Í hernað móti handli við kvinnum

Nú eru sameind kvinnufeløg farin í gongd við at varpa rættuligt ljós á støðuna viðvíkjandi handli av kvinnum í Føroyum. Hetta er serliga komið í lag eftir, at ein lýsing stóð í Dimmalætting, har tað beinleiðis varð lagt upp til mannfólk at keypa sær konur

? Tá avvarðandi myndugleikar siga seg ikki kunna gera nakað við eina lýsing, sum beinleiðis leggur upp til keyp av kvinnum, so veit eg ikki, hvør kann, sigur forkvinnan í Kvinnufelagssamskipan Føroya, Inga Ellingsgaard.
Hon frøist tó um, at tær báðar nývaldu løgtingskvinnurnar, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen, siga, at tær fara at taka málið upp á tingi, so skjótt, sum tað verður sett aftur.
Í lesarabrævi siga tær báðar, at tað undrar tær stórt, at varafútin sigur, at sølulýsingar við útlendskum kvinnum í føroyskum bløðum ikki eru ólógligar.
Tær báðar vísa á, at sjálvandi kann føroysk lóggáva ikki ráða í útlandinum, men samstundis vísa tær á grein 233 í revsilógini, har tað millum annað stendur, at hann sum á ein ella annan hátt leggur upp til ólevnað ella ósiðiligan livihátt, sum vekir almenna øsing, verður revsaður við fongsli í upp til eitt ár.
Tær báðar halda so avgjørt, at ein sølulýsing av útlendskum kvinnum kann koma undir hesa grein, tí tær meta tað vera ósigur og ótespiligur ólevnaður at bjóða gomlum dreingjum og giftum monnum í Føroyum at keypa sær kvinnur úr øðrum londum.

Á røttum stað
Inga Ellingsgaard fegnast um, at løgtingskvinnurnar vilja taka hetta málið upp.
? So vita vit, at málið liggur á røttum stað, og eg ivist onga løtu í, at eitt einmælt samtykt ting tekur undir við, at hetta ikki sømir seg, sigur hon.
Men fyri tað heldur Inga ikki, at øll onnur bara skulu slappa av. Hon sigur, at øll eiga vit at vera á varðhaldi yvir fyri, at hetta gongur fyri seg í Føroyum.
? Hetta má ikki sleppa at festa røtur í okkara landi. Tað skal burtur, sigur Inga, sum leggur afturat, at tey hava ongi onnur haldgóð prógv enn lýsingina, og tískil er tað sera torført at vita, hvat tey skulu gera við málið.
Á fundi mánakvøldið í Mettustovu hittust Kvinnufelagssamskipan Føroya og Havnar Kvinnufelag, har tosað varð um, hvat eigur at verða gjørt og kann gerast í hesum málinum.
? Samstundis sum vit tosa um hetta málið, so kenna vit tað,sum tað er rættuliga lítið, sum vit fáa gjørt, men vit vilja arbeiða ímóti hesum. Eitt skriv fer at koma frá feløgunum, har áheitanir verða um at vera á varðhaldi yvir fyri hesum, og har ljós verður varpað á støðuna, sum hon er í dag, sigur Inga Ellingsgaard, sum at enda vísir á, at tað eru tríggir menn í fjølmiðlunum, sum hava tikið hetta málið upp. Heini Gaard á Dimmalætting, Sonni Smith á Rás 2 og Helgi Jacobsen í Útvarpi Føroya, og tað heldur hon er flott og gevur stórar ábendingar um, at tílíkt verður ikki góðtikið í Føroyum.