Jóhan Hendrik Winther Poulsen skjýtur upp: Løgtingsmanningin á málskeið

? Tað eigur at vera kravt av politikarum, at teir, umframt at vera hampuliga ílatnir klædnaliga, hava ein málsligan búna, sum hóskar til umstøðurnar, sigur professarin um vánaliga málburðin á tingi

Høgni Mohr


Útvarp Føroya sendi fyrstu ferð í februar 1957. Mansaldur seinni, hin 1. apríl 1984, var hitt almenna Sjónvarp Føroya í luftini, og í undanfarna ári gjørdist 3. varpið veruleiki: Tingvarpið, ið sendir myndaleyst orðaskifti eftir rásini hjá sjónvarpinum, meðan steðgur er í í Vørðsluni. Sambært løgtingsformanninum, Finnboga Ísaksyni, fer hetta orðaskiftið út á alnótina sum frálíður.

At útvarpið, serliga í Ívari Iversen, eigur heiðurin av tilverurættinum hjá mongum orðum og nýyrðum, halda mong; og tískil ber til at staðfesta málsliga týdningin, hesin miðil, eins og sjónvarpið, hevur. Orðaskiftið á tingi sleppur nú tíbetur innum at kalla hvørja gátt, og sostatt leggur málburðurin á tí høga tingi lunnar undir tí politiska frøðimálinum, fólk fara at nýta.


Komið á skeið

Henda dagin fyri, at tingsetan var av, sat politiski eygleiðarin eftir í blaðhúsinum, meðan farið var í løgtingið at dyrgja eftir málspillum. Tað vóru ikki serliga málmætir menn, ið gjørdu um seg á pallinum henda dagin, og tískil varð fongurin góður (sí omanfyri).

Sosialurin vendi sær Jóhan Hendrik Winther Poulsen, ið hevur halgað lív sítt til málfrøðina. ? Gamla neyðin í máli okkara er, at alt verður vavt saman. Vit hava hoyrt og lisið so nógv danskt, sigur professarin, og ásannar, at góður málburður krevur venjing.

Hann sigur málsligu dømini omanfyri, vera niðanfyri tað mark, vit eiga at hava fyri føroyskum máli. ? Tað ber ikki til, at sleingja út hitt fyrsta, ið kemur tær til hugs. Neyðugt er at fyrireika seg, ella at vera nóg kønur, skal sleppast undan slíkum spillum. Løgtingsmanningin átti kanska at komið á skeið, ella undir øllum umstøðum at lurta eftir fólki, ið dugir væl at siga frá, skjýtur hann upp.

Málsligi búnin vera betur

Jóhan Hendrik heldur, at trupulleikin kanska er, at á tingi er talan mangan um stovnamál, ið ikki hoyrir til gerandisdagin; og tað tískil er torført at orða tað, ein ætlar at siga. ? Men, sigur hann, tingmenn eiga at vera fyrimynd í so mongum viðurskiftum, og hetta eigur eisini vera galdandi í málrøktini. Nú orðaskiftið á tingi verður varpað inn í hvørja stovu, eiga politikararnir, ið hava ein boðskap at bera, at vera so frægt at sær komnir, at teir í minsta lagi hugsa seg væl um?

Jóhan Hendrik sigur tað yvirhøvur bera til at siga, at tað átti at verðið kravt, at málburðurin skuldi verið á einum ávísum støði, serliga tá fólk stíga fram fyri almenningin. ? Tá tú fert á hin høga pall, er talan ikki bert um prát. Tá eigur at vera kravt av tær, at tú umframt at vera hampuliga ílatin klædnaliga, hevur ein málsligan búna, sum hóskar til umstøðurnar, sigur hann.


Reint danskt

Spurdur, um ikki tingmenn ikki skulu sleppa at snakka frítt frá livrini, sum ein teirra tók til henda dagin, sigur Jóhan Hendrik Wither Poulsen, at tað ikki skerst burtur, at ósemja er um málrøktina. ? Summi halda, at gamlar málspillur hava vunnið hevd, og tískil eru partur av føroyskum. Taka vit dømið, tá sagt verður forslag, ella at fyrisláa. T.d. hetta er púra óneyðugt, tí vit hava skotið upp í minsta lagi eina øld. Ella, begreb?Vit hava havt orðið, hugtak, í langsamiliga tíð. Somuleiðis hesin setningurin, tað er ikki nokk tímar?hetta er jú reint danskt, sigur hann forharmaður.


