mangulfult, tá tað ikki vísir á grundleggjandi skeivleikar í samfelagnum. Á skeivleikar, ið viðføra og skapa grundleggjandi mistrivnað og marginalisering av fleiri og fleiri borgarum. Tá eg var liðugur at [...] at lesa álitið, var eg rættuliga ørkymlaður. Neyvan hevur nøkur samgonga áður lova so stórar meirjáttanir innan almannaøkið, sum hendan samgongan hevur boða frá í hesum álitið. Bæði tá tað snýr seg um forsorgar- [...] men tað sama er galdandi fyri onnur, sjávt um hesi eru parkerað í almannaskipanini við øðrum spjaldri enn arbeiðsloysi. Tey arbeiðsleysu eru ein stórur partur av borgarunum og vilja eisini verða tað framyvir
Komið á skeið Henda dagin fyri, at tingsetan var av, sat politiski eygleiðarin eftir í blaðhúsinum, meðan farið var í løgtingið at dyrgja eftir málspillum. Tað vóru ikki serliga málmætir menn, ið gjørdu [...] hyggja uppá tað? ?hetta fortelur okkum tildoyls? ?man begroynsar seg? ?hon er longu lagd fyri tingið? ?at tað eisini verður givið gætur um? ?besti orningurin? ?taka hond um barnið? ?hóast at tær? ?tað er ikki [...] málburður krevur venjing. Hann sigur málsligu dømini omanfyri, vera niðanfyri tað mark, vit eiga at hava fyri føroyskum máli. ? Tað ber ikki til, at sleingja út hitt fyrsta, ið kemur tær til hugs. Neyðugt er
meiningum, sannføring og tí, tú stendur fyri, - at tað er meiri og betri enn tað tey hava -, fáa fólkini ikki álit á tær, ei heldur virðing. Hetta er tað týdningarmesta av øllum. - Tá ið álit og virðing [...] landi. Tá eru tey komin tað stigið longri og eru til reiðar at læra samfelagið at kenna. - Kvinnurnar høvdu ógvuliga ymiska bakgrund, nógv høvdu lítla og onga skúlagongd. Tí snúði tað seg um at læra tey at [...] fyrst og fremst mugu vit gera okkum greitt, hvat tað merkir at taka ímóti flóttafólki og fyrireika okkum væl. Mat, klæði og tak yvir høvdið er eitt, men tað týdningarmesta er at hjálpa teimum sálarliga og
frammanundan var tað ikki fyrr enn spælandi B36-venjarin Tomislav Sivic kom á vøllin, at B36 veruliga fekk flog yvir spælið. Tað var eisini venjarin sjálvur, sum setti hol á, tá Arnfinn Langgaard var óheppin [...] fótbólt, men tað hava verið betri dystir í Gundadali enn tann sunnudagin. Ikki tí, báðir partarnir høvdu kjansir og spældu væl í løtum, men sum heild kunnu bæði liðini spæla betur enn tað, tey vístu hesaferð [...] B36, men hann skallaði við síðuna av. Sjúrður Jacobsen var eisini óheppin, tá hann lyfti upp um B36-málverjan, men rakti tvørstongina. Tíðin var um at vera úti, tá John Petersen enn einaferð bleiv matchvinnari
Fleiri av málunum vóru væl gjøgnumspæld, okkurt var einmansavrik inni í brotsteiginum, og HB hevði fleiri aðrar møguleikar, sum tað sama kundu givið mál. Tað hoyrir við til søguna, at fuglfirðingar vóru rættiliga [...] Tað byrjaði so væl, men endaði so illa. Tað má vera niðurstøðan hjá ÍF, eftir at liðið fyri aðru ferð innan sjey mánaðir tapti 10-0 móti HB. Eftir at hava byrjað við ágrýtni og respektloysi, sum skelkaði [...] bleiv ein lemjandi 10-0 sigur til steypavinnararnar frá í fjør, sum nú aftur eru í hálvfinalunum. Tað var serliga nýggi polski áleyparin Robert Cieslewicz, sum setti grá hár í høvdið á HB-verjuni fyrstu
