Einskiljingin av Atlantsflogi
- Gongst sum ætlað, skuldi tað verið klárt at selt Atlantsflog í heyst.
Tað metir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Sum tað sæst í aðrari grein, heldur hann, at so at siga alt Løgtingið sum tað er, var so jaligt sum sjáldan fyrr, táið málið var til viðgerðar í gjár.
Tí vónar hann, at tann víðari viðgerðin í Løgtinginum verður líka jalig, tó so ikki útlit verið fyri trupulleikum á vegnum og tískil eru útlit fyri, at tað fer at ganga skjótt hjá Løgtinginum at avgreiða málið.
Táið málið er endaliga avgreitt í løgtinginum, kann landsstýrismaðurin fara undir at fyrireika sjálva søluna.
- Tað fyrsta verður, at vit lýsa eftir einum ráðgevara. Føroyski virðisbrævamarknaðurin er limur í íslendska virðisbrævamarknaðinum, ISEX og talan skal tískil vera um ein ráðgevara, sum ISEX, góðkennir. Her kann talan vera bæði um ein føroying ella ein útlending.
Tað tekur vanliga ein mánaða at lýsa eftir og at finna ein ráðgevara.
Ráðgevarin skal síðani gera eitt prospekt, ella eina allýsing av Atlantsflogi til møguligar keyparar.
Samstundis skal ráðgevarin seta upp allar tær treytir, sum landsstýrið hevur, sum blokerandi minniluti. Ein treyt er, at Atlantsflog skal hava høvuðssæti í Føroyum.
Bjarni Djurholm sigur, at tað er eitt arbeiði, sum vanliga tekur tríggjar mánaðir.
Tá ið tað er liðugt, er klárt at lýsa virðisbrøvini til sølu og gongur sum ætlað, verður tað sostatt einaferð í heyst.
Í fyrstu syftu verða 33% av Atlantsflogi seld í fríari sølu til almenningin.
Fyri at kunna skráseta felagið á virðisbrævamarknaðinum, skulu minst 300 partaeigarar verða, men ongin kann eiga meiri enn 10%. Táið talið er rokkið, verður Atlantsflog skrásett á virðisbrævamarknaðinum.
Spurningurin er so, hvat síðani hendir.
- Samtykkir løgtingið at selja 66% av Atlantsflogi í einum, verður støða tikin til, nær og hvussu hini 33% av partabrøvunum skulu seljast til ein ella nakrar sterkan íleggjara.
Eitt, sum fleiri løgtingslimi síggja eitt stórt virði í, er, at Atlantsflog framhaldandi hevur støð í Føroyum. Landsstýrið hevur ført fram, at tað skal tryggjast við einum partaeigarasáttmála, har landsstýrið setir sum treyt fyri søluni, at felagið verður verandi í Føroyum. Hinvegin føra onnur fram, at onki álit er í einum slíkum sáttmála, tí tað ber altíð til at máa støðið undan honum.
Men tað heldur Bjarni Djurholm er ein ógrundaður ótti.
- Vit hava brúkt nógva tíð upp á at útgreina ein slíkan partaeigarasáttmála. Tað er eitt undirskrivað skjal ímillum tveir partar og tað brýtur annar parturin ikki órevsaður, sigur landsstýrismaðurin.
Upprunaliga var ætlanin, at ein slíkur partaeigarasáttmáli skuldi vara í sjey ár í fyrstu syftu, men í uppskotinum, sum nú er lagt fram, er onki áramál sett á. Hann verður tískil bindandi so leingi Løgtingið vil hava, at hann skal vera bindandi.