Tað er FM hýrur í Víkinga leguni. Víkingur hevur í dag vunnið grannauppgerðina í Fløtugerði í Fuglafirði so sannførandi sum 5-1. Undan hesum umfarinum vóru fýra stig frá toppliðnum og aftur til KÍ á n [...] vinna fulla úrtøku við Stórá í Trongisvági, har úrslitið var málleysur javnleikur. Harvið eru tað seks stig frá KÍ og fram til Víking, sum hevur væl betri málmun enn KÍ. B36 vann í dag 3-2 á Skála. Harvið eru [...] frá Víkingi og aftur til B36, sum er einasta liðið, ið á pappírinum hevur møguleika at hótta Víking, sum í veruleikanum mest sum hevur tryggjað sær FM heitið. NSÍ vann í dag 3-2 í Sørvági. Úrslitið ber við
Meistararnir í B36 megnaðu ikki avrikið, sum teir megnaðu í fjør, og sum teir hava víst í tveimum teimum fyrstu umførunum í ár. Úrslitið í Gundadali var 1-1 ímóti ÍF, sum vísti stórt sjálvsálit og als [...] trý stig í Sarpugerði, har B68 vitjaði. Úrslitið ber við sær, at Víkingur er einsamalt oddalið, og at B68 framvegis eigur fyrsta stigið til góða, og toftamenn hava heldur ikki skorað nakað mál! Í Klaksvík [...] farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er Heini í Skorini komin inn á miðvøllin, meðan Bárður Olsen er farin á vongverjan í høgru. B36 er leikliga betri við nú, men heimaliðið hevur ilt við at spæla
tøkir. Í gjár boðaði felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Nenad Stankovic, sum er gamal kenningur í føroyskum fótbólti. Eitt nú hevur hann umboðað B68. Í 8. umfari vann TB 3-1 á B68 við Stórá [...] eru tvey lið í aldudalinum, sum í kvøld bresta saman í Sarpugerði. Í 8. umfari vann B36 3-0 heimasigur á Víkingi. Inntil tá hevði tað gingið sum eftir ánni hjá Víkingi, sum ikki hevði tapt í sjey teimum [...] viku síðani var talan um gott avrik, tá ið tað í Gundadali eydnaðist at greiða 1-1 ímóti meistarunum í B36. B68 hagtølini á heimavølli eru einki at reypa av. Í seks royndum hevur tað bara eydnast at vinna
okkum at skora í hvussu so er trý. Vit skoraðu fýra, og tað kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. B36 leyp á frá fyrsta bríksli, men tað var Víkingur, sum í fyrra hálvleiki [...] hol á í trettanda minutti. Skjótt álop, eftir at B36 hevði havt innkast frammarlaga í høgru. Jákup Johansen og Lukasz Cieslewicz vóru arkitektar, og Sølvi Vatnhamar skoraði, tá ið hann spurtaði fram í høgru [...] kiksaði í roynd at beina bóltin burtur. ##ms## B36 javnaði til 1-1 í 23. minutti. Atli Gregersen steðgaði framúr arbeiðssama Sebastian Pingel óregluliga 23 metrar úr málinum og eitt vet til høgru hjá B36.
