Birgir Kruse heldur, at tað er púra burturvið, at Filmseftirlitið verður tikið burtur. Hann heldur, at Føroyar við hesum fara at taka seg burtur frá einum øki, sum grannalond okkara í nógv, nógv størri mun taka aktivt lut í.
? Norðanlond eru kend kring allan heimin fyri at vera millum tey fremstu, tá tað kemur til gransking av nettupp børnum, og hvussu tey verða ávirkað av fjølmiðlum, og tí er tað heilt burtur við, at politikarar í Føroyum ætla at avtaka tað arbeiðið, sum verður gjørt á hesum økinum, sigur hann.
Birgir hevur pedagogiska diplomeksamiu í samskifti við høvuðsdenti á børn og talgildar miðlar. Frá 1984 til 92 var hann formaður í Filmsfelagnum, og hevur hann í mong ár undirvíst ungum í og við fjølmiðlum.
Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, sum leggur hetta uppskotið fram. Tað ger hon, tí hon heldur, at børn og ung í dag hava nógv størri og breiðari møguleikar til at koma fram at tílíkum enn fyrr.
Og hon heldur, at tað átti heldur at verðið upplýst meira um vandarnar við hesum.
Upplýsing kostar eisini
Birgir Kruse spyr fyrst og fremst um, hvussu landsstýriskvinnan ætlar, at upplýsing skal veitast, tá man niðurleggur alla játtanina til hetta økið.
Hann vísir á, at upplýsingararbeiðið so sanniliga eisini kostar pengar, og tá ongir eru játtaðir til endamálið, dugir hann illa at síggja, hvussu hetta skal kunna hanga saman.
? Vit melda okkum stutt sagt úr heimssamfelagnum við at gera so, sigur Birgir.
Og hann skilir ikki, at nakar kann halda, at tað at leggja játtanina burtur, kann á nakran hátt bøta um støðuna, sum hon er í dag. Tvørturímóti, heldur hann, at tað sindrið, sum verður gjørt í dag gjøgnum Filmseftirlitið, bøtir um.
Birgir er sannførdur um, at hetta er tað sama sum at siga, at tað arbeiðið, sum higartil hevur verðið gjørt ígjøgnum Filmseftirlitið, ikki ger mun.
? Og hetta er samstundis snøgt sagt at halda alt granskingar- og upplýsingararbeiði fyri gjøldur, heldur hann.
Ung duga væl
Birgir Kruse var skúlaárið 1999/2000 á Danmarks Pædagogiske Universitet, har hann tók fýra lærugreinar um júst evnið børn og fjølmiðlar. Hann gjørdi tá eina kanning við støði í einum sjeynda flokki í Vestmanna skúla, har hann kannaði, hvussu tey dugdu at arbeiða, samskifta og ferðast á internetinum.
Niðurstøða hansara útfrá hesi kanning var, at børn duga ómetaliga væl at ferðast í "cyberspace". Og at samskifta og orða seg á netinum.
Vegleiðarin hjá Birgiri á universitetinum segði, at hendan kanningin var tann størsta og mest útgreinað, sum hon nakrantíð hevði sæð, og tískil metti hon, at hon var sera eftirfarandi.
Birgir tosar somuleiðis um sokallaðar avleggarar av Filmseftirlitsarbeiðinum í grannalondunum hjá okkum. Hann greiðir frá, at í Danmark er ein felagsskapur, sum eitur Medierådet for Børn og Unge og í Svøríki eitt "voldsskildringssekreteriat", sum senda út bóklingar, har greitt verður frá gongdini í øllum granskingararbeiðinum innan børn og fjølmiðlar.
Og ST-stovnurin UNESCO hevur valt Gøteborg sum heimstað fyri eini altjóða granskingarstovu, sum einans kannar viðurskiftini millum børn og harðskap á filmi, video og teldu.
? So Filmseftirlitið í dag er ikki so nógv at seta bann, men heldur at upplýsa í eini tíð, har vit fyrst og fremst frá almennari síðu mugu duga at sansa samtíðina og síðani at meta um ta ávirkan, sum kemur úr øllum ættum ? fyrst og fremst til størstu brúkarabólkarnar, sum nettupp eru børn og ung, sigur Birgir.
? Norðurlendsku dømini, eru bert fá dømi, hvussu aktiv grannalond okkara eru á hesum økinum. Og har er nógv at nevna afturat. Hetta økið, sum vit, um Filmseftirlitið verður avtikið, melda okkum burturúr, er greiða niðurstøðan hjá Birgiri Kruse útfrá ætlanunum hjá Annitu á Fríðriksmørk, landsstýriskvinnu.
Sostatt eru ymsar meiningar um, hvørs tað er rætt at avtaka Filmseftirlitið. Men í verandi stund kunnu vit bert staðfesta, at tað liggur eitt uppskot á borðinum um at avtaka tað, og at ætlanin er, at Fyribyrgingarráðið skal gera upplýsingararbeiðið. Um tað so fer at enda við, at Føroyar detta langt aftur um okkara grannalond á hesum økinum, sum Birgir Kruse er bangin fyri, ella tað fer at betra um støðuna á økinum - tað kann bara tíðin vísa.