Stór afturgongd í blaðmálinum

? Fyrr var flokstreytað málstríð á tingi, men í hesum døgum tykist alt at vera í einum greyti. Spillan er allastaðni, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, og nevnir í hesum sambandi, at føroyskt í skrivaðu fjølmiðlunum, hevur verið fyri stórari afturgongd. ? Eg undrist yvir, hvussu reint mál kom úr munni niður á blað fyri øld síðan. Lesið gamla Føringatíðindi ella Fuglaframa, t.d. Longu tá var málsligt tilvit veruleiki, tóat mong halda hetta verið nýkomið av Debesartrøð.

Hevur tú tikið nakað uppá hasa snælduna har ?, spyr Jóhan Hendrik at enda. Jú, siga vit og hugsa, at nú lærdu vit, hvussu diktafon eisini kann verða nevnd á føroyskum. Spennandi verður eftir Ólavsøku at fylgja við á snælduni, um tingmanningin hevur tikið undir við uppskoti professarans, og verið á skeiði í egnum móðurmáli. Livst, so spyrst..!


?tað eru ikki møguleikar fyri tí, sum eg skilji?

?vissi tvey, sum ikki eru gift hava fingið barn saman?

?tað, sum er allarviktiast?

?her er nakað at taka fatt uppá?

?kasta fólk fyri vág og vind?

?man kundi blivi við?



?man skal bara vita, at vissi mann skal dríva samfelagið bíligt?

?hvar, ið man hevur?

?í eini tíð, hvar vit ikki høvdu nógvar pengar?

?eg kann bara fortelja?

?ongin hevur plikt til at?

?vissi ein kommuna følir?

?bara pláss til tveir?



?beginna við endandum?

?alt for langa tíð?

?ein vesentligur spurningur?

?tað heila raplaði?

?eg eri ikki ósamd við tey?

?tað er ikki nokk?

?avstandurin blívur ov stuttur?

?sosialt forskningsarbeiði?

?til 20. og síðst?

?hava ábyrgdina fyri?

?vit skulu saðla um?

?fáa leysgivi resursir?

?álitið er handað til landsstýrismannin?

?vit hava sæð ein tendens?



?tað kundi ljóða sum um?

?hetta avdekkar nakað?

?effektina at foreinkla?

?hatta taki eg ikki undir við?

?her vóru nøkur fá ting eftir?

?til at runda av, vil eg gjarna?



?snakka frítt frá livrini?

?møgulivís kundu vit?

?eitt trygt og sikkurt grundarlag?

?byrjaðu borgarligir vindar at blæsa?

?gera nýtslu av?

?totalt blottaðir fyri visiónir?

?álitið er ein konstatering av?

?Javnaðarflokkurin fyrislær?

?mekanismur, sum viðføra?

?samla tankarnar?

?egentlia eri eg slett ikki komin ígongd




?eg nevndi við heilsumálaráðharran?

?eg kann ikki gloyma?

?eitt system, ið kann taka hond um tey veiku?

?Sambandsflokkurin er sosialt innstillaður?

?goldin av ríkinum?

?man kundi diskutera um tað?

?professionelt bakland?

?nógv fólk eru havnaði í forsorgini?

?eisini generelt?

?samfelagið er farið rabundus?

?tekur mann og leggur fólk inn?

?hetta er følilsislada?




?eitt lands vælferð?

?vit fara at hyggja uppá tað?

?hetta fortelur okkum tildoyls?

?man begroynsar seg?

?hon er longu lagd fyri tingið?

?at tað eisini verður givið gætur um?

?besti orningurin?

?taka hond um barnið?

?hóast at tær?





?tað er ikki sikkurt?

?hvørjum niveau tað skal liggja á?

?normalitetsbegrebi?

?problemi er?

?vissi vit onnur normalu?

?hetta álitið skal munna út í?

?uttan at taka munnin ov fullan?

?ikki so nógvar tímar at rutta við?

?hesar forsjelliu skipanirnar?

?tað er ikki nokk tímar?




?tørvurin á orðaskifti er hart tiltrongt?

?innan heilt stutta tíð?

?hvat tørvurin er?

?talan er um ein bý í Kina?

?líka til Páll á Reynatúgvu?

?innanfyri arkitektar og byggifrøðingar?

?pá longri sikt?

?loypur yvir har garðurin er lægstur?

?mest brúk fyri neyðini?


?for eksempul tá eitt barn fer á stovn, ið hevur brek?

?Páll á Reynatúgvu degraderar hetta til valflesk?