Tjóðskaparfólk mugu standa saman

Nógv hevur verið gjørt burtur úr einari veljarakanning, Dimmalætting gjørdi fyri kortum. Kanningin vísti enn einaferð eitt økt tjóðskaparrák í Føroyum.

Ikki so løgið, tí nú er einaferð med alla staðfest, at tað hendir meira handan politiska tjaldið í Danmark, enn vit eru vitandi um. Danir eru ikki so góðir við føroyingar sum m.a. Nyrup, hansara harkalið og drotningin geva til kennar. Alt er ikki so ljósareytt. Núverandi politiska skipanin millum Føroyar og Danmark hevur spælt falitt, álitið er fokið.

Men tíanverri kunnu vit ikki nýta økta tjóðskaparrákið í Føroyum til nakað sum helst, tí øvundsjúka, maktgirnd og klandur hava góð gróðrarlíkindi í okkara lítla oyggjasamfelag.

Í staðin fyri at standa saman á tjóðskaparvonginum og fáa sum frægast burturúr, fer heldur ein spjaðing fram í løtuni. Á hinum vonginum, sambandsvonginum, hava politisku ljósasløkkjararnir góðar dagar. Lesið bara leiðararnar í Dimmalætting í seinastuni. Sum svar uppá tjóðskaparrákið ger Dimmalætting gjøldur burturúr, at Tjóðveldisflokkurin einki gott løgmansevni hevur. Dimmalætting skuldi heldur tikið í egnan barm og hugt nærri at núverandi løgmanni.

Fyri kortum legði Tjóðveldisflokkurin uppskot fyri løgtingið um at yvirtaka fólkakirkjuna. Kjakið um fólkakirkjuna var á ógvuliga lágum støði, og aftur her merkti tú spjaðingina. Tú hevði varhugan av, at prestarnir ikki vildu missa tryggu donsku prestalønina, og at teir ikki hava álit á politikarunum. Teir hugsa sum so: Vit vita, hvat vit hava, men vit vita ikki, hvat vit fáa.

Álvaratos, hvussu skulu vit føroyingar klára nakað sum helst, tá ið vit ikki kunnu gjalda fyri okkara egnu kirkju. Tað er skomm at lata danir gjalda fyri kirkjuna, og her mugu vit bara spegla okkum í til dømis Brøðrasamkomuni, sum mær vitandi fíggjar alt virksemið sjálv.

Ein útvarpssending var eisini um fólkakirkjuna. At Lisbeth Petersen í sendingini einki annað hevði at bera fram, enn at tað kostar pening, kemur ikki óvart á meg. Men tú hevði roknað við, at Hans J. Joensen, biskupur, var meira tjóðskaparsinnaður, tá ið tað snúði seg um fólkakirkjuna. Eisini her var spjaðingin at hóma.

Komi í hesum sambandi at hugsa um okkara løgreglufólk, sum einaferð í 80 árunum vóru í Sjónvarpinum og boðaðu frá, at nú vildu teir gerast føroyskir tænastumenn. Vit hoyra ikki eitt orð um hetta í dag, løgreglufólkini í Føroyum eru framvegis donsk tænastufólk. Hvussu ber hetta til?

Fleiri politiskir flokkar vilja eisini hava ein bita av tjóðskaparrákinum í Føroyum. Fólkaflokkurin boðaði stutt eftir veljarakanningina frá, at nú var flokkurin fyri loysing. Nakrar fáar dagar seinni atkvøddi Fólkaflokkurin ímóti, at føroyingar sjálvir skulu gjalda fyri sína kirkju. Hetta er láturligt.

Einasti fólkaflokstinglimurin, sum hevði eina greiða støðu um fólkakirkjuna, og sum atkvøddi fyri at yvirtaka fólkakirkjuna, var Eyðun Viderø. Meistarligar greinir frá hjartanum skrivaði hann um fólkakirkjuna.

Fólkaflokkurin er í dag ikki so tjóðskaparligur, sum tá ið Hákun Djurhuus, Knút Wang og onnur ráddu fyri borgum í flokkinum.


Zacharias Wang

Um stutta tíð er fólkatingsval. Og aftur her síggja vit sundurlyndið og spjaðingina millum tjóðskaparfólk. Hvat í allari víðu verð er meiningin hjá Zachariasi Wang einsamallur at stilla upp til eitt fólkatingsval. Er tað fyri at reypa sær av, at einir 1000 føroyingar halda nógv um hann.

Er Zacharias Wang so góður tjóðskaparmaður, sum hann gevur til kennar, so skal Zacharias Wang á Tjóðveldislistan. Har hevur hann nógv betri møguleikar at koma í fólkatingið. Mær vitandi er Zacharias limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Er Zacharias ónøgdur við eitthvørt í flokkinum, so er at møta á fundi og fáa hetta broytt, Føroyum til frama. At spæla fornermaður er eingin leið at ganga.

Tíðin er komin, at tjóðskaparfólkini í Føroyum finna saman. Vit kunnu ikki longur liva við, at tá ið Fólkaflokkurin leggur eitt mál fyri tingið, so atkvøður Tjóðveldisflokkurin ímóti, og tá ið Tjóðveldisflokkurin leggur mál fyri tingið, so atkvøður Fólkaflokkurin ímóti. Hetta er sum at vera til fótbóltsdyst í Gundadali millum HB og B36.

Tað er eingin vón fyri framman, uttan at tjóðskaparfólkini finna saman. Las einaferð í donskum blað, at ein lektor skilti ikki, at føroyingar vóru so spjaddir tjóðskaparliga. Føroyingar høvdu staðið nógv sterkari mótvegis dønum, og Nyrup og hansara fólk høvdu havt nógv meiri virðing fyri føroyingum, um føroyingar stóðu saman.

Vónandi hevur unga ættarliðið eina kollveltandi uppfatan um viðurskiftini við Danmark. Seinastu veljarakanningarnar bera tíbetur boð um hetta.


Vagnur Michelsen