- Føroyingar eiga at lata upp fyri umheiminum og á jøvnum føti við onnur lond hjálpa og taka ímóti flóttafólki. Okkara samfelag hevur nógva menniskjansliga orku at geva víðari, og tí eiga vit ikki at avmarka okkum til bert at lata pengar og klæðir. Men fyrst og fremst mugu vit gera okkum greitt, hvat tað merkir at taka ímóti flóttafólki og fyrireika okkum væl. Mat, klæði og tak yvir høvdið er eitt, men tað týdningarmesta er at hjálpa teimum sálarliga og kensluliga, at geva teimum eina barlast, soleiðis at tey koma fyri seg aftur eftir tað, tey hava upplivað. Hesi fólkini hava mist alt, tey eiga, og tí er fyrsta stigið at hjálpa teimum at arbeiða sorgina og missin, sigur Ann E. Joensen, ið hevur drúgvar royndir at arbeiða millum flóttafólk og innflytarar í Danmark.
- Fyrsta stigið, føroyingar eiga at taka, er at útbúgva fólk til endamálið, og at fáa fatur á øðrum, ið hava royndir við at arbeiða millum etniskar minnilutar. Reyði Krossur í Føroyum átti at sent fólk av stað at arbeiða í flóttafólkalegum aðra staðni. Vit eiga fyrst og fremst at hjálpa fólkunum á staðnum, men ikki fyri ein og hvønn prís.
- Sum er eru vit ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólki. Taka vit fólk henda vegin uttan at gera okkum klár, kunnu avleiðingarnar verða, at flóttafólkini koma í eini verri støðu enn tey vóru í áðrenn. Tey hava einki at venda heim aftur til, og vit kundu komið í ta støðu, at Danmark ella eitt annað landið má taka yvir, tí vit ikki megna uppgávuna. Eru vit hinvegin klár, dugi eg ikki at síggja nakrar trupulleikar við at integrera flóttafólkini.
Føroyingar og fordómar
- Eg seti stórt spurnartekin við at avmarka uppihaldið í Føroyum. Vit kunnu ikki geva við einari hond, og taka við hinari. Hetta eru menniskju, vit hava við at gera. Børnini hjá flóttafólkunum, ið koma henda vegin, finna vinir í Føroyum, og festa røtur her. Albania er fátækasta landið í Europa og Kosovo er oyðilagt. Tá ið Kosovo er bygt upp aftur um eini 20 ár, kunnu vit ikki eina ferð aftur ríva tey upp við rót og krevja, at tey skulu av stað aftur. Tað er ómenniskjaligt. At Danmark tálmar í nú, skilji eg væl. Tað er neyðugt at hava greiðar karmar, tá ið landið hevur so nógvar innflytarar. Føroyar hava nógv at læra av grannalondunum, sum hava tikið ímóti innflytarum og flóttafólki í nógv ár.
- Vit sleppa ikki undan fordómum. Fordómar og intoleransa botna í vantandi vitan, og tí eigur Føroya fólk at verða upplýst, soleiðis at fordómarnir verða fyribeindir. Tað verður ikki gjørt frá degi til dags, men alla tíðina. Halda vit, at vit skulu læra flóttafólkini at liva soleiðis sum vit liva, skulu vit ikki taka ímóti teimum. Vit eiga at hjálpa teimum út frá teirra egnu fortreytum uttan mun til, hvat tey trúgva og halda.
Álit og virðing
Ann E. Joensen arbeiddi til fyri trimum árum síðani sum sosialpedagogur á einum dagháskúla í Keypmannahavn fyri innflytarar og flóttafólk, har ímillum fleiri Kosovo-albanarar. Háskúlin, ið bert var fyri kvinnur, helt til í eini stórari íbúð á Nørrebrúgv. Hetta var ein verkætlan, ið skuldi vera ein roynd í tvey ár, men hon hevur eydnast so mikið væl, at skúlin hevur fimtan ár á baki í dag. Endamálið við skúlanum er at geva innflytarum og flóttafólki undirvísing, ið er viðkomandi hjá teimum í tillaganini til eitt nýtt samfelag.
