rættiliga mong í tali. Túgvusteinur hevur verið í Suðuratlantshavinum síðan august mánaða í fjør, sigur Gunnbjørn Joensen, sum er reiðari á teimum trimum skipunum, sum Partafelagið Thor í Hósvík eigur. [...] suðuri í Afrika. Men tað er eisini rættiliga stórur prísmunur, sigur Gunnbjørn Joensen. Sáttmálarnir, sum gjørdir eru har suðuri eru galdandi eitt og tvey ár í senn. Tvey ár í Namibia og eitt ár í Suðurafrika [...] Túgvusteinur úr Hósvík er í Suðuratlantshavi og fiskar millum annað tunfisk, sum seldur verður á amerikanska marknaðin. Meðan menn koma hinumegin Jørðina at fiska tunfisk undir Føroyum, eru nakrir føroyingar
Tíðin komin at taka ábyrgd fyri tí stattarmuni, sum gerst alsamt størri í okkara samfelag. Vit mugu tryggja, at allar familjur í Føroyum hava møguleika at liva eitt trygt og støðugt lív við einum bústaði, [...] Tað er ein veruleiki, at í Føroyum er ein stórur bólkur av fólki, sum stríðist fíggjarliga, meðan ein lítil bólkur fær stórar inntøkur. Hetta skapar ein ótolandi stattarmun, har arbeiðarafjøldin hevur [...] arbeiðarafjøldina. Vit mugu hyggja upp á, hvørji politisk stig skulu takast fyri at tryggja familjunum í Føroyum góðar bústaðir fyri rímiligar prísir, umframt møguleikan fyri at spara nakað av peningi upp. Ein
fingið í lag at samtykkja ein ferðslupolitikk fyri Føroyar. Tað er tó ikki tað ringasta. Tað ringasta eru avleiðingarnar av, at vit í Før-oyum taka ferðslutrygdina í so lítlum álvara! Fakta: Í Føroyum eru [...] eru seinastu 10 árini, í miðal, fleiri enn 8 fólk deyð í ferðsluvanlukku, í mun til 100.000 fólk. Í Noregi og Svøríki er talið 5-6. Í Finnlandi 6-7. Í Danmark 7-8. [...] sjóforhoyr hildið og frágreiðing skrivað. Men tá ferðsluvanlukkur henda í Føroyum, verða tær ikki kannaðar út í æsir, soleiðis, sum gjørt verður í grannalondum okkara. Løgmaður hevur sagt, at Føroyar um stutta
útstykkingar og stórar býlingar. Hetta er eisini vanligt í øðrum londum, og var eisini nógv gjørt í Havnini í fimmtiárunum tá raðhúsini í eysturbýnum og í Jóanesar Paturssonargøtu vóru bygd. Tað er heldur einki [...] avrikini í Føroyum. Bygdir í býnum, sum anga av trivnað. Í øllum hesum ætlanum var Tórshavnar býráð stigtakari, og eg haldi, at hóast byggitøkniligir og fíggjarligir trupulleikar hava verið í hesum verkætlanum [...] byggjarí síggjast so væl, og koma at merkja trivnaðin í býnum í nógv ár framyvir. Byggiharrin ræður Ov nógv av teimum íbúðum og raðhúsum, sum verða bygd í dag, hava so at siga einki felagsøki yvirhøvur, og
sigur, at øll eiga vit at vera á varðhaldi yvir fyri, at hetta gongur fyri seg í Føroyum. ? Hetta má ikki sleppa at festa røtur í okkara landi. Tað skal burtur, sigur Inga, sum leggur afturat, at tey hava [...] hon er í dag, sigur Inga Ellingsgaard, sum at enda vísir á, at tað eru tríggir menn í fjølmiðlunum, sum hava tikið hetta málið upp. Heini Gaard á Dimmalætting, Sonni Smith á Rás 2 og Helgi Jacobsen í Útvarpi [...] tingi, so skjótt, sum tað verður sett aftur. Í lesarabrævi siga tær báðar, at tað undrar tær stórt, at varafútin sigur, at sølulýsingar við útlendskum kvinnum í føroyskum bløðum ikki eru ólógligar. Tær báðar
