ÍF fall sum eitt korthús

Fótbóltur: Klokkan í Gundadali bleiv ov lítil, tá HB vann 10-0 á ÍF, sum annars var betra liðið meginpartin av fyrra hálvleiki!

Tað byrjaði so væl, men endaði so illa. Tað má vera niðurstøðan hjá ÍF, eftir at liðið fyri aðru ferð innan sjey mánaðir tapti 10-0 móti HB.

Eftir at hava byrjað við ágrýtni og respektloysi, sum skelkaði favorittarnar úr høvuðsstaðnum, datt alt niðurfyri síðstu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki, tá HB fekk trý mál og avgjørdi dystin.

Í seinna hálvleiki gekk heilt galið, kreftirnar og hugurin gingu undan, og endaliga úrslitið bleiv ein lemjandi 10-0 sigur til steypavinnararnar frá í fjør, sum nú aftur eru í hálvfinalunum.

Tað var serliga nýggi polski áleyparin Robert Cieslewicz, sum setti grá hár í høvdið á HB-verjuni fyrstu løturnar. Hann vísti ofta framúrskarandi bóltførleika og rann runt við HB-verjuleikarunum, sum sóu sera tungir út afturímóti kvika manninum úr Póllandi. Eisini vísti hansara álopsmakkari Áslakur Petersen góðar taktir.

Hinvegin gav óvæntað góða ÍF-byrjanin ikki teir stóru málmøguleikarnar. Tann besti var eitt kontraálop, tá fuglfirðingar vóru tríggir móti trimum og høvdu gott pláss, men maðurin á miðjuni helt ov leingi upp á bóltin, hóast hann hevði ein við sær úti í hvørjum borði, og einki spurdist burturúr.

Tað var greitt, at fuglfirðingar satsaðu við at leggja hart út í eini vón at fáa eitt skjótt mál, sum kundi skelka heimaliðið nóg mikið til at tryggja teimum sigurin.

Men hóast teir ikki vóru verri fyrsta hálva tíman, kom málið ikki, og sum dysturin leið, tók HB alt meira yvir. Men heldur ikki teir megnaðu at spæla seg til teir heilt stóru møguleikarnar. Men í einum føri sýtti stongin HB leiðsluna eftir eitt sindur av trunkaspæli, og eini tíggju minuttir fyri hálvleik fekk havnarliðið eitt mál kolldømt fyri fríspark móti málverjanum. Ikki øll sóu frísparkið, sum dómarin sá ta ferðina.


Trý mál síðstu fimm minuttirnar

Fólk fóru so smátt at fyrireika seg upp á eina málleysa hálvleiksstøðu, tá alt gekk galið hjá ÍF.

Allan Mørkøre, sum enn ikki hevur rokkið somu hæddir sum í fjør, elti ein bólt inn í ÍF-brotsteigin. Erling Joensen var fyrri á honum, men Allan stakk eitt bein fram og fekk bóltin av málverjanum fyri síðani at rulla hann í málið.

Tað líktist einum greiðum frísparki, og dómarin rann eisini peikandi inn í ÍF-brotsteigin, líkasum fyri at vísa á, at málið ikki taldi við.

Men til undran fyri nógv dømdi hann mál, og so var 1-0 til HB, hóast fuglfirðingar mótmæltu.

Tá vóru fimm minuttir eftir av hálvleikinum, og ÍF-ararnir vóru illir.

Teir vóru heldur ikki kølnaðir aftur, tá stak evnaríki Bárður Mortansson, sum byrjaði inni fyri fyrstu ferð, fekk fatur á einum innleggi úr høgru, sum fór upp um alla ÍF-verjuna til handaru stong, har Bárður stóð púra leysur. Tá var ein minuttur eftir av hálvleikinum, men fyri at gera ÍF-samanbrotið fullfíggjað, gjørdu teir sjálvmál minuttin eftir, tá eitt innlegg á løgnan hátt rakti í nakkan ella ryggin á einum ÍF-leikara og fór í netið til 3-0.

So var vinnarin longu funnin, og satsingin hjá ÍF hevði ikki borið frukt.

Í seinna hálvleiki fór HB at spæla rættiliga væl, og tað eydnaðist teimum eisini at skjóta sjey mál afturat, so endaliga úrslitið bleiv 10-0. Fimm av málunum komu seinastu tjúgu minuttirnar, tá ÍF-liðið fór fullkomiliga í upploysing. Fleiri av málunum vóru væl gjøgnumspæld, okkurt var einmansavrik inni í brotsteiginum, og HB hevði fleiri aðrar møguleikar, sum tað sama kundu givið mál.

Tað hoyrir við til søguna, at fuglfirðingar vóru rættiliga óhepnir. Teir noyddust at brúka allar sínar tríggjar útskiftingar í hálvleikinum orsakað av skaðum ? millum annað noyddist málverjin Erling Joensen at gevast ? og hetta órógvaði sjálvandi, eisini tá hugsað verður um, at Eyðun Samuelsen longu frammanundan var avskrivaður vegna skaða. Tá so HB ikki brúkti langa tíð í seinna hálvleiki til at koma upp á 4-0, ja so fall ÍF sum eitt korthús.