Landsliðsspælarar fáa onga dystarvenjing í tríggjar vikur

Føroysku landsliðsspælararnir í Íslandi eru harmir um broytingina í FSF reglunum, sum feløgini samtyktu á aðalfundinum í februar

Íslendska landskappingin endaði leygardagin, og harvið hava føroysku spælararnir í bestu deildini í Íslandi ongan møguleika at fáa dystarvenjing, áðrenn teir leygardagin 7. oktober og mikudagin 11. oktober skulu spæla landsdystir í ávikavíst Sveis og Jugoslavia.

? Hetta er ein sera keðilig støða. Vit kunnu renna, og ivaleyst fáa vit eisini høvi at venja í feløgunum í Føroyum, men vit hava ikki møguleika at spæla dystir. Tað vil siga, at dystarvenjingin verður ikki í topp, tá landsliðið fer av landinum til hesar báðar stórdystirnar.

Hetta sigur Sámal Joensen, sum kom til Føroya í vetrarfrí í gjár. Liðfelagarnir hjá honum í Leiftri, Jens Martin Knudsen og John Petersen, eru í somu støðu sum Sámal Joensen.

Uni Arge er eitt sindur øðrvísi fyri. Hann er framvegis í Íslandi, har felagið hjá honum, ÍA á Akranesi, fyrireikar seg til steypafinaluna, sum verður sunnudagin á Laugardalsvøllinum í Reykjavík ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Høvið hjá Una at spæla íslendska steypafinalu ger, at tíðin, sum hann ikki fær høvi til dystarvenjing undan landsliðsferðini til Sveis og Jugoslavia, verður tvær vikur.

? Eg veit ikki enn, hvussu tað verður komandi ár. Um somu spælararnir halda fram í Íslandi, sum hava verið her í ár, og um vit framvegis verða á landsliðnum, so verða tað fimm landsliðsspælarar, sum um eitt ár fara at vera í somu støðu, sum vit eru í nú, vísir Sámal Joensen á.

Leifturs maðurin hugsar umframt um seg sjálvan og liðfelagarnar Jens Martin Knudsen og John Petersen eisini um Una Arge og um Pól Thorsteinsson. Hesin síðsti verður eftir landsdystirnar í Sveis og Jugoslavia leysur av leikbanninum, sum UEFA gav honum eftir landsdystin í Kekkia fyri einum ári síðani. Eftir dystin ímóti Danmark fyri einum góðum mánað síðani gav Allan Simonsen til kennar, at hann avgjørt ætlar at lima Pól Thorsteinsson aftur í landsliðshópin.


FSF segði nei

Sámal Joensen hevði verið áhugaður at spælt tvey tey síðstu umførini í føroysku kappingini, og GÍ hevur verið áhugað at brúka miðvallaran.. Gøtumenn royndu í juli at skipa so fyri, at Sámal kundi spæla við teimum, tá íslendska kappingin var liðug, men tað gekk ikki.

Í ásetingunum hjá FSF, sum vórðu samtyktar á síðsta aðalfundi, og sum tað verður víst til í hesum sambandinum, verður sagt, at "Føroyskur avtaluleikari uttanlands kann bert fáa loyvisbræv til at leika í Føroyum, um umsókn um hetta verður latin kappingarnevndini í seinasta lagið 28. juli í kappingarárinum. Við umsóknini skal fyriliggj skrivlig váttan frá avtaluleikaranum og felagnum, hann er avtalubundin við, um ætlaðu flytingina".

GÍ sendi undan 28. juli skrivliga váttan frá Sámali Joensen og Leiftri um, at tað var við teirra samtykki, at GÍ bað um loyvi at brúka Sámal eftir at íslendska kappingin var liðug. Men kappingarnevndin svaraði, at ásetingin skuldi skiljast soleiðis, at flytingin skuldi vera beinanvegin eftir 28. juli. Hetta var tað, sum var umrøtt og samtykt á aðalfundinum, og sjálvt um hetta ikki beinleiðis sæst í orðingini, so hevur kappingarnevndin valt at tulka orðingina, soleiðis sum tað varð ætlað við nýggju ásetingini.

? Vit í Íslandi halda, at hetta er ein trupulleiki fyri okkum og eisini fyri landsliðið. Tað eru tveir mátar at loysa trupulleikan uppá. Annar er, at eingir landsdystir verða lagdir seinni enn í september. Tí er FSF og føroyskur fótbóltur ikki harri yvir. Hin mátin er at geva okkum loyvi at spæla síðstu umførini í Føroyum. Ta avgerðina eiga føroysku fótbóltsfeløgini einsamøll. Tað eru jú tey, sum mynda Fótbóltssambandið, heldur Sámal Joensen.

Er eingin møguleiki fyri, at tit kunnu fara aðra staðni at spæla aftaná at íslendska kappingin er liðug?

? Tað gera fleiri íslendingar, og vit hava eisini dømi um, at føroyskir spælarar hava verið í feløgum aðra staðni. Men tað er ikki sum at siga tað, og tað hevði ivaleyst kenst undarligt, um vit roknaðu við, at útlendsk feløg skuldu givið okkum kjans, tá føroyska landskappingin ikki vil vita av okkum. Men í Sveis og Jugoslavia fara øll at vóna og rokna við, at vit vera væl fyri, sigur Sámal Joensen, sum komandi vikurnar fer at venja við GÍ og sum fer at hyggja at, tá teir sunnudagin fara at spæla á heimavølli ímóti FS Vágum og annan leygardag fara á Svangaskarð.