Hildur Eyðunsdóttir
???????????????
Sethúsabygging og íbúðarbygging í Havnini er alt ov nógv merkt av tilvild, og av væntandi politiskari støðutakan, men tað nýtist ikki at vera so.
Fleiri keypa lidnar bústaðir
Tað er vorðið alt meira vanligt, at fólk keypa sær eini liðug hús ella íbúð, heldur enn at byggja sjálvi. Seinnu árini hava byggimeistarar keypt stór øki og gjørt heilar útstykkingar og stórar býlingar. Hetta er eisini vanligt í øðrum londum, og var eisini nógv gjørt í Havnini í fimmtiárunum tá raðhúsini í eysturbýnum og í Jóanesar Paturssonargøtu vóru bygd. Tað er heldur einki býtt hugskot um bygt verður við skili. Tó setur tað størri krøv til byggiharran og ikki minst til býarskipanina, tí hesi byggjarí síggjast so væl, og koma at merkja trivnaðin í býnum í nógv ár framyvir.
Byggiharrin ræður
Ov nógv av teimum íbúðum og raðhúsum, sum verða bygd í dag, hava so at siga einki felagsøki yvirhøvur, og ei heldur nakað privat uttandura øki, hvørki altan ella garð. Har hvørt tún liggur undir asfalti, og har børnini tí mugu leita burturúr økinum, fyri ikki at spæla millum bilarnar.
Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum og okkara býi. Har útboð og eftirspurningur ræður ótálmað, verður dygdin mangan gloymd. Helst ikki dygdin á sjálvum húsunum, tí handverksdygdin er vanliga stak góð í Føroyum, men so avgjørt tær byggilistarligu dygdirnar. Tað vantar mangan atlit fyri heildini, og fyri trivnaðinum hjá teimum sum skulu búgva í nýggju økjunum.
Tí er neyðugt hjá kommununi at leggja seg útí hvussu bygt verður. Kommunan nýtist ikki at blanda seg í fría marknaðin, men kommunan skal seta treytir, so tað sum kemur á marknaðin er nøktandi.
Kommunan má vísa vegin og seta krøv
Tað hevur júst verið ein áhugaverd framsýning við burðardyggari byggilist í Norðurlandahúsinum. Har vóru ymisk boð, úr øllum norðurlondum, uppá sethús og býlingar har bæði umhvørvi og trivnaður eru sett í hásæti.
Føroyskt íkast er eisini. Randarhúsini sum vóru bygd seinast í áttatiárunum, standa so litføgur og fjølbroytt og livandi, sum eitt virðiligt prógv um øðrvísi bústaðarbygging í Føroyum.
Tað hava verið aðrar, eins spennandi, byggiætlanir bæði undan, og eftir, at randarhúsini vóru bygd, serliga Berjabrekka, og Tórsbyrgi, sum eg haldi vera millum tey mest spennandi, og hugnaligu, byggilistarligu avrikini í Føroyum. Bygdir í býnum, sum anga av trivnað.
Í øllum hesum ætlanum var Tórshavnar býráð stigtakari, og eg haldi, at hóast byggitøkniligir og fíggjarligir trupulleikar hava verið í hesum verkætlanum, so hava hesar kortini ríkað býin eina mest.
Hesir býlingar eru prógv um, at kommunan skal vísa nógv meiri áhuga fyri tí sum bygt verður. Politiskt skulu vit stinga út í kortið, og seta trivnaðarkrøv, bæði til uttanumøki, og byggilistarlig atlit. Vit skulu seta tey krøv, sum marknaðurin ikki megnar at seta, og hjálpa byggiharrunum at byggja ein betri bý.