Túgvusteinur fiskar tunfisk í Suðuratlantshavi

Partafelagið Thor í Hósvík hevur gjørt sáttmálar í Namibia og Suðurafrika um at sleppa at fiska tunfisk, svørðfisk og annan uppisjóarfisk í Suðuratlantshavinum

Línubáturin Túgvusteinur úr Hósvík er í Suðuratlantshavi og fiskar millum annað tunfisk, sum seldur verður á amerikanska marknaðin.

Meðan menn koma hinumegin Jørðina at fiska tunfisk undir Føroyum, eru nakrir føroyingar farnir hálvan veg hinvegin at fiska sama fiskaslag. Ella kanska okkurt systkinabarn, tí tunfiskasløgini eru rættiliga mong í tali.

Túgvusteinur hevur verið í Suðuratlantshavinum síðan august mánaða í fjør, sigur Gunnbjørn Joensen, sum er reiðari á teimum trimum skipunum, sum Partafelagið Thor í Hósvík eigur. Tey eru, umframt Túgvustein, eisini Thor og Lars A. Kruse, sum felagið nýliga hevur keypt úr Danmark fyri 4,75 milliónir krónur, men ikki endaliga yvirtikið enn.

Gunnbjørn Joensen, reiðari, sigur, at teir hava góðar vónir til fiskiskapin har suðuri, hóast tað enn ikki hevur givið tað heilt stóra.

Men sum frá líður, og royndirnar fara at vísa seg, væntar hann, at tað fer at bera til.

Tað, sum vit frætta frá japanska fiskiskapinum undir Føroyum, er, at her verður allur fiskurin frystur. Og tað skal vera niður á 60°.

Slíka frystiorku hevur Túgvusteinur ikki, so okkurt annað má roynast.

Hóast japanarar so at siga stýra tunfiskamarknaðinum, eru tó aðrir møguleikar at selja, sigur Gunnbjørn Joensen. Og teir selja sína veiðu feska á amerikanska marknaðinum.

Tað er tó bara tað allarbesta, sum sent verður feskt við flogfari til New York, sigur Gunnbjørn Joensen. Tað verður væl og virðiliga skilt, og tað, sum ikki verður mett sum avgjørd toppgóðska, verður fryst og selt á lokala marknaðinum suðuri í Afrika. Men tað er eisini rættiliga stórur prísmunur, sigur Gunnbjørn Joensen.

Sáttmálarnir, sum gjørdir eru har suðuri eru galdandi eitt og tvey ár í senn. Tvey ár í Namibia og eitt ár í Suðurafrika.

Við Túgvusteini eru vanliga 13 - 14 mans. Av hesum eru tríggir - fýra føroyingar, meðan restin er haðani, skipið fiskar.

Gunnbjørn Joensen sigur, at suðurafrikanarar eru í ferð við at avmarka stóru, japansku tunfiskaveiðuna har suðuri.

Grundin er, sigur hann, at suðurafrikanarar meta seg fáa ov lítið at vita frá japanarum um tað, teir havast at.

Men hann metir, at tað fer at verða torført at sleppa uttan um japanarar, tá ein skal fiska tunfisk. Tí teir sita sum sagt mestsum á marknaðinum, tá tosað verður um frystan tunfisk.

Tað er eingin bingja í heiminum, sigur Gunnbjørn Joensen, sum frystir niður á 60°, so har noyðast móðurskip til at flyta fiskin av fiskileið á marknað. Og tey skipini eiga japanarar.

Gunnbjørn Joensen metir, at tað kann fara at bera til at veiða tunfisk undir Føroyum. Og hann heldur eisini, at teir, við teimum royndum, teir hava fingið við Túgvusteini, eru rímuliga væl fyri at fara undir slíkan fiskiskap.

Útreiðslunum er hann ikki so ógvuliga bangin fyri, tí teir hava mestu útgerðina longu frammanundan, so tær stóru íløgurnar, væntar hann ikki, verða neyðugar.