Hjálpartólamiðstøðin miðdepil fyri ráðstevnu rehabtøkningum í Danmark

Í hesum døgum hevur tøkniliga deildin á Hjálpartólamiðstøðini (HTM) í Føroyum vitjan av rehabtøkningum frá øllum amtshjálpartólamiðstøðunum í Danmark.
Í 1988 bleiv HTM sett á stovn í Føroyum og starvast í dag 13 fólk. Í 1994 var HTM lagt undir Almannastovuna, og virkar HTM í dag sum deild av Almannastovuni.
HTM er skipað við 4 arbeiðsøkjum: Fyrisiting, faklig málsviðgerð, goymsla og tøkni. Á tøkniligu deildini starvast í dag 2 maskinmeistarar við servitan í rehabtøkni.
Uppgávurnar hjá rehabtøkningunum er ein blandingur av umsitingarligum uppgávum og útførandi arbeiði, m.a. tillaging, projektering, viðlíkarhald og umvælingar av hátøkniligari útgerð, so sum persónslyftum, elevatorum, el-koyristólum og aðrari útgerð. Eisinier ein av uppgávunum í samráði við fakligar málsviðgerarar, at ráðgeva privatum og almennum virkjum, tá talan er um tøknilig hjálpartól og atkomuviðurskifti.
Umsitng av útlæntum hjálpartólum er ein rættuliga stór uppgáva, tá hugsað verður um, at tað síðan 1988 hevur verið veittur stuðul á hjálpartólaøkinum fyri góðar kr. 100 milliónir.
Tað finnast í dag umleið 15.000 ymisk tól á marknaðinum. Tólini, ið tøkniliga deildin á HTM umsitur í dag, eru sera fjølbroytt. Tey fevna um alt frá sertillagaðum dósaopnarum, høkjum, nógvum ymiskum lyftum og elevatorum; el-koyristólum útgjørdir við alskins tøkni, ið kann tráðleyst arbeiða saman við teldum, lata hurðar upp og enn tá verða útgjørdir við respiratori, so fólk kunnu anda, um tað er trupuleikin.
Sum skilst av omanfyristandandi, er øki sera fjølbroytt og torgreitt. Sera umráðandi er tí at fylgja væl við tí sum fyriferst á hesum økinum. Fyri at náða hesum setningi, var sett á stovn eitt samarbeiði millum amtstøkningarnar í Danmark. Fyri seks árðum síðani, fekk HTM møguleika at taka lut í hesum samarbeiði, og síðani hevur tøkningurin á HTM tikið lut á ársfundinum hjá amtstøkningunum. Umframt árliga fundin, er hetta samstarvið útbygt til eisini at fevna um eina samskiftisbasu á alnótini, ið Hjælpemiddelsinstitutter (HMI) í Danmark umsitur.
Tá vit hyggja út um landoddarnar og sambera okkara hjálpartólaskrá við hana í øðrum londum, tá er eingin yvi um, at vit eru sera væl við tøkniliga. Arbeiði við hjálpartólum í Føroyum hevur í nógv ár verið sera tungt. Men við einum miðvísum arbeiði seinnu árini bæði frá stovnum, áhugafeløgum politikkarum, og ikki minst teimum rørslutarnaðu sjálvum, er tað eydnast at venda hesi gongd.
Játtanin til hjálpartólaøkið er økt seinastu árini, og hevur hetta veri við til at betra munandi um tænastuna til borgaran. Hetta hevur ført við sær, at hugburðurin mótvegis hesum øki, er vorðin positivur, og er tað at frøast um.
Í sambandi við ár teirra brekaðu, hava tøkningarnir á HTM miðvíst arbeitt við at fáa ársfundinum hjá amtstøkningunum í Danmark til Føroya og á henda hátt er HTM við til at taka ábyrgd fyri samarbeiðinum á hesum øki.