini, so kom tað dátt við at frætta, at Torkil var farin.

Torkil var sonur Ingiborg og Poul Johannes Beder í Vági. Hann var borin í heim 27. februar 1924 og var næstelstur av fimm systkjum. Eftir lokna skúlagongd fór Torkil at lesa guðfrøði og gjørdist prestur í Ónagerði í 1954, har hann starvaðist til hann fekk prestastarv í Fuglafirði í 1956.


Torkil giftist við Ingu Midjord, eisini úr Vági, og fingu tey fýra børn: Páll, Tordis, Heina og Johan.

Meðan Torkil las í Keypmannahavn, arbeiddi Inga fyri at vinna til dagsins uppihald.


Í Fuglafirði hava tey bæði trivist væl. Torkil tók sær væl av uppgávunum í sambandi við prestaembæti og røkti hann eisini grannabygdirnar. Hann var væl dámdur, bæði sum prestur og menniskja.


Tá barnaheimið hjá Torkili varð selt, keyptu Inga og hann húsini. Kanska høvdu tey eina ætlan um at flyta suður aftur á ellisárum, men tá bæði Tordis og Heini settu búgv í Fuglafirði og Johan á Kambsdali, so var ikki løgi, at tey bygdu sær hús í bygdini og seldu suðuri á Smillabø.


Meðan Torkil var virkin prestur, og familjan búði í prestagarðinum, vóru vit tríggjar systrar í uppvøkstri. Fyri okkum var tað av størstu upplivingum at ferðast norður til Fuglafjarðar. Altíð vóru vit og foreldur okkara væl móttikin, og fingu vit børn nógvar góðar løtur saman við systkinabørnum okkara. Sandurin, svimjihylurin, prestagarðurin og umhvørvið har, vóru eitt satt paradís fyri okkum børn. Í prestagarðinum samlaðust nógv børn úr grannalagnum, og har leiktu vit frá morgni til myrkurs. Inga mostir syrgdi fyri øllum. Var og er enn sera ófør í øllum.


Torkil var ein góðlyntur og blíður maður. Hann var ikki dømandi. Hann var eisini sera skemtingarsamur og altíð í góðum lag. Larmandi látur hansara var so smittandi. Torkil var áhugaður í føroyskari list, serliga í myndlistini, og greiddi hann ofta frá henni. Eisini dámdi honum væl tónleik og sang og tað mátti vera í prestagarðinum, at vit fyrstu ferð hoyrdu og góvu okkum far um klassiskan tónleik.


Torkil og Inga mostir vóru so góð við okkum børn. Ikki sørt, at vit vórðu forkelaðar, tá vit vitjaðu.

Um ein okkara ikki dámdi okkurt, ja, so hevði Inga skjótt gjørt okkurt annað. Torkili dámdi væl góðgæti, og blikkið á ovastu hill inni í spískamarinum, goymdi mangt gott, ið hann hevði keypt frá Øregaard. Tá Torkil tók blikkið niður, var dagur í viku, og tað var tað so at siga hvønn dag.


Tá Ingiborg, mamma hansara var á lívi, vitjaði hann og familjan ofta suður. Altíð var hann inni á gólvinum hjá okkum, og hvørja ferð hevði hann okkurt við til okkara.


Tá vit vóru smágentur, hevði Torkil ein lítlan bil, ein fólkavogn. Mangan fóru vit túrar í grannabygdirnar og sera spennandi var at síggja rynkusteinarnar í Oyndarfirði, vassa í Sandá á Selatrað og at spæla í mølini í Elduvík. Onkuntíð, tá vit fóru túr, vóru vit so nógv í tali, at onkur okkara mátti sita í viðførisrúminum, sum var inni í bilinum. Torkil hevði eisini bát og dámdi honum óføra væl at sleppa í fjørðin.


Torkil var framúr góður frásøgumaður, og hugtók hann bæði vaksin og børn. Um kvøldarnar, tá vit børn vóru løgst, segði hann ofta frá ymiskum tilburðum, bæði slíkum hann sjálvur hevði upplivað og somuleiðis frá gomlum døgum. Ofta sníktu vit okkum niður av loftinum at lurta. Spennandi, og ikki sjáldan óhugnaligir tilburðir. Trupult var tá at sovna, og tað hendi meira enn eina ferð, at onkur endaði í songini hjá foreldrunum.


Nú Torkil andaðist, høvdu Inga og hann búð í húsum teirra á Bjarnavegi í 18 ár. Altíð var hugnaligt at koma inn á gólvið. Ein kendi seg so væl saman við teimum báðum. Blíð og fyrikomandi - ein umfevnandi hiti, ið vit framhaldandi kenna.


Tað kennist tómt, nú Torkil er farin. Hann fylti nógv, hóast hann ikki var ein dominerandi maður.

Saknurin er stórur, serliga hjá tykkum Ingu, Páll, Tordis, Heina og Johan og familjum tykkara. Tó, tit kunnu gleðast um ta tíð, ið tykkum varð lutað at vera saman við honum. Tit eiga nógv góð minnir um ein góðan mann, pápa, verpápa, abba og langabba.


Vit systrar eru takksamar fyri allar tær góðu løtur, vit hava havt hjá tykkum og eru minnini frá barna- og ungdómsdøgum okkara ein virðismikil skattur, sum vit fjálga um og minnast við takksemi.


Friður verið við minninum um Torkil og Harrin styrki tykkum í komandi tíð. 


Kirstin, Tonnie og Karin