Føroyingar hittu Tony Lloyd í Westminster

Partur av føroysku sendinevndini, sum vitjaði í London í farnu viku, hitti mong spennandi fólk í bretska parlamentinum, eitt teirra fyrrverandi varauttanríkisráðharran, Tony Lloyd, sum í 99 skrivaði undir marknaðavtaluna við Føroyar ? avtalan, sum varð veruliga startskotið til føroyska oljuleiting.

Onglandsvitjan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Tað líktist lagnunnar speisemi, tá politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk á vitjan í bretska parlamentinum í farnu viku, heilt tilvildarliga rendu seg í júst tann bretska politikaran, sum var við til at loysa upp fyri oljutilgongdini í Føroyum.

Meðan føroysku umboðini við fíggjarmálaráðharranum og báðum aðalstjórunum úr Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum við sína lið á terassuni millum parlamentið og gitnu Thames ánna skiftu orð við afturvalda tinglimin úr Orknoyggjum og Hetlandi, kom ein gamal kenningur framvið, eingin minni enn fyrrverandi varauttanríkisráðharrin Tony Lloyd. Tað var hann, ið saman við Anfinni Kallsberg, fyrrverandi løgmanni í 1999 skrivaði undir ta so týdningarmiklu marknaavtaluna millum Føroyar og Stórabretland. Tað var henda avtalan, sum var veruliga startskotið til føroysku oljuleitingina.

-Eg eri framvegis fegin um og errin av at vera tann fyrsti bretski ráðharrin, sum hevur vitjað í Føroyum og skrivað undir eina avtalu millum okkara tjóðir. At hetta skuldi vera tað, sum setti gongd á oljuleitingina er væl nakað, sum man ikki eigur at vera minni fegin um segði Tony Lloyd, tá hann heilsaði uppá tann væl yngri føroyska ráðharran, Bárð Nielsen.

Tony Lloyd segði seg vóna, at leitingin eftir olju og gassi við Føroyar fór at bera ávøkstur, og hann helt tað eisini vera náttúrligt, at Føroyar og Bretland hildu fram við tí góða samstarvsanda, sum eyðkendi innihaldið í marknaavtaluni, har bretar fyri stóran part góvu seg og í tí stóra og heila góðkendu føroysku ynskini/krøvini um at brúka miðlinjuna sum undirgrundarmark.

-Meg lysti eisini at frætta, hvussu tað gongur á sjálvstýrisøkinum spurdi ein forvitin Lloyd eina av nýggju sambandsstjørnunum í landsstýrinum. Og ikki er ilt at gita, hvat sambandstingmaðuruin mundi svara: -Sjálvstýristilgongdin er í góðum og tryggum hondum. Tað gongur tann rætta vegin, vit hava góð viðurskifti við Danmark, men menna okkara samfelag út frá okkara egna veruleika. Og nettupp tí eru vit komnir til Bretlands at síggja, hvussu tit skilagott skipa tykkara samfelag, her ikki minst vinnulívið og allan fíggingarsektorin.

Tony Lloyd sigur seg hava fingið áhuga fyri Føroyum eftir hendingarnar seinast í 90-unum. -Oljan og markið er so eitt sum vit hava í felag. Men vit hava eisini annað í felag. Hann heldur tað vera rætt og áhugavert at merkja sær, at vit hava eisini felags uppruna og røtur, eitt nú er bæði víkinga- og keltiskt blóð í okkara æðrum. Áhugavert er tí at frætta, hvussu vit sum næstu grannar og við okkara felags uppruna hava ment okkum.

Ein av orsøkunum til at vitja í London var nettupp at kunna seg við møguleikan at fáa íleggjarar at seta pengar í føroyska oljuleiting. At tilvildin vildi tað so, at man nettupp skuldi møta tí manninum og framstandandi politikaranum, ið skrivaði undir avtaluna, sum gjørdi eina oljuleting møguliga, má sigast at vera lagnunnar positiva speisemi.