Kristian Magnussen, løgtingsmaður Álitið er ov tunt

Javnaðarflokkurin stríðist fyri at menna eina samfelagsskipan, har hvør einstakur borgari og bólkur av folki hava góð livikor og eiga rættin til eitt virki og mennandi lív.

Vælferðarsamfelagið, ið eigur at byggja á prinsippini um javnstøðu, tryggleika og solidaritet, vilja vit varðveita og menna.

Hetta merkir, at vit framhaldandi vilja arbeiða fyri at virðini í samfelagnum verða bítt javnari, so øll hava somu rættindi og skyldur. Munur skal ikki gerast á fólki, orsakað av sosialari bakgrund, bústaði ella kyni.

Javnaðarrørðslan, ið má sigast at hava verðið drívmegin í menningini av valferðarsamfelagnum, helt upprunaliga at vælferðarsamfelagið fór at skúgva fátækradømi og mismun burtur, og sostatt at geva øllum eitt trygt grundarlag at byggja tilveruna á.

Ymisku vælferðarskipaninar skuldu tryggja okkum úr vøggu og í grøv. Sjálvt um tey flestu í dag halda, at hesar skipanir eru ein sjávsagdur rættur, má eg tó minna á, at valferðarsamfelagið søguliga er ein parantes, ið mentist frá 50?unum til einaferð í 80?unum.

Tá byrjaðu borgarligir og liberalistiskir vindar at blæsa her og rundan um okkum, og ágangurin á valferðarhugsjónina var og er enn stórur. Ført verður fram, at vælferðarsamfelagið er í kreppu, at samfelagið ikki hevur ráð at veita ymsu valferðartænasturnar, og at í staðin skulu meira liberalistiskar skipanir mennast, har fólk verða stuðlað í at sæta sær sjálvum. Kjakið í Føroyum í dag um framtíðar pensiónsskipanir er gott dømi um hesa individualisering. Nevnast kann annað dømi. Nevniliga at ávísur samgonguflokkur marknaðarførðir seg við, at fólk í staðin fyri at gera nýtslu av t. d almennum vøggustovum, barnagørðum, skúlum og røktarheimum, skulu hava pening útgoldnan fyri sjálvi at loysa sínar trupulleikar, so ella so. Privatisering av almennum tænastum liggur t.d. eisini í kortunum hjá verandi samgongu.

Tá ein hevur lisið álitið um álmannapolitik, kann ein staðfesta, at ongin hugsjónarlig heild er í tilráðingini til framtíðar lógávu á almannaøkinum, og snúgva tilráðingarnar í álitinum tí seg bert um visiónsleysar lappaloysnir.

Javnaðarflokkurin viðurkennir, at ábøtur eru neyðugar her og nú, og hevur eisini ferð aftaná ferð í kjaki og við lógaruppskotum víst á loysnir á grundleggjandi trupulleikum og á tørvin hjá ymsum samfelagsbólkum. Men Javnaðarflokkurin heldur, at álitið er sera mangulfult, tá tað ikki vísir á grundleggjandi skeivleikar í samfelagnum. Á skeivleikar, ið viðføra og skapa grundleggjandi mistrivnað og marginalisering av fleiri og fleiri borgarum.

Tá eg var liðugur at lesa álitið, var eg rættuliga ørkymlaður. Neyvan hevur nøkur samgonga áður lova so stórar meirjáttanir innan almannaøkið, sum hendan samgongan hevur boða frá í hesum álitið. Bæði tá tað snýr seg um forsorgar- og barnaforsorgarøkið, umframt eldraøkið, og eisini tá talan er um viðurskifti hjá menningartarnaðum, rørslutarnaðum og sinnisjúkum.

Álitið er tó ein staðfesting av, at samgongan ásannar, at vit hava ein stóran ónøktaðan tørv innan almannaøkið, bæði tá talan er um menniskjaligt og fíggjarligt tilfeingi. Hesi tilfeingi skulu útvegast bæði her og nú og eisini tá hugsað verður frameftir.

Tað tykist ikki sum ávaringarlúðrarnir í samgonguni fara at ýla, nú vit í hesum skjalið kunnu staðfesta, at fíggjarligu og sosialu trupulleikarnir og mistrivnaðurin hjá nógvum føroyingum tykjast at vaksa og gerast alt meira umfatandi. Sostatt kunnu vit staðfesta, at tilfeingistørvurin er og verður stórur, um vit frameftir halda fram á somu kós, við bert at menna nýggjar útgjaldsskipanir og menna nýggjar tænastur. Nær er tíðin komin hjá samgonguni at lyfta orðaskiftið um føroyskan almannapolitikk á eitt hægri støði?

