SKRÁSETT PARLAG
Jenis av Rana, tingmaður og formaður fyri Miðflokkin, heldur, at málið um skrásett parlag hevur skapt óneyðuga øsing og spjaðing í Føroyum.
Ábyrgdina fyri fyri hetta - sambært Jenis av Rana ? hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum.
?Hetta málið byrjaði ikki á berum, men tað var Høgni Hoydal, ið byrjaði hetta málið, Hann hevur megnað at øsa fólk móti hvørjum øðrum. Hann eigur sjálvur alla ábyrgdina, sigur Jenis av Rana.
Bill Justinussen, landsstýrismaður fyri Miðflokkin, Høgni Hoydal og Jenis sjálvur vóru fyri góðum tveimum vikum síðani á einum óformellum fundi, har teir báðir úr Miðflokkinum heittu á landsstýrismannin í lógarmálum um at halda eitt sindur aftur við málinum, tá arbeitt verður við málinum, og tað liggur væntandi langt frammi í tíðini. Teir gjørdu støðuna hjá Miðflokkinum greiða.
Jenis kallar støðuna fyri tragiska, sum hon hevur útviklað seg.
?Tað tykist sum um, at hetta er tað einasta, hann hevur eftir. Vit eru førd tættari at ES, og vit hava givið dønum 366 mió. kr av livigrundarlagnum í Føroyum. Prísurin hevur verið alt ov dýrur, sigur Jenis av Rana.
Sjálvur hevur Høgni Hoydal áður greitt frá, at hann ætlar at leggja tey mál fram, sum skulu vera við til at tryggja rættartrygdina í Føroyum. Serliga tá hugsað verður um, at politiska ætlanin er at gera Føroyar meira sjálvbjargnar, og hetta merkir m.a., at eitt lógarverk verður skapt fyri føroyska samfelagið.
Jenis av Rana fílíst ógvuliga nógv á, at vit í Føroyum umhugsa eina danska lóg, sum er púra greitt ímóti siðvenjuni og mentanini í føroyska samfelagnum.
?Vit roknaðu avgjørt við, at vit fingu føroyskar lógir á hesum økinum heldur enn danskar, sigur Jenis av Rana.
Støðan greið
Hjá Jenis av Rana og Miðflokkinum er støðan um skrásett parlag ógvuliga greið.
?Fyri okkum er tað so sera einfalt: Har bíblian er greið - og tað er møguliga støð, har hon ikki er greið - men tá hon er greið, tá ber ikki til at kjakast um hana. Tað er okkara tykki fullkomiliga skeivt, at tað føroyska tingið skal fara at kjakast um, hvørt tað er rætt, hvat bíblian sigur. Tað, sum bíblian sigur, skal bara yvirhaldast, heldur Jenis av Rana.
Tingmaðurin fyri Miðflokkin avvísir staðilig, at teirra støða er ódemokratisk.
?Tað er júst demokrati, tá tú ger eina samgongu, sum er samd um ein politikk, men er kanska ósamdir um onkri mál, sigur Jenis av Rana,
Eitt lógarmál um skrásett parlag verður als ikki borið í tingið í verandi samgongu. Hetta ger Jenis av Rana greitt.
?Tað kann vera, at tað verður borið í niðan í tingið til eitt aðalorðaskifti ella sum eitt familjumál, men ikki sum eit lógarmál við verandi samgongu, sigur Jenis av Rana.
Nøgdur við samgonguna
Hóast stevið og orðingarnar eru farnar nakað av leið hesa seinastu tíðina, so er Jenis av Rana kortini væl nøgdur við samgonguna ? hina fyrstu við Miðflokkinum ? sum nú hevur meira enn fýra mánaðir á baki.
Jenis letur væl at, og hann roknar eisini við einari greiðari semju um fíggjarlógina, nú hon skal samtykjast í næstum.
Jenis er tó skuffaður av, at málið um skrásett parlag ikki varð nevnt við einum orði í samgongusamráðingunum. Hann sigur seg vera púra vísan í, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevði kunnað farið í verandi samgongu, um hann hevði greitt frá hesum frá byrjan, og kravt tað við í samgonguskjalið. Hann metir tað harumframt vera lítið sannlíkt, at nakar annar flokkur uttan Javnaðarflokkurin hevði farið í eina samgongu, har skrásett parlag var í samgonguskjalinum.
?Á hesum økinum við m.a. skrásettum parlag kann samgongan skjótt fáa ein trupulleika, sigur Jenis av Rana.
Hann leggur dent á, at Miðflokkurin ætlar sær ikki úr nakrari samgongu, men málið kann gerast ein trupulleiki fyri avvarðandi landsstýrismann og samgonguna.
Undir tí teiginum, ið kallast fyri ríkisrættarliga støðan í samgonguskjalinum, stendur at lesa, at samgongan ætlar at yvirtaka ?Familjurættarmál?. Seinni í samgonguskjalinum stendur at lesa: ?Allar yvirtøkur verða neyvt fyrireikaðar í samskifti við allar avvarðandi partar og neyvar umsitingar- og fíggjarætlanir gjørdar og lagdar fyri Løgtingið, áðrenn yvirtøkan verður framd.?
Og í sama samgonguskjali stendur at lesa:
?at tað verður Løgtingið, sum ger av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru knýtt at suverenitetinum, kunnu yvirtakast sum sermál?
Mynd: Jenis av Rana vil ikki hoyra talan um, at bíbilskir sannleikar verða kjakevni í Føroya Løgtingi.