Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, sum samráðast, hava longt sáttmálan, sum fór úr gildi 1. mai, til og við á midnátt hósdagin 7. mai.
Feløgini samráðast um nýggjan sáttmála, og hildið verður á við samráðingunum í morginári.
Arbeiðarafeløgini, sum samráðast saman eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag.












