Tað hava verið fýra, sum hava kappast um at sleppa undan at vera í ferðalagi við Skála niður í næstbestu deildina. Tað kann gott vera, at tað framvegis eru fýra, sum í teoriini eru í vanda fyri at enda á niðurflytingarplássi.
Men í kvøld hevur 07 Vestur við rimmarsigri á útivølli ímóti EB/Streymi styrkt um sína støðu. Eftir málleysan javnleik í fyrra hálvleiki svingaði 07 Vestur seg av álvara eftir steðgin. 07 Vestur var leikliga omaná, og 07 Vestur skoraði trý mál í eitt lítið korter, og tí rimmar hálinum hjá vágamonnum megnaði heimaliðið ikki at svara aftur. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur undan tveimum teimum síðstu umførunum er á sætta plássi.
Miðverjin Daniel Obbekjær stútaði við handara stólpa til 1-0, eftir at Ronni Møller-Iversen legði innfyri við horna úr høgru. Jasper Van Der Heyden økti til 2-0 eftir, at Kristian Joensen hevði hálvbjargað, tá ið Mads Borchers, sum var støðug hóttan, royndi seg við frísparki úr 22 metrum. Bólturin fór framvið manngarðinum, og Kristian Joensen boksaði bóltin væl út um brotsteigin. Har stóð Jasper Van Der Heyden, sum úr vinstru smekkaði bóltin í handara síðunetið. Hetta var eitt sera vakurt mál.
Og so var talan um kiks í verjuni í høgru eftir innkast. Janus Svabo Samuelsen varð púra leysur, tá ið hann slapp inn um málverjan og trillaði bóltin í málið.
Tað er fagnaður millum teir í 07 Vestur, sum nú saman við AB hava 27 stig. Tað eru trý stig aftur til B68, og tað eru seks stig aftur til NSÍ, sum er næstaftast.
-Enn hava vit ikki tryggjað okkum plássið í deildini, men hetta hjálpir heilt nógv. Um vit vinna eitt stig sunnudagin ímