út um geilar. Hjá afturhaldskórinum er tað heldur ikki innihaldið, sum telur. Í øllum orðaskiftinum um fullveldi havi eg ikki funnið eitt einasta ítøkiligt uppskot um, hvussu vit skulu skipa hetta land [...] land, um fullveldisætlanin hjá landsstýrinum ikki kann verða framd á hesum sinni. Tað er einans uppskotið hjá landsstýrinum, sum er møguligt og ráðiligt at seta í verk, tí hetta uppskot er gjøgnumarbeitt [...] landinum, eru samdir um, at ríkisrættarliga støðan má og skal broytast. Tilvildarliga og ábyrgdarleysa stýringin av landinum og landsins virðum má ikki kunna koma fyri aftur. Hetta vísti úrslitið á seinasta
hvussu tað verður komandi ár. Um somu spælararnir halda fram í Íslandi, sum hava verið her í ár, og um vit framvegis verða á landsliðnum, so verða tað fimm landsliðsspælarar, sum um eitt ár fara at vera í somu [...] vísir Sámal Joensen á. Leifturs maðurin hugsar umframt um seg sjálvan og liðfelagarnar Jens Martin Knudsen og John Petersen eisini um Una Arge og um Pól Thorsteinsson. Hesin síðsti verður eftir landsdystirnar [...] sagt, at "Føroyskur avtaluleikari uttanlands kann bert fáa loyvisbræv til at leika í Føroyum, um umsókn um hetta verður latin kappingarnevndini í seinasta lagið 28. juli í kappingarárinum. Við umsóknini skal
fyri føroyingum, um føroyingar stóðu saman. Vónandi hevur unga ættarliðið eina kollveltandi uppfatan um viðurskiftini við Danmark. Seinastu veljarakanningarnar bera tíbetur boð um hetta. Vagnur Michelsen [...] gerast føroyskir tænastumenn. Vit hoyra ikki eitt orð um hetta í dag, løgreglufólkini í Føroyum eru framvegis donsk tænastufólk. Hvussu ber hetta til? Fleiri politiskir flokkar vilja eisini hava ein bita [...] núverandi løgmanni. Fyri kortum legði Tjóðveldisflokkurin uppskot fyri løgtingið um at yvirtaka fólkakirkjuna. Kjakið um fólkakirkjuna var á ógvuliga lágum støði, og aftur her merkti tú spjaðingina. Tú
Talan er um tvey japonsk tunfiskaskip, sum nú í eina tíð hava verið á royndarveiðu undir Føroyum. FØROYINGAR hava við jøvnum millumbili tosað um tunfisk - um tað nú var nakað fyri okkum og um hetta fiskaslag [...] annan mánað. Hetta má sigast at vera framúr gott. Hetta kann vónandi fáa onkran her heima at rakna við, men tað má ikki enda sum í Hemaraævintýrinum á sinni, tá hvør maður skuldi leggja um til hemaraveiðu [...] langt burtur í fjarskotin høv at fiska uttan at vit geva okkum far um allar teir møguleikar, sum eru her heima hjá okkum sjálvum. Hetta er so ikki nakað nýtt. Tí soleiðis hava vit altíð gjørt, og kanska
fyri eitt at biðja um samráðingar við donsku stjórnina um bankaendurgjald og um skuldarspurningin. Men tað eru eisini nógvir aðrir spurningar, sum vit skulu tosa við donsku stjórnina um. Ein teirra er v [...] halda seg kunna samstarva um ein realistiskan politikk, finna saman sum skjótast og skipa landsstýri. Tað er greitt, at nógv leikar á hjá einum nýggjum stýri, tá hugsað verður um turbolentu tíðirnar í 90-unum [...] áhugavert at vita, hvat danir halda um henda spurning - og hvussu teir fara at fyrihalda seg til hann. AÐRIR spurningar eru m.a. ætlanin at útbyggja flogvøllin í Vágum. Hetta er eitt mál, sum tíanverri er komið
