Tað eydnaðist ikki hjá NSÍ at broyta uppá úrslitið úr bólkaspælinum, tá teir taptu 1-2 móti B36. Men hesaferð kom sigursmálið ikki fyrr enn í evstu løtu.
Bæði B36 og NSÍ kunnu spæla góðan og undirhaldandi fótbólt, men tað hava verið betri dystir í Gundadali enn tann sunnudagin.
Ikki tí, báðir partarnir høvdu kjansir og spældu væl í løtum, men sum heild kunnu bæði liðini spæla betur enn tað, tey vístu hesaferð.
Fyrri hálvleikur endaði uttan mál, og eins og í Vági tveir dagar frammanundan var tað ikki fyrr enn spælandi B36-venjarin Tomislav Sivic kom á vøllin, at B36 veruliga fekk flog yvir spælið.
Tað var eisini venjarin sjálvur, sum setti hol á, tá Arnfinn Langgaard var óheppin við ikki at raka bóltin, tá hann skuldi skjóta burtur. Bólturin fór beint uppeftir, kom niðuraftur til Sivic, sum kaldur lyfti upp um landsmannin hjá sær Dejan Milanovic í NSÍ-málinum.
Hetta hendi, tá dysturin var ein tíma gamal, men leiðslan helt sær ikki leingi. Smáar tíggju minuttir seinni fór Christian Høgni Jacobsen sjálvur. Frá miðjuni dróg hann framvið eini trimum B36-arum og royndi seg móti málinum. Janos Timar, sum hesaferð stóð allar 90 minuttirnar í málinum hjá B36, fekk fingrarnar á, men bólturin endaði á stongini og aftur hjá Christian Høgna, sum bert skuldi seta fótin á, og so stóð aftur á jøvnum.
Onkur helt, at Christian Høgni hevði fingið íblástur frá Ryan Giggs hjá Manchester United, tá hesin tók sakina í egnar hendur í steypadystinum móti Arsenal?
Stórir kjansir
Í fyrra hálvleiki hevði spælandi venjarin hjá NSÍ, Milan Cimburovic, havt ein góðan møguleika, tá hann eftir eitt gott innlegg kom rennandi og setti pannuna á, men bólturin fór uppum málið.
Móti endanum hevði Øssur Hansen ein líknandi kjans fyri B36, men hann skallaði við síðuna av.
Sjúrður Jacobsen var eisini óheppin, tá hann lyfti upp um B36-málverjan, men rakti tvørstongina.
Tíðin var um at vera úti, tá John Petersen enn einaferð bleiv matchvinnari fyri B36.
Havnarliðið hevði tá havt eitt lítið trýst, og bólturin var inni í NSÍ-brotsteiginum. Heilt afturi við baklinjuna helt Jónstein Petersen seg vera einsamallan, men ein B36-ari vann bóltin av honum og sendi innfyri til ein púra leysan John Petersen, sum róliga kundi nikka bóltin niður í vøllin og upp í nettakið.
Rein havnarfinala?
Samanumtikið var B36 eitt vet betri í fyrra hálvleiki, men NSÍ fekk gott tak á í seinna, inntil Tomislav Sivic kom inn og setti ferð á.
Í øllum førum er talan um tvey jøvn lið, og sjáldan er stórur munur á, tá hesi bæði hittast.
B36 dróg aftur longra stráið í steypadysti móti NSÍ. Viðhaldsfólkini hjá báðum feløgum minnast helst hálvfinaluna í 1991, tá B36 eftir at hava tapt 0-1 í Runavík í fyrra dystinum skoraði til 1-0 í yvirtíðini í seinna dystinum, eftir at NSÍ hevði havt fleiri risastórar møguleikar. Í umdystinum skoraði B36 aftur í yvirtíðini og kom í finaluna, sum teir vunnu 1-0 á HB.
Síðani tá hava tey bæði havnarliðini ikki spælt aftur í finaluni, men møguleikin er har í ár. Í hálvfinalunum spælir B36 móti VB, meðan HB spælir móti KÍ.