Í gjár var ein stórur dagur hjá íbúgvunum Inni á Gøtu í Hoyvík. Dagstovnurin í býlinginum varð tikin í nýtslu á almennari móttøku, og fyrstu tíggju børnini byrjaðu í vøggustovuni og barnagarðinum. Tá ið [...] sæð. Og tað er ikki minst pedagogunum at takka, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður. Næsta stigið Síðani í heyst hava um 100 børn í Tórshavnar kommunu fingið stovnspláss, tá ið hesi 42 børnini Inni á Gøtu [...] eigarafelagið í økinum hevur felagshøli, ið millum annað skulu brúkast til ungdómin um kvøldarnar. Ætlanin var, at stovnurin skuldi takast í nýtslu fyri tveimum mánaðum síðani, men millum annað av ólagaliga veðrinum
pláss, hóast málsetningurin var 30 nýggj pláss um árið í tíggju ár. Tað er ikki bara sum at siga tað at útvega so nógv nýggj pláss, og tað gerst ikki frá degi til dags. Tað er hesin nýggi stovnur eisini [...] hugsa um at gera tað sama. Kanska er tað bæði alternativt og nýhugsandi. At víðka um dagrøktina var eitt tað fyrsta vit fóru undir, tá bíðilistin aftur fór at vaksa. Skjótasta loysnin var at víðka um plássini [...] óviva eru tað tey, sum ikki trúðu, at hetta fór at gerast veruleiki. Tað er liðið hálvtannað ár síðani býráðið, á fundi 6. noveber, samtykti at fara undir at byggja býlingahúsið Inni á Gøtu. At tað bleiv eitt
teimum. Í Vági var tað avgerðin, tá stóra flakavirkið varð stongt, ið fekk álvarsligar avleiðingar. Virkið hevði stóran týdning. Tá tað fór, so fór nærum alt annað eisini. Í Íslandi hevði tað nakað við k [...] ongum. Í Russlandi var tað allur búskapurin, ið fall saman, í sambandi við skiftið til marknaðarbúskap. Sosialur kapitalur Felags fyri økini er eisini, at hildið varð, at hatta var endabresturin. Men tá [...] eru lívsfør, hóast dyggar smeitir av og á. Jógvan Mørkøre sigur, at ætlanin eisini er at lýsa, hvat tað er, ið knýtir fólk til samfelagið, bygdina. MOST/CCPP Heili 9 lond eru við í verkætlanini; Canada,
? Men tíverri var onki at gera nú, uttan at boðsenda semingsmonnunum, tí nú var knútur komin á ið var so fastur, at hann var ikki til at loysa. Bjóða 3,10 kr. afturat Hon sigur, at tað vóru serliga tvey [...] Hart og kontant? Men samstundis lovar hon, endar tað við verkfalli, verður tað ?hart og kontant? frá fyrsta tíma, sum hon málber seg. ?Tað vil siga, at tað kemur yvirhøvur ikki uppá tal at geva undantaksloyvi [...] ? Tað var harmiligt,at samráðingarnar skuldu slitna. Men har var onki at gera. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag harmast um gongdina í sáttmálasamráðingunum við arbeiðsgevarafelagið. Føroya
ferðir hevur tað endað við javnleiki. Málmunurin er 18-18, so søguligu tølini tala fyri einum jøvnum dysti í kvøld. Síðst, tey bæði liðini møttust, var tað í Herfølge, og tá vann FCK 3-2. Tað var í Parkini [...] síggja, hvussu tað fer at hilnast. Tað er ivaleyst ymiskt, hvørjum av hesum báðum liðunum, føroyingar taka undir við, men eingin ivi er um, at bæði Jákupi og Toda verður ynskt alt tað besta. Tað eru seks aðrir [...] soleiðis frá: ? Eg stóð eitt sindur inni á hálvuni hjá okkum og fylgdi við, hvussu leikur fór, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki til Herfølge. Tað var ikki í mínum huga, at Jákup Mikkelsen