Rópandi afturhaldskórið vil bara grugga

:)

Torført er at finna líkinda innihald í tí, sum afturhaldskórið dagliga rópar út um geilar. Hjá afturhaldskórinum er tað heldur ikki innihaldið, sum telur. Í øllum orðaskiftinum um fullveldi havi eg ikki funnið eitt einasta ítøkiligt uppskot um, hvussu vit skulu skipa hetta land, um fullveldisætlanin hjá landsstýrinum ikki kann verða framd á hesum sinni. Tað er einans uppskotið hjá landsstýrinum, sum er møguligt og ráðiligt at seta í verk, tí hetta uppskot er gjøgnumarbeitt, tað hevur eina greiða ætlan fyri framtíðina, og tað sigur greitt frá, hvar ábyrgdin skal liggja. Rópini frá afturhaldskórinum hava einans til endamáls at grugga og gera fólk í ørviti, soleiðis at tey hvørki skulu vita út ella inn.


Lítil dugur í aftirhaldskórinum

Tað, sum afturhaldskórið ber fram, er láturligt og uttan trúvirði. Afturhaldskórið melur rópandi uttan um kjarnuna í trupulleikanum. Tey tora ikki at viðgera sjálvt málið; ella duga tey ikki (?) Ístaðin ríður afturhaldskórið niðarlaga, og brúkar persónliga útspilling sum vápn í stríðnum ímóti at vinna Føroyum fullveldi og satt fólkaræði.


Royna at grugga

Lítið skil er í rópunum frá afturhaldskórinum. Ta einu løtuna vilja tey hava meira sjálvstýri, í somu løtu vilja tey hava meira samband. Eina aðra løtu vilja tey hava blokkin burtur, og í somu løtu skal hann minkast. Vit skulu vera serstøk tjóð, men samstundis skulu vit vera danskir ríkisborgarar. Felags fyri øll hesi mótstríðandi uppskot er, at tey verða einans brúkt til at grugga við. Tey eru als ikki ítøkilig og kunnu einans vera til óbótaligan skaða, skuldi tað ótrúliga hent, at tey vórðu sett í verk.


Fólkaræði í Føroyum

Allir føroyingar, sum hava áhuga fyri politisku stýringini av landinum, eru samdir um, at ríkisrættarliga støðan má og skal broytast. Tilvildarliga og ábyrgdarleysa stýringin av landinum og landsins virðum má ikki kunna koma fyri aftur. Hetta vísti úrslitið á seinasta løgtingsvali, og tað er júst hetta, sum sitandi samgonga hevur sett sær fyri at seta í verk. Nú er tað fólksins vilji, sum skal standa sína roynd ? føroyska fólkaræðið skal sleppa at slíta sínar fyrstu barnaskógvar.

Men afturhaldskórið hevur fingið ilt í búkin. Tað er firtið og í øðini av, at eitt ættarlið av yngri og dugnaligum politikarum vil kroysta tær gomlu, korruptu og ódugnaligu afturhaldskreftirnar út av Føroya Løgtingi. Hetta er eisini ein týðandi partur av søguni um stríðið at vinna føroysku tjóðini politiskt frælsi og fólkaræði.


Uppblást hálovan av útlendskum posamati

Og afturhaldskórið rópar alsamt harðari, uttan innihald, uttan vit og skil, uttan at hava nakað at seta ístaðin, uttan vónir um nakra framtíð, uttan vilja ella áræði at taka stríðið upp, um á skuldi staðið. Bara tómt orðaskvaldur við uppblástari hálovan av øllum útlendskum posamati og niðurgerð av øllum heimligum royndum at fáa føroyingar at standa saman um hesa sjálvsøgdu skyldu: at taka við endaligu og fullu ábyrgdini av landi okkara.


Trokað út á ytstu gátt

Hetta er tað, sum afturhaldskórið ikki orkar at síggja verða framt í verki. Afturhaldskórið vil jarðleggja allar veruligar royndir at seta á stovn fólkaræði í Føroyum. Afturhaldskórið kennir seg trokað út á ytstu gátt, um henda gongd heldur fram. Tí rópar afturhaldskórið so hart í dag. Í oddagreinum í teimum báðum størstu bløðunum verður tann gamla, ábyrgdarleysa og ódugnaliga politiska linjan róst upp til skýggja, meðan teir nýggju og frískaru várvindarnir fáa skot fyri bógvin.


Føroyingar skulu gloyma fortíðina

Afturhaldskórið roynir at kasta torvmold í eyguni á fólki, so at føroyingar skulu gloyma fortíðina. Tá føroyska samfelagið fór á húsagang og livifóturin lækkaði eini 30-40% eftir nøkrum heilt fáum árum, vóru vit partur av sokallaða ríkisfelagsskapinum. Ein lítið virðilig støða at koma í sum tjóð. Slíka pínufulla støðu høvdu vit ikki kunnað komið út í, um vit sjálv høvdu havt evsta vald í øllum politiskum málum. Slíka pínufulla støðu vilja vit ongantíð enda í aftur.

Men afturhaldskórið trýr, at føroyingar eru gloymskir og minnast stutt. Um mann bara gevur teimum nøkur gylt lyfti og gyklar eitt sindur fyri teimum; vertin á, hvørt hesi lyfti verða uppfylt ella ikki.


Skipið skal sigla

Neyvan fer at gangast rópandi afturhaldskórinum eftir vild hesaferð. Skipið er siglingarklárt. Skiparin er til reiðar á brúnni. Hann skal bara geva boðini um at loysa, tí siglast skal. Og eftir á bryggjuni stendur tað rópandi afturhaldskórið. Tað fær kanska aftur ein kjans næsta túr.



Velbastað 23. mai 2000


John Dalsgarð