AB og B68. Frá dystarbyrjan hekk samanspælið betri saman hjá toftamonnum, meðan AB spældi seg til einstakar møguleikar og í tí eina førinum rakti Karstin Højgaard í stólpan aftanfyri nýggja B68 málverjan [...] vandi Hákun Edmundsson fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum saman við liðfeløgunum í barndómsfelagnum. Í dag setti hann hol á fyri B68. Talan var um undarliga støðu. B68 átti óbeinleiðis fríspark fimm metrar [...] Hansen. Bárður J. Hansen var við í uppspælinum, tá ið Philip Djordjevic eftir lítlari løtu skoraði til 2-1 og 3-1. Í fyrra førinum var tað eftir horna í høgru og klumpspæl, og í seinna førinum var tað við fínum
á skránni í kvøld, tá ið toppuppgerðin verður í Gundadali, har B36 fær vitjan av Víkingi, sum tvær ferðir fyrr í ár er farin úr høvuðsstaðnum við fullari úrøku. Eingin landskappingardystur í bestu deildini [...] deildini verður sunnudagin. Í staðin verður spælt í kvøld. Tað kemst av, at landsdystir eru á skránni í næstu viku. Toppdysturin hesa ferð verður í Gundadali, har oddaliðið, B36, fær vitjan av Víkingi, sum [...] úrtøkan hevur verið stór í Gundadali. B36 er framvegis ósigrað. Oddaliðið hevur vunnið seks ferðir, og tríggjar ferðir hevur verið javnt. Flaggdagin megnaði ÍF 1-1 í Gundadali ímóti B36, og harvið prógvaðu
Víkingur vann 2-0 á B68 í Sarpugerði í Gøtu í dag. Talan var um fyrsta dystin í 20. leikumfari, sum hevur við sær, at Víkingur fyribils hevur lagt seg á annað plássið í deildini. Talan var um ein rímiliga [...] til at fara við øllum í dag. 86. min: Einki hevur riggaði hjá B68 í seinna hálvleiki, men síðani Øssur Hansen kom á vøllin hevur tað riggað betri hjá toftamonnum. Eitt mál liggur í luftini, men trupult [...] Jacobsen Haraldur Højgaard. Gongdin í dagsins dysti var annars henda: Víkingur - B68 2-0 (0-0) 94. Liðugt! Víkingur hevur vunnið uppiborið 2-0! Teir vóru betri dystin á tamb. Í fyrra hálvleiki vóru liðini meiri
ígjøgnum sera avgjørdu B68 verjuna. Higartil hevur tað bara verið í deyðbóltsstøðum, at KÍ hevur verið vandamikið. B68 hevur betri tak á fótbóltsspælinum, enn í flestu førum fyrr í ár, og í onkrum føri hevur [...] ímóti B68, sum higartil hevur verið í botninum, megnaðu klaksvíkingar einki. Eftir fimm minuttir í 1. hálvleiki var 2-0, og eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki var 4-0! Tað endaði 5-3, og harvið er B68 á áttanda [...] áðrenn hann setti bóltin í málið. 3) 1-0: Andrias á Líknagøtu B68 hevur lagt øgiliga bragdliga fyri. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg smekkaði Andrias á Líknagøtu bóltin í málið. B68-KÍ kl. 15.00 Dómari:
varð feldur í B68 brotsteiginum! Lutakastið um hvussu spælast skal í hálvfinaluni verður í Degi og viku í annaðkvøld. Tey fýra liðini í hálvfinaluni eru FC Suðuroy, HB, EB/Streymur og Víkingur! Í hálvfinaluni [...] liðið í hálvfinaluni í kappingin um Løgmanssteypið. Tað er greitt, eftir at Víkingur í kvøld hevur vunnið 2-1 á Svangaskarði ímóti B68. Eftir 90 minuttir var støðan framvegis málleys javnleikur. B68 miðvallarin [...] Remi Langgaard varð útvístur í 2. hálvleiki, og tí fór B68 undirmannað undir longdu leiktíðina. Øll trý málini í longdi leiktíðini vórðu skorað av verjuspælarum: B68 vongverjin í høgru, Niklas F. Joensen,
Saknurin í Finni Justinussen hevur verið eyðsýndur á liðnum hjá Víkingi í ár, men í dystinum móti B68 sást, at Jógvan Martin Olsen hevur fleiri møguligar loysir í hópinum, sum hann kann brúka. Filip [...] megnaðu at halda tætt. B68 vil hava brotsspark Mest umtalaða støðan í fyrra hálvleiki mundi verða, tá ein toftamaður fór um koll í brotsteiginum hjá Víkingi. Eftir innkast úr høgru tekur B68 leikari ímóti bóltinum [...] flestu málmøguleikarnar. Longu tíðliga í dystinum mátti Hans Jørgensen bjarga væl úr spískum og eftirfylgjandi skjeyt Hanus Jacobsen, men ein B68 verjuleikari tveitti seg í leysa luft og fekk bjargað á sjálvari