- Eg byrjaði at arbeiða á dagháskúlanum sum avloysari, men varð verðandi, tí tað hevði og hevur mín stóra áhuga at arbeiða millum hesi fólk. Treytin fyri at koma at arbeiða á einum staði við so nógvum ymiskum fólkum er, at tú ert fordómsfríur. Tað ljóðar stórt, men tú skalt veruliga gera upp við teg sjálva og arbeiða sakliga og professiónelt. Tað merkir kortini ikki, at kenslur verða hildnar uttanfyri. Tú skalt fyrst og fremst virða tey og tað tey standa fyri, átrúna, mentan, siðir og virði, ið saman er teirra samleiki. Hesi viðurskifti kanst tú ikki gera teg inn á, men heldur taka støði í teimum. Roynir tú at ávirka tey við tínum meiningum, sannføring og tí, tú stendur fyri, - at tað er meiri og betri enn tað tey hava -, fáa fólkini ikki álit á tær, ei heldur virðing. Hetta er tað týdningarmesta av øllum.
- Tá ið álit og virðing eru bygd upp, eru innflytararnir og flóttafólkini opin fyri tí, ið nýggja samfelagið hevur at bjóða teimum. Í byrjanini eru sjálvsagt trupulleikar, tí alt er nýtt. Skulu fólkini integrerast, tað vil siga slúsast so natúrliga og menniskjansliga inn í samfelagið, skal eitt stórt forarbeiði til, tí annars er vandi fyri, at tú tekur nakað frá teimum. Og tað eiga vit alla tíðina at minnast til. Alt forarbeiði eigur at verða bygt á, at tú skal geva teimum nakað, sum tey kunnu brúka saman við tí, tey longu hava.
Tað ber væl til at hava tvær mentanir
Kvinnurnar á dagháskúlanum, Ann E. Joensen arbeiddi á, hava longu verið ígjøgnum viðgerðarskipanina og fingið hjálp til at arbeiða sálarligar trupulleikar, ið tey hava fingið av at vera koyrd út úr teirra egna landi. Tá eru tey komin tað stigið longri og eru til reiðar at læra samfelagið at kenna.
- Kvinnurnar høvdu ógvuliga ymiska bakgrund, nógv høvdu lítla og onga skúlagongd. Tí snúði tað seg um at læra tey at liva í danska samfelagnum, tey heilt grundleggjandi viðurskiftini, og tá kom danskt-undirvísingin av sær sjálvum uppí.
Ann E. Joensen hevur eisini arbeitt millum ungar innflytarar í Danmark. Eisini í tí arbeiðinum hevur dentur verið lagdur á at stuðla teimum í at halda fast við tað tey hava heimanifrá, sjálvt grundarlagið.
- Tað ber væl til at hava tvær mentanir, eina primera og eina sekundera. Tann primera er títt grundarlag, meðan tann sekundera er hon, tú gerst brúk av fyri at klára teg í samfelagnum, tú býrt í.
Trupult at seta í bás
Føroyingar, ið hava blandað seg uppí kjakið, um vit skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki, hava víst á, at tað er ikki bara sum at siga tað at fáa fólk við aðrari mentan og átrúna henda vegin.
- Mínar royndir eru, at flóttafólk og innflytarar eru rættiliga ymisk. Tey eru trupul at seta í bás. Tey eru ikki so nógv individualistar sum vit. Tað er meiri heildin, familjan, tað snýr seg um. At vera muslimur er eitt vítt hugtak. Nøkur eru muslimar av tradisjón meir enn av trúgv, sum eitt nú kurdarnir. Kosovo-albanar eru øðrvísi enn til dømis irakarar ella palistinensarar. Vit liggja tættari Kosovo enn Irak, bæði landafrøðiliga og mentunarliga. Tey eru ikki so fremmand fyri okkum og tí lættari at integrera. Muslimarnir, eg havi arbeitt ímillum, hava virðing fyri, at onnur hava aðra trúgv enn tey, og royndu ikki eina ferð at kroysta nakað yvir okkum. Og tað kunnu vit ikki siga um okkum sjálv, sigur Ann E. Joensen at enda.