Uppgávur hjá nýggja landsstýrinum

Hópur av stórmálum liggur á borðunum í Tinganesi, tá nýggja landsstýrið tekur við. Vónandi verðu skjótt atborið at skipa landssstýri

HÓAST tað helst ganga nakrar vikur, áðrenn vit hava eitt nýtt landsstýri, so ber til longu nú at seta upp ein lista yvir nakrar av teimum mest týðandi uppgávunum hjá einum nýggjum landsstýri eftir valið. Áðrenn farið verður til verka er sjálvandi neyðugt at hava eitt landsstýri, og her mugu vit seta okkara álit á, at veljarin greitt fer at geva eitt boð uppá eitt nýtt stýri, og at flokkarnir, sum halda seg kunna samstarva um ein realistiskan politikk, finna saman sum skjótast og skipa landsstýri. Tað er greitt, at nógv leikar á hjá einum nýggjum stýri, tá hugsað verður um turbolentu tíðirnar í 90-unum. Ein hin mest týðandi uppgávan er alt fyri eitt at biðja um samráðingar við donsku stjórnina um bankaendurgjald og um skuldarspurningin. Men tað eru eisini nógvir aðrir spurningar, sum vit skulu tosa við donsku stjórnina um. Ein teirra er viðurskiftini sum heild millum londini og støðutakan til ynski føroyinga at fáa størri sjálvstýri. Í tí sambandinum verður eisini áhugavert at vita, hvat danir halda um henda spurning - og hvussu teir fara at fyrihalda seg til hann.


AÐRIR spurningar eru m.a. ætlanin at útbyggja flogvøllin í Vágum. Hetta er eitt mál, sum tíanverri er komið í drag. Ikki kann sigast, at sambands-og fólkaflokslandsstýrið hevur lagt so stóran dent á at fáa gongd á eina slíka útbygging heldur. Nú má tað so verða uppgávan hjá nýggja landsstýrinum at prioritera henda spurningin, tí vit kunnu ikki bara bíða og bíða við at fremja tær neyðugu íløgurnar í ein tryggari og betri flogvøll. Hvat vit enn halda um flogvøll aðrastaðni í landinum, so má vøllurin í Vágum hava fyrsta prioritet nú. Hetta má vera greiða avgerðin hjá komandi landsstýri, tá tað fer til Danmarkar at samráðast.


SÍÐANI er tað spurningurin um undirgrundarmarkið, sum løgmaður hevur biðið donsku stjórnina hjálpa okkum við. Tað var annars danska stjórnin, sum á sinni legði upp til, at føroyingar sjálvir skulu standa fyri og greiða samráðingar við bretar um markið. Hetta hevur verið gjørt, men er steðgur komin í samráðingarnar. 27. januar í ár skrivaði løgmaður til Nyrup og bað hann fáa í lag fund við Blair. Síðani kom fólkatingsvalið og nú løgtingsvalið. Sostatt liggur hetta málið og bíðar. Spurningurin er tá, um linjan hjá løgmanni skal førast víðari, ella eitt nýtt landsstýri fer at royna at loysa málið uppá annan og kanska meira hegnigan hátt. Tað kann ikki vera nakað galið í at tosa við danir um málið, men eftir okkara tykki er undirgrundarmark Føroya eitt mál, sum eitt føroyskt stýri og føroyskir samráðingarmenn eiga at taka sær av. Ein hjálpandi hond frá dønum er tó ikki at forakta. Ein annar spurningur, sum eisini hevur tilknýti til umheimin, eru viðurskifti okkara við ES. Hetta málið eigur nýggja landsstýrið at taka upp, tí tað hevur eisini nakað við eina møguliga EBS-skipan at gera. Vit mugu somuleiðis prioritera samvinnuna við okkara útnoðurgrannar. Aftrat hesum umrøddu málum eru nógv mál, sum ikki hava nakað beinleiðis við umheimin at gera. Tað eru mál, sum leika á her og sum vit sjálvi mugu loysa. Her er tað ikki minst spurningurin um, hvussu vit við nýggjum hugburði og bjartskygni kunnu menna fiskivinnuna. Í hesum sambandi vilja vit enn einaferð vísa til tey mongu og frálíku uppskotini, sum John Smith er komin við og sum hava til endamál at benda okkum inn á nýggjar tankagangir, har vit fáa optimalt burtur úr tilfeinginum.


EITT annað mál er útbjóðingin av føroyska landgrunninum til oljuleiting.Her eigur landsstýrið at verða meira virkið enn tað undanfarna hevur. Fyri tað at markið við bretar ikki er ásett, so eigur hetta ikki at nerva tær stóru arbeiðsuppgávur, sum okkara egnu fakfólk og embætisfólk hava í sambandi við eina fyrstu útbjóðing. Tað er eisini vón okkara, at nýggja landsstýrið fer at prioritera almanna- og heilsumálini uppaftur meira og her hugsa vit ikki minst um at fáa primera sektorin og sjúkrahúsverkið at virkað betur saman í eini heildarplanlegging. Vit vóna , at nýggja landsstýrið fer at seta mentanina í hásæti. Ikki bert í orðum men í gerðum. Mentan kostar, og tað mugu teir politikarar, sum koma at manna tingið eftir valið, sanna.