i hevur støð í Føroyum. Landsstýrið hevur ført fram, at tað skal tryggjast við einum partaeigarasáttmála, har landsstýrið setir sum treyt fyri søluni, at felagið verður verandi í Føroyum. Hinvegin føra [...] Gongst sum ætlað, skuldi tað verið klárt at selt Atlantsflog í heyst. Tað metir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Sum tað sæst í aðrari grein, heldur hann, at so at siga alt Løgtingið sum tað [...] virðisbrøvini til sølu og gongur sum ætlað, verður tað sostatt einaferð í heyst. Í fyrstu syftu verða 33% av Atlantsflogi seld í fríari sølu til almenningin. Fyri at kunna skráseta felagið á virðisbræ
vinnulívsfólk á vitjan í bretska parlamentinum í farnu viku, heilt tilvildarliga rendu seg í júst tann bretska politikaran, sum var við til at loysa upp fyri oljutilgongdini í Føroyum. Meðan føroysku umboðini [...] Lloyd sigur seg hava fingið áhuga fyri Føroyum eftir hendingarnar seinast í 90-unum. -Oljan og markið er so eitt sum vit hava í felag. Men vit hava eisini annað í felag. Hann heldur tað vera rætt og áhugavert [...] -Eg eri framvegis fegin um og errin av at vera tann fyrsti bretski ráðharrin, sum hevur vitjað í Føroyum og skrivað undir eina avtalu millum okkara tjóðir. At hetta skuldi vera tað, sum setti gongd á
til Hammerfest í Norðurnorra komandi tvey árini. Fyrsti túrurin verður miðskeiðis í hesum mánaðinum. Við á hesum fyrsta túrinum úr Føroyum til Norðurnoregs vóru ummleið 40 umboð úr Føroyum og haraftrat umboð [...] kom í hús. At flogskiparin Hans Hansen haraftrat hevur drúgvar royndir at flúgva í norskum loftrúmi telur so eisini tann rætta vegin. Lesið frásøgn frá hesum søguliga og áhugaverda túri í bløðunum í komandi [...] fótin fastan í øðrum londum. Sáttmálin millum Atlantsflog og norsku oljuvinnufyritøkuna Aker Stord hevur eitt virði, sum í mesta lagi er uppá góðar 100 mill. kr. Atlantsflog fekk henda sáttmálan í harðari kapping
Í hesum døgum hevur tøkniliga deildin á Hjálpartólamiðstøðini (HTM) í Føroyum vitjan av rehabtøkningum frá øllum amtshjálpartólamiðstøðunum í Danmark. Í 1988 bleiv HTM sett á stovn í Føroyum og starvast [...] starvast í dag 13 fólk. Í 1994 var HTM lagt undir Almannastovuna, og virkar HTM í dag sum deild av Almannastovuni. HTM er skipað við 4 arbeiðsøkjum: Fyrisiting, faklig málsviðgerð, goymsla og tøkni. Á tøkniligu [...] (HMI) í Danmark umsitur. Tá vit hyggja út um landoddarnar og sambera okkara hjálpartólaskrá við hana í øðrum londum, tá er eingin yvi um, at vit eru sera væl við tøkniliga. Arbeiði við hjálpartólum í Føroyum
skøkjulevnað í Føroyum. Beinleiðis orsøkin til, at Løgtingsmaðurin reisir spurningin, er eitt blað, sum HB sendi í hvørt hús í høvuðsstaðarøkinum á Ólavsøku, har lýst varð við Striptease í einum klubba í Havn [...] eiga at vera við í altjóða tiltøkum, sum kunnu forða fyri kynsligari misnýtslu og handli og sex-handli sum heild. Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum. Í Løgtinginum í gjár skuldi hann [...] tilfari, bannað í Føroyum. Men hann leggur afturar, at lóggávan er gomul og hevur ikki verið dagførd í samsvari við nýggju fjølmiðla og teldutøknina. Kortini samtykti Løgtingið einmælt í fjør at seta forboð