Tað tykist ikki at vera nakað orðaskifti í samgonguni, og heldur ongin hugsan um, hvørja ávirkan samfelagsliga menningin hevur á møguleikarnar hjá øllum borgarum at hava best møguligar umstøður fyri einum virknum lívi við góðum lívsumstøðum.

Samgongan tykist ikki at gera sær far um, at t..d arbeiðsloysi er eitt av størstu vandamálunum í samfelagi okkara, og at hesin trupulleikin eigur í fyrstu atløgu at verða loystur á arbeiðsmarknaðinum, og ikki við pseudoloysnum innan forsorgarlógina, soleiðis sum skotið verður upp í álitinum.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at trupuleikin verður tikin upp við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og ikki minst við lønmóttakarafeløgini, ið eiga at vísa ein størri solidaritet fyri teimum arbeiðsleysu. Hetta merkir, at stríðast má fyri at tað arbeiði, sum er, verður deilt soleiðis, at rúm verður fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum. Aðalmálið má vera eitt samfelag fyri øll.

Føroyska samfelagið broytist við størri og størri ferð, við teimum fyrimunum og vansum hetta hevur við sær. Hóast framleiðslan økist og gerst effektivari, kemur at verða brúk fyri færri fólkum í framleiðsluvinnuni, um ikki nýggj vinna tekur seg upp. Ein vinna, ið kann útvega óavmarkað arbeiði til øll. Í dag kunnu vit staðfesta, at meðan summi eru arbeiðsleys og verða fasthildin í arbeiðsloysi, so skulu tey, sum eru í arbeiði, arbeiða skjótari og skjótari, við stórum vanda fyri óarbeiðsføri sum fylgju. Við øðrum orðum hava vit í dag eina støðu á arbeiðsmarknaðinum, sum bæði invaliderar tey arbeiðsleysu og tey, ið eru í arbeiði. Í staðin fyri at vit politiskt seta krøv til arbeiðsmarknaðin um at borgarin skal hava heilsugóðar umstøður at arbeiða undir, og at arbeiðið skal deilast millum øll arbeiðsfør, so góðtaka vit leiklutin sum ruskílat hjá arbeiðsmarknaðinum, og royna eftir førimuni at lappa uppá tey, ið eru dottin av í svinginum, fyri síðan at billa bæði okkum sjálvum og borgaranum inn, at pláss verður fyri teimum øllum aftur, tá likamligu og eisini sálarligu sárini eru lappaði aftur.

Ógvusligu samfelagsbroytingarnar gera nógv fólk sárbar og í ørkymlaði um sín egna leiklut í samfelagnum. Alsamt fleiri hava trupult við at síggja seg sum part av eini størri heild, og tí eru hesi í vanda fyri at gerast marginaliseraði í mum til heildina

Henda marginalisering viðførir sum oftast fátækradømi, ikki bert materielt fátækradømi, men eisini sosialt, mentunarligt og politiskt fátakradømi.

Í álitinum verður staðfest, at fleiri umsorganartænastur ikki verða røktar sum tað sømir seg. Sum dømi kunnu vit nevna heimarøktina, ið hevur ein nógv størri tørv enn játtan er til í dag, umframt at røktin hevur eina hart tiltrongda døgnrøktartænasta fyri neyðini, um røktin kann sigast at verða mannsømilig.

Tað er politisk kynisma, og eigur tí ikki at verða góðtikið, at fleiri samfelagsuppgávur ikki verða røktar til fullnar, ella als ikki røktar, samstundis sum fólk eru arbeiðsleys, og at onnur við partvís arbeiðsførleika eru óvirkin. Í staðin fyri at syrgja fyri veruligum arbeiði, verður valt at seta fólk at viðgera tey arbeiðsleysu og geva teimum eina veiting, sum endurgjald fyri, at tey eru arbeiðsleys.

Nú sigur samgongan í álitinum, at nú skal skipast fyri pseudoloysnum við at aktivera tey arbeiðsleysu fyri at geva teimum veruliga barlast og sjálvsálit til at fara út aftur á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at hesi ikki steðga upp og verða verandi viðskiftafólk á Almannastovuni.

Um vit síggja burtur frá kynismuni, og gera okkum eitt lítið roknistykki, so kann ein arbeiðsleysur í dag, bæði frá ALS og eftir forsorgarlógini fáa eina veiting, sum svarar til 70 % av eini arbeiðsmannaløn. Bruttokostnaðurin av eini veruligari løn er sostatt 30%, hvarav meir enn helvtin kemur aftur beinleiðis í landskassan í skatti og av økta peningaumfarinum í samfelagnum. Fyri hesi 10 - 15%, ið nú eru á muni, kundu vit t.d. veitt eina nógv betri heimarøkt, sum gav teimum gomlu tryggari karmar og møguleikar at vera heima sum longst, sum gjørdi uppihald á sjúkrahúsum hjá nógvum gomlum styttri og dagligdagin innihaldsríkari við betri almenheilsu sum fylgju. Tey avvarandi høvdu eisini fingið eitt betri lív, tá tey vistu, at teirra gomlu vóru í góðum hondum.