? Eg eri fyri, at betrað verður um ferðasambandið í Føroyum. Hetta merkir, at eg eisini eri fyri undirsjóvartunlinum um Vestmannasund. Men eg eri ímóti, at arbeiði at gera tunnilin verður latið útlendingum [...] førinum til Finnboga Arge. Heini O. Heinesen vísir á, at um útlendingar skulu gera undirsjóvartunnilin um Vestmannasund uppá tilboð, so merkir hetta, at amboðini hjá Landsverkfrøðinginum rusta burtur í einki [...] Hann vísir á, at um Landsverkfrøðingurin fekk 20 til 30 milliónir um árið at arbeiða fyri, hevði ikki gingið long tíð áðrenn tunnilin var liðugur. Harafturat vísir hann á, at hetta hevði merkt, at peningurin
greiðar upplýsingar um málið sum skjótast. Tað skerst ikki burtur, at nógv varð tosað um hetta mál, ikki bara um sjálva niðurleggingina av starvinum sum landsverkfrøðingur, men eisini um møguligar bygnað [...] burtur. Hetta var áðrenn tosið um møguligar bygnaðarbroytingar á Landsverkfrøðingsstovninum var byrjað. Áðrenn starvið sum landsverk- frøðingur varð niðurlagt, varð Henning Jacobsen kunnaður um, at broytingar [...] mál um bygnaðarbroytingar, var brot á § 2 í sáttmálanum millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Vinnumálastýrið vendi sær tí til lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum fyri at fáa greiði á, um sáttmálin
landsstýrismannin um ikki at hokna undir hesum trýsti frá útlendingum, men at seta garð um hvønn skipabólk og virka saman við hvørjum skipabólki sær at menna og fáa sum best burturúr. Hetta halda vit vera [...] Hesir báðir reiðarar fingu tað til at ljóða sum um fiskimálaráðharrin bara máaði kvoturnar undan teimum og at teir ongantíð høvdu fingið nakað í staðin. Hetta er ikki rætt. Í 1996 keypti landskassin stóran [...] eftir ráðum frá fiskifrøðini eisini bert fiskast við nót. Einki varð tosað um svartkjaftaloyvir til ídnaðarbátar í 1996. Hetta kom ikki upp á tal fyrrenn fiskiskapurin batnaði í 1997/98. Skipini hjá hesum
á nakran hátt bøta um støðuna, sum hon er í dag. Tvørturímóti, heldur hann, at tað sindrið, sum verður gjørt í dag gjøgnum Filmseftirlitið, bøtir um. Birgir er sannførdur um, at hetta er tað sama sum at [...] meira um vandarnar við hesum. Upplýsing kostar eisini Birgir Kruse spyr fyrst og fremst um, hvussu landsstýriskvinnan ætlar, at upplýsing skal veitast, tá man niðurleggur alla játtanina til hetta økið. [...] gera upplýsingararbeiðið. Um tað so fer at enda við, at Føroyar detta langt aftur um okkara grannalond á hesum økinum, sum Birgir Kruse er bangin fyri, ella tað fer at betra um støðuna á økinum - tað kann
samgongu, sum er samd um ein politikk, men er kanska ósamdir um onkri mál, sigur Jenis av Rana, Eitt lógarmál um skrásett parlag verður als ikki borið í tingið í verandi samgongu. Hetta ger Jenis av Rana greitt [...] heldur, at málið um skrásett parlag hevur skapt óneyðuga øsing og spjaðing í Føroyum. Ábyrgdina fyri fyri hetta - sambært Jenis av Rana ? hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum. ?Hetta málið byrjaði [...] Miðflokkinum greiða. Jenis kallar støðuna fyri tragiska, sum hon hevur útviklað seg. ?Tað tykist sum um, at hetta er tað einasta, hann hevur eftir. Vit eru førd tættari at ES, og vit hava givið dønum 366 mió