Petur Knudsen er aftur á landsliðnum

Liðformaðurin Hallur Hansson er aftur í landsliðshópinum, meðan Poul Kallsberg og Noah Mnenéy hesa ferð ikki hava fingið landsliðsboð

Styrkin á landsliðnum er teir, sum hava verið á landsliðnum, og sum ikki eru tað hesa ferð.

 

Tað sigur landsliðsvenjarin, nú hann hevur úttikð teir 23, sum fara at umboða Føroyar á heimavølli ímóti Montenegro og Kekkia.

 

Teir tríggir, sum hugsaå verður um, eru miðvallararnir Noah Mnenéy og Poul Kallsberg og álopsspælarin Patrik Johannesen.

 

-Tað var torført val, men soleiðis var tað hesa ferð. At teir eiga framtíð á landsliðnum, ivist eg ikki í, sigur Eyðun Klakstein.

 

Hugaliga valið hjá landsliðsvenjaranum er, at Petur Knudsen er tøkur aftur og er úttikin sum ein av álopsspælarunum, og liðformaðurin Hallur Hansson er tøkur aftur.

 

Dystirnir ímóti Montenegro og Kekkia vera á Tórsvølli 9. og 12. oktober.

 

 

 

Málverjar:

Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Bjarti V. Mørk, HB

 

Verjuspælarar:

Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

Samuel Chukwudi, SJK (Finnland)

Odmar Færø (KÍ)

Viljormur Davidsen (HB)

Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)

Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ)

Jann Julin Benjaminsen, NSÍ

 

Miðvallarar:

Brandur H. Olsen, NSÍ

Hallur Hansson, KÍ

Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)

Jákup B. Andreasen, KÍ

Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)

Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)

Árni Frederiksberg, KÍ

Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK

 

Álopsspælarar

Páll Andrasson Klettskarð, KÍ

Meinhard Egilson Olsen, Kolding IF (Danmark)

Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)

Petur Knudsen, NSÍ