Tann arbeiðsleysi, sum í dag livir eitt óvirkið lív, við kensluni av, at brúk er ikki fyri honum, hevði trivist nógv betur og hevði verið ein partur av felagsskapinum. Drúgvar kanningar aðrastaðni hava fyri mongum áðrum síðan staðfest, at arbeiðsleys eru í nógv størri vanda fyri at gerast sjúk, við avlamni og deyða sum fylgju, enn onnur í samfelagnum.

So sjálvt politikarar og flokkar, ið bert meta samfelagið sum ein spurning um debet og kredit, áttu kanska at umhugsað, at saðla um og tikið neyðug fyrilit fyri tørvinum hjá tí einstaka, og harvið eisini samfelagnum, og kanska kundu hesir í síðsta enda eisini møguliga staðfest, at hetta gevur betur debet og kredit.

Javnaðarflokkurin ætlar sær undir øllum umstøðum at verða á varhaldi og politiskt taka støðuna viðv. samfelagsmenningini í fullum álvara. Gera vit ikki tað, fáa vit í størri mun enn í dag, eina samfelagsskipan, har summi eru innanfyri og onnur uttanfyri, har summi eiga og onnur onki eiga, og tá er samfelagið í álvarsligum vanda fyri at syndrast.

Nú havið eg nýtt stóran part av talutíðini at viðgera støðuna hjá arbeiðsleysum, men tað sama er galdandi fyri onnur, sjávt um hesi eru parkerað í almannaskipanini við øðrum spjaldri enn arbeiðsloysi. Tey arbeiðsleysu eru ein stórur partur av borgarunum og vilja eisini verða tað framyvir, um vit ikki politiskt syrgja fyri, at arbeiðsmarknaðurin, bæði tann privati og tann almenni, átekur sær sína ábyrgd.

Sambært álitið skal verandi barnaforsorgarlóg takast av og leggjast saman við forsorgarlógini í eina trivnaðarlóg, og sambært álitinum, skal henda nýggja lóg leggjast fyri løgtingið í heyst. Hetta haldi eg verða markleysur frekleiki at bjóða bæði okkum politikarum og øllum teimum áhugabólkum, bæði teimum í umboða brúkarar og fagfólki í óiva sita inni kvalifiseraðum uppskotum til broytingar í eini nýggjari lóg. Er tað veruliga so, at Almanna- og heilsustýrið heldur seg klára at hugsa allar trupulleikar ígjøgnum, uttan at spyrja onnur til ráðs. Álitið ber ikki boð um hetta.

Eg kann vísa á einn sera viðkomandi trupulleika, ið ikki verður viðgjørdur innan barnaforsorgarpartin av álitinum, og tað er rættarstøðan hjá foreldrum, ið ofta stendur í andsøgn mótvegis tørvinum hjá barninum. Eg trúgvi, at øll, ið hava arbeitt innan barnaforsorgarøkið vita, at vit missa fleiri børn, tí at vit her í landinum prioritera rættindini hjá foreldrunum hægri enn tørvin hjá barninum. Hevur Almanna- og heilsustýrið umhusað at gera nakrar broytingar á hesum øki, ella er hetta ikki neyðugt at taka við í arbeiðinum við nýggjari lóg?

Nógvir av trupulleikunum, ið verða lýstir í barnaforsorgarpartin av álitinum, snúgva seg um øll tey tiltøk, ið verða framd í dag, hvørjar nýggjar ætlaninir eru at seta í verk fyri, at betra um menningarmøguleikarnar hjá børnum og trivnaðin hjá familium.

Aftur her sakni eg eina analysu av korunum hjá barnafamilium í Føroyum, um hvørjar umstøður foreldur hava at uppæla síni børn.

Er ikki hugsandi, at vit fyri sama kostnað, sum vit nýta í dag innan barnaforsorgarøki, kundu gjørt skipanir á arbeiðsmarknaðinum, ið góvu foreldrum betur umstøður at vera um og saman við sínum børnum í uppvøkstrinum?

Tíð var ikki at koma inn á evni, so sum alternativari íbúðarbygging og t.d., at fólk við skerdum møguleikum skulu stuðlast til eitt virkið lív, í meir ella minni vardum umhvørvi og størvum.


Kristian Magnussen,

løgtingsmaður