Greiðari reglur ímóti skøkjulevnaði í Føroyum

? Vit eiga at umhugsa eisini at revsa tey, sum keypa tænastur frá skøkjum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Skøkjulevnaður

Føroyingar eiga at vera við í altjóða tiltøkum, sum kunnu forða fyri kynsligari misnýtslu og handli og sex-handli sum heild.
Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum.
Í Løgtinginum í gjár skuldi hann svara nøkrum spurningum, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri miðflokkin hevur sett honum um striptease og skøkjulevnað í Føroyum.
Beinleiðis orsøkin til, at Løgtingsmaðurin reisir spurningin, er eitt blað, sum HB sendi í hvørt hús í høvuðsstaðarøkinum á Ólavsøku, har lýst varð við Striptease í einum klubba í Havn.
Høgni Hoydal vísir á, at so leingi, vit ikki hava yvirtikið málsøki, er talan um danskt ábyrgdarøki burturav og landsstýrið hevur hvørki innlit í upplýsingar ella ávirkan á arbeiði hjá løgregluni og teimum donsku myndugleikunum, sum umsita økið.
Tað er tí danska fólkatingið og danska lógmálaráðið, sum hava evsta myndugleikan yvir á hesum øki.
Høgni Hoydal vísir á, at samanumtikið er skøkjulevnaður, handil við kvinnum og útbreiðsla av pornografiskum tilfari, bannað í Føroyum.
Men hann leggur afturar, at lóggávan er gomul og hevur ikki verið dagførd í samsvari við nýggju fjølmiðla og teldutøknina.
Kortini samtykti Løgtingið einmælt í fjør at seta forboð gildi fyri barnapornografi á alnetinum.
? Viðvíkjandi striptease má fútin gera ein meting í hvørjum einstøkum føri, um talan er um ólógligt virksemi ella ikki,sigur Høgni Hoydal.
Fútin hevur upplýst fyri Høgna Hoydal, at verður eitt ítøkiligt mál um striptease meldað til løgregluna, verður tað kannað á vanligan hátt fyri at vita, um grundarlag er fyri at reisa ákæru í málinum.

Greiðari reglar
Høgni Hoydal sigur annars, at í løtuni verður arbeitt við at yvirtaka bæði løgreglu, rættarskipan og sostatt eisini revsilógina í síni heild
? Í tí sambandi verður eisini viðgjørt, hvussu rættarreglarnar skulu vera í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Eftir hansara tykki er tørvur á at gera reglarnar og revsingarnar greiðari . Og ikki minst heldur hann, at tað er neyðugt at dagføra lóggávuna í sambandi við ólógligt virksemi tvørtur um landamark, í samabandi við altjóða, skipaðan kvinnuhandil o.s.fr.
Í hesum sambandi eigur útlendingalóggávan og onnur lóggáva eisini at vera dagførd.
?Eitt nú hava tiltøk og fyribyrging mótvegis rúsevnum og øðrum, stóran týdning í hesum sambandi, tí samanhangur er ímillum tær umstøður, ið enda við kriminaliteti og misnýtslu á ymsum økjum.
Hann heldur eisini, at nú, vit hava fingið alnet, eiga Føroyar somuleiðis at vera við í altjóða tiltøkum, sum kunnu fyribyrgja kynsligari misnýtslu og handli á hesum øki yvirhøvur.
Hann vísir eisini á, at aðrastaðni verða lógir settar í gildið sum eisini revsað tey, ið keypa tænastur frá skøkjum.
Tað heldur hann er skilagott og hetta eigur eisini at vera tikið við í arbeiðið at gera eina føroyska lóggávu á økinum.