Landsstýrismaðurin forðar tunlinum

Heini O. Heinsen sigur seg ikki beinleiðis vera ímóti anlegslógini, men heldur ímóti ógvusliga kleyvarskapinum hjá Finnboga Arge, ið er einasta forðingin fyri, at boringin undir Vestmannasundi enn ikki er byrjað

? Eg eri fyri, at betrað verður um ferðasambandið í Føroyum. Hetta merkir, at eg eisini eri fyri undirsjóvartunlinum um Vestmannasund. Men eg eri ímóti, at arbeiði at gera tunnilin verður latið útlendingum upp í hendi, tá vit hava røttu førleikarnar til slíkt arbeiði her í Føroyum. Talan er um oysa pening út av landinum, sigur ein ikki sørt argur Heini O. Heinsen, ið heldur, at tað má vera eitt mark fyri, hvussu býttisliga ein landsstýrismaður kann bera seg at, og sipar hann í hesum førinum til Finnboga Arge.

Heini O. Heinesen vísir á, at um útlendingar skulu gera undirsjóvartunnilin um Vestmannasund uppá tilboð, so merkir hetta, at amboðini hjá Landsverkfrøðinginum rusta burtur í einki, samstundis, sum vit eisini missa føleikan at gera tunlar. Tí verður tað eitt útlendskt felag, ið skal gera tunnilin undir Vestmannasundi, so er eingin ivi um, at felagið nýtir egna arbeiðsmegi í staðin fyri føroyska, heldur Heini O. Heinesen, ið sjálvur hevur arbeitt hjá Landsverkfrøðinginum. Heini O. Heinesen sigur, at vit í løtuni hava fólk við førleika at gera tunlar, men sleppa hesi ikki framat slíkum arbeiði skjótt, missa tey hendan førleikan, og er vandi tískil fyri, at útlendsk feløg møguliga eisini mugu taka sær av øðrum tunnilsarbeiðum kring landið.


Kunnu keypa útlendska vitan

Heini O. Heinesen vísir á, at hann heldur tað vera ógvuliga øvugt, at eitt útlendskt felag skal koma til Føroya at gera tunnil um Vestmannasund við hjálp frá Landsverkfrøðinginum. Hann sigur seg vita, at okkurt av útlendsku feløgunum hevur meldað út, at tað ynskir hjálp frá Landsverkfrøðinginum.

? Tað rætta hevði verið, at Landsverkfrøðingurin slapp at gera tunnilin, og um neyðugt var at fáa serkøna hjálp uttanlands, kundi Landsverkfrøðingurin keypt sær hesa hjálp frá útlendskum feløgum, sigur Heini O. Heinesen og vísir á, at tað, sum í løtuni verður gjørt, er beint tað øvugt av hesum.

? Eftir mínum tykki er Finnbogi Arge beinleiðis í ferð við at køva Landsverkfrøðingsstovnin, sigur Heini O. Heinesen.

Løgtingslimurin úr Norðoyggjum heldur, at ófantaliga arbeiðið hjá landsstýrismanninum hevur gjørt, at arbeiðið uppá undirsjóvartunnilin er seinkað eitt hálvt ár. Hann vísir á, at um Landsverkfrøðingurin fekk 20 til 30 milliónir um árið at arbeiða fyri, hevði ikki gingið long tíð áðrenn tunnilin var liðugur. Harafturat vísir hann á, at hetta hevði merkt, at peningurin beinleiðis varð játtaður av fíggjarlógini, eins og allir aðrir tunlar, fyrr eru gjørdir í Føroyum. Hann vísir á, at hetta ikki ber til við ætlanini hjá Finnboga Arge, tí tá felag hevur givið tilboð um at gera undirsjóvartunnilin, so má gjaldast, og merkir hetta, at tunnilin verður fíggjaður við lántøku.


Royndarboringar óneyðugar

? Allar royndarboringarnar, gjørdar eru viðvíkjandi undirsjóvartunlinum í seinastuni eru beinleiðis óneyðugar. Tær eru bert ein staðfesting av tí arbeiði, Landsverkfrøðingurin fyri langari tíð síðani hevur gjørt. Tískil er nógvur peningur óneyðugt farin fyri skeyti, bert fyri at staðfesta, at arbeiðið, Landsverkfrøðingurin hevur gjørt, er í lagi.

Heini O. Heinesen sigur, at eftir hansara tykki hevur Landsverkfrøðingurin eins stóran førleika at gera tunlar, sum einhvør útlendsk fyritøka. Hann vísir á, at uttan Landsverkfrøðingin, var eingin tunnil nakrantíð komin í Føroyum.

? Eg havi verið uttanlands og hugt at tunlum, privatar fyritøkur hava gjørt, og eftir mínum tykki er einki ørvísi við hesum tunlum enn teimum, Landsverkfrøðingurin hevur gjørt í Føroyum. Eg kann leggja afturat, at tað summastaðni er av berum hepni, at tað hevur eydnast privatu fyritøkunum at gera nakran tunnil.

Heini O. Heinesen vísir á, at um ein útlendsk fyritøka kemur til Føroya at gera undirsjóvartunnilin um Vestmannasund, fer hon at taka egin amboð við, møguliga eisini lastbilar og annað. Orsøkin er nevniliga tann, at um slík amboð standa ov leingi still, kunnu tey ikki nýtast. Tískil verða tað útlendingar, ið fara avstað við øllum arbeiðinum. Hetta sigur Heini seg vita av egnum royndum.


Byrja beinanvegin

? Tað var eitt samt Løgting, ið á sinni vildi, at undirsjóvartunnilin skuldi gerast. Men meiningin var allatíðina, at Landsverkfrøðingurin skuldi gera hann. Tískil mæli eg til, at landsstýrismaðurin letur Landsverkfrøðingin sleppa framat, so arbeiðið kann byrja beinanvegin, sigur Heini O. Heinesen at enda.