Rúna Sivertsen
Formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Tað er ikki tað ting, ið ikki kann kannast, og við kanningum er møguligt at finna orsøkir og gera niðurstøður.
Sjálvt við at kanna lutir, ið eru elligamlir, ber til at finna útav tí ótrúligasta.
Men í sambandi við eitt ferðsluóhapp Millum Fjarða, har eitt hjól loysnaði av einum trailara, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík við Sosialin, at tað bar ikki til hjá honum at staðfesta nágreiniliga, hvør orsøkin var til óhappið.
Víðari sigur løgreglu-maðurin, at tá hendingin er hend, so hava vit ongan møguleika at kanna, hvørt hetta var vegna vantandi eftirlit, ella um talan var um eitt brek av onkrum slag.
Sjálvsagt kann løgreglumaðurin ikki staðfesta, hví hjólið loysnaði. Tað er ikki hansara uppgáva, og ei heldur er hann útbúgvin at kanna slíkt. At siga við ein fjølmiðil, at tað ikki ber til at kanna og staðfesta orsøkina er púrasta burturvið.
Neyðugt at kanna
Tá vanlukka hendir á sjónum, verður kanning gjørd, sjóforhoyr hildið og frágreiðing skrivað. Men tá ferðsluvanlukkur henda í Føroyum, verða tær ikki kannaðar út í æsir, soleiðis, sum gjørt verður í grannalondum okkara.
Løgmaður hevur sagt, at Føroyar um stutta tíð skal verða heimsins mest framkomna land. Hetta ljóðar mikið gott, og mítt inniliga ynski er, at tað skal gangast okkum eftir ynski løgmans.
Men tá tað kemur til ferðsluna, kunnu vit ikka siga annað, enn at Føroyar eru eitt tilafturskomið land.
Av Norðurlondum eru Føroyar ringast fyri, tá ið talan er um deyð í ferðsl-uni.
Í teir 49 dagarnar, sum higatil eru farnir av hesum árinum, hava vit mist fýra mannalív orsakað av ferðsluvanlukkum.
Hetta kunnu vit ikki tigandi hyggja at og góðtaka!
Hvørki mið ella mál
Nú er upp á tíðina at seta niður eina ferðsluskaðanevnd, soleiðis at veruligu orsøkirnar til óhapp og vanlukkur í ferðsluni kunnu finnast.
Føroyar er einasta land í Norðurlondum, sum ongan ferðslupolitikk hevur. Hetta undrast hini londini stórliga á, ikki minst, tá tey síggja, hvussu nógvar álvarsligar vanlukkur henda hjá okkum.
Hyggur tú inn á heimasíðuna hjá Vinnumálaráð-num, sum umsitir ferðslu-mál, er ikki eitt einasta orð at finna um ferðslu ella ferðslupolitikk.
Einans ein slóð til heimasíðuna hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd ber boð um, at Vinnumálaráðið hevur nakað við ferðslu at gera.
Tað er flóvisligt at umboða Føroyar á norðurlendsku fundunum, og noyðast at viðganga, at enn hevur politiski myndug-leikin ikki fingið í lag at samtykkja ein ferðslupolitikk fyri Føroyar.
Tað er tó ikki tað ringasta.
Tað ringasta eru avleiðingarnar av, at vit í Før-oyum taka ferðslutrygdina í so lítlum álvara!
Fakta:
Í Føroyum eru seinastu 10 árini, í miðal, fleiri enn 8 fólk deyð í ferðsluvanlukku, í mun til 100.000 fólk.
Í Noregi og Svøríki er talið
5-6.
Í Finnlandi 6-7.
Í Danmark 7-8.