Minningarorð um Trúgva Egholm

F. 21-4-1967 D. 21-1-2007

Í dag, leygardagin 21-4, var hin stóri dagurin tú sá fram til, 40 ár og veitsla skuldi haldast. Talan, ið eg ikki helt fyri 10 árum síðani, skuldi tú fáa nú, tað lovaði eg.
At tað skuldi gerast minningarorð ístaðin, vardi ongan. Í míni verð var/ert tú ódeyðiligur.
Trúgvi tú var ímyndin av lívinum.
Flutti heimaftur til Føroyar og á Eiragarð 16 A at búgva sum 16 ára gamal. Tú var sanniliga ein øðrvísi avbjóðing hjá okkum starvsfólki. Ein ungur tannáringur, skilti alla tiltalu. Samskifti við eygunum, hugdi uppeftir, tá tú segði ”ja” og niðureftir, tá tú segði ”nei”. Sat í koyristóli, avbera spastiskur, mátti stríðast við ótrúligar kropsligar spenningar, annars tengdur at hjálp til alt.
Men vit fingu annað at síggja og uppliva. Hvussu nógv ein kann siga/fortelja uttan orð, hvussu ótrúliga væl tú dugdi at brúka alt uttan um teg, ið eygað bar við fyri at beina okkum á kós. Kreativur, fantasifullur, stuttligur og áhaldin, gav ikki upp fyri enn komið varð á mál. Mangan var tað sum 20 spurningar til professaran og tá ið ein/vit endiliga funnu útav tí, var tað sum at vinna í Gekkinum.
Ja eisini var tú eitt gott talsfólk fyri onnur búfólk, ið ikki so væl kundu svara fyri seg.
Títt ótrúliga lætta lívslyndi og tín humor, ”svartur” við hvørt eisini, megnaði tú sum fáur at breiða uttan um teg. Ja óiva tín stóra yvirlivilsis megi. Tú elskaði lívið, var so gevandi at vera saman við og vann tað á tí óhjálpna.
Mong og góð hava vit minnini, bæði á Eirargarði og hesi seinnu árini á Virkni, saman við bú- og starvsfólki, familju og vinum. Nakrar minniligar, bæði innan og uttanlandatúrar, upplivdu vit saman. Nógvar hava vit myndirnar av tær, við tí eyðkenda smílinum.
Saknur er í tveimun av okkara góðu vinmonnum her í bólki 3 á Virkni. Gott ár í millum, at tit sovnaðu burtur. Fyrst Búgvi, tær á mangan hátt so líkur, og síðani tú Trúgvi.
Tit báðir vóru við at leggja grundarstøðið og megnaðu at ríka lívið og geva okkum nógv her í bólkinum.
”Eyguni eru spegil hjá sálini” tók prestur til undir tíni jarðarferð. Beinraknari og vakrari kann tað ikki sigast um teg Trúgvi.

Takk fyri alt
Hvíl í friði
Vit øll á Virkni
Bjørg