Jákup og Todi stríðast í kvøld

Enn hevur tað ikki eydnast hjá Toda Jónsson at skora hjá hinum klaksvíkinginum í superliguni

Í kvøld fara nógvir føroyingar, sum búgva í Keypmannahavn ella sum í hesum døgum eru staddir í danska høvðusstaðnum, í Parkina. Tað fara teir, tí tey bæði føroysku umboðini í bestu donsku deildini skulu dystast móti hvørjum øðrum.

Todi Jónsson og FCK eru vertir, og Jákup Mikkelsen og Herfølge eru gestir. Tá FCK spælir í Parkini eru sum oftast eitt sindur omanfyri tíggju túsund áskoðarar, og hóast Herfølge ikki er tað liðið, sum dregur flest áskoðarar til sín ? ikki á heimavølli og als ikki á útivølli ? so verður roknað við sama talinum, sum tað plagar at vera, eisini tí FCK vísti eitt gott avrik, tá teir dýra biðjudag taptu 4-3 í Aalborg.

Og so kunnu vit í sambandi við áskoðararnar leggja afturat, at sammett við aðrar ferðir, tá Jákup og Todi hava tikist í Parkini, so er tað hesa ferðina eitt sindur øðrvísi, tí í kvøld eru tey nærmastu hjá teimum báðum klaksvíkingunum í Parkini. Mamma Toda eitur Hanna Adam Jónsson. Hon var í síni tíð millum bestu kvinniligu hondbóltsspælararnar í landinum, og í kvøld fer hon í Parkina at hyggja at einkarsoninum.

Foreldrini hjá Jákupi Mikkelsen eita Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen. Hann var í síni tíð ein góður framherji hjá KÍ. Tey bæði eru í hesum døgum stødd í Danmark, og í kvøld fara tey í Parkina at hyggja at einkarsoninum.


Tølini tala fyri javnleiki

Higartil hava FCK og Herfølge spælt tólv ferðir móti hvørjum øðrum. FCK hevur vunnið fimm ferðir, Herfølge hevur vunnið fýra ferðir, og tríggjar ferðir hevur tað endað við javnleiki. Málmunurin er 18-18, so søguligu tølini tala fyri einum jøvnum dysti í kvøld. Síðst, tey bæði liðini møttust, var tað í Herfølge, og tá vann FCK 3-2.

Tað var í Parkini í fjør, at Jákup Mikkelsen var stóra hetjan hjá Herfølge móti FCK. Hann bjargaði einari brotssparksroynd, og so skoraði hann sjálvur uppá brotsspark. Um hesa hendingina hevur Todi Jónsson greitt soleiðis frá:

? Eg stóð eitt sindur inni á hálvuni hjá okkum og fylgdi við, hvussu leikur fór, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki til Herfølge. Tað var ikki í mínum huga, at Jákup Mikkelsen skuldi skjóta, men so hoyrdi eg róp av áskoðaraplássunum, og við eitt fór Jákup rennandi framvið mær.

Jákup fekk fulla nyttu burturúr brotssparkinum, og tað vil siga, at hann er betri málskjútti fyri Herfølge móti FCK, enn Todi Jónsson er málskjútti fyri FCK móti Herfølge, tí Todi eigur framvegis fyrsta málið til góða móti Jákupi Mikkelsen.


Gott skoðsmál

Sum kunnugt hevur tað ikki gingið nakað serligt í vár ? hvørki hjá FCK ella Herfølge, sum ikki hevur vunnið síðani landskappingin varð tikin uppaftur miðskeiðis í mars mánaða.

Jákup Mikkelsen hevur røkt sínar skyldur í Herfølge málinum væl og virðiliga, uttan at tað kortini hevur verið so nógv at hoyra um hann, sum tað onkrar ferðirnar hevur verið undanfarnu árini.

Todi Jónsson hevur havt eitt tíðarskeið, sum hevur verið eitt sindur torført, síðani Brian Laudrup kom í felagið, og venjarin varð skiftur út, men í Aalborg var føroyski landsliðsmaðurin væl fyri. Hann skoraði fyri fyrstu ferð í ár, og tvær aðrar ferðir var um reppið, at hann fekk mál, og í fjølmiðlunum hevur verið havt frammi, at hann var betri upplagdur enn nakrantíð fyrr í ár.

Í onkrum av donsku fjølmiðlunum hevur verið veddað um dystin í kvøld, at FCK fer at vinna 3-1, og at Todi Jónsson fer at skora tvey mál. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Tað er ivaleyst ymiskt, hvørjum av hesum báðum liðunum, føroyingar taka undir við, men eingin ivi er um, at bæði Jákupi og Toda verður ynskt alt tað besta.

Tað eru seks aðrir dystir á skránni í bestu deildini í Danmark í kvøld, og tað vil siga, at øll fjúrtan liðini skulu í eldin. AB fær vitjan av Lyngby, Aarhus Fremad tekur ímóti Viborg, B93 fer av Eysturbrúgv og út í Brøndby, Vejle fær í Nørreskóginum vitjan av AaB, sum hevur eina torføra uppgávu í royndunum at halda tørn um munin upp til oddaliðið AB, og Silkeborg fær vitjan av AGF.jh