Ídnaðarkvotur

Frá Felagnum Nótaskip

Í Degi og Viku hóskvøldið var samrøða við tveir reiðarar fyri ídnaðarskip - annar fyri Havørnina og hin fyri Atlantsfarið.

Felagið Nótaskip vil loyva sær at gera hesar viðmerkingar til samrøðurnar:

Hesir báðir reiðarar fingu tað til at ljóða sum um fiskimálaráðharrin bara máaði kvoturnar undan teimum og at teir ongantíð høvdu fingið nakað í staðin.

Hetta er ikki rætt. Í 1996 keypti landskassin stóran part av teimum kvotum og fiskirættindum, sum ídnaðarskipini tá høvdu. Fyri hetta og fyri at missa øll fiskirættindir á Føroya leiðini rindaði landskassin táverandi eigarum av ídnaðarskipum úti við 20 mió.kr. Hesi skip høvdu tá eingi loyvir eftir undir Føroyum - bert í Norðsjónum.

Núverandi eigarar av ídnaðarskipum hava allir keypt sær hesi avmarkaðu ídnaðarloyvir aftaná 1996 og hava tá verið væl vitandi um, hvørji avmarkaði rættindi fylgdu við skipunum. Og so eru nøkur loyvir komin afturat m.a. sildin, sum fyri okkum allar var definerað sum heystgýtandi sild, sum skuldi fiskast við nót sunnan fyri 62 stig. Um Felagið Nótaskip ikki hevði ávirkað Fiskimálaráðið til at áseta hesa seinnu kvotuna, hevði hon ikki verið til. Hon varð ongantíð ætlað øðrum enn nótaskipunum. Hon var umbiðin av nótaskipunum. Tí skuldi hon eftir ráðum frá fiskifrøðini eisini bert fiskast við nót. Einki varð tosað um svartkjaftaloyvir til ídnaðarbátar í 1996. Hetta kom ikki upp á tal fyrrenn fiskiskapurin batnaði í 1997/98.

Skipini hjá hesum báðum nevndu reiðarum hava ikki víst tann stóra áhuga fyri at troyta tær tillutaðu kvotirnar, men hava í staðin brúkt stóra orku at útvega sær onnur fiskirættindir enn tey, teir hava í loyvunum. Og tað er væl tað, sum alt gongur út upp á: flest møgulig fiski-rættindirr.

Um lógin um vinnuligan fiskiskap og umsetiligheit skal virka, so mugu øll vera líka fyri lógini. Lógin avmarkaði í 1994 nakrar skipabólkar og so skuldi hvørt skipi sær í hvørjum bólki tillagað seg til hóskandi kvotur antin við at keypa ella selja. Hetta var andin í lógini. Og tíggjutals milliónir eru eisini brúktar í ymiskum skipabólkum til hesa tillaging.

Vit halda, at um landsstýrismaðurin gevur eftir her, so mistekur hann seg stórliga. Okkara fatan er, at dagin eftir eitt slíkt loyvi er givið, so er í hesum førinum tvey útlendsk reiðaríir, sum eru vorðin tvey sildaloyvir ríkari burtur av føroyskari kvotu og hetta má ikke henda.

Seinast vit heittu á ein landsstýrismann í fiskivinnumálum um ikki at lata nýggjar kvotur út, lurtaði hann ikki eftir okkum. Men vit fingu tíverri syrgiliga rætt í okkara ávaring. Náttina eftir tilsøgnina frá landsstýrismanninum skiftu fleiri svartkjafta- og sildaloyvir hendur og tekningarnar til nýbygningin, sum tilsøgnin varð ætlað til, vórðu brendar. Á sama hátt her. Um landsstýrimaðurin hoknar og letur loyvir burtur av, so verða tey frá útlendsku reiðaríunum boðin teimum føroysku nótabátunum til keyps og tað er ikki fyri smápening. Vit vita nakað um, hvat annað av hesum reiðaríunum ikki vil selja sína svartkjaftakvotu fyri. Teir hava sagt nei takk til fleiri milliónir.

Hvør bólkur hevur síni rættindir og hvørt skip í bólkinum sín part av teimum. At fiskivinnumynduleikarnir flyta kvotur upp og niður og við hvørt taka tær heilt av, er ein veruleiki, sum vit øll mugu liva við - eisini okkara peningastovnar. At ídnaðarbátarnir ikki sluppu at fiska hvítingsbróður í ár, gevur teimum ikki rætt til at fáa burtur av frá øðrum skipabólkum líka so lítið sum nótaskipini kundu vænta sær burtur av frá skipunum í Barentshavinum tá íð vit mistu alla lodnukvotuna har. Teir mugu liva í vónini um at tað aftur verður loyvt at fiska hvítingsbróður kanska komandi ár.

Tað langa perspektivi í hesum kann vera áskoðanin hjá peningastovnunum. Teir hava fíggja undir ávísum fortreytum og um hesar fara at ridla, so kann ein ávís óvissa snýkja seg inn í peiningaverðina og gera tað meira trupult at útvega fígging til fiskivinnuna og fyri tann skuld aðrar vinnur.

Vit heita tí á landsstýrismannin um ikki at hokna undir hesum trýsti frá útlendingum, men at seta garð um hvønn skipabólk og virka saman við hvørjum skipabólki sær at menna og fáa sum best burturúr. Hetta halda vit vera skilagott.

Vinarliga
Felagið Nótaskip

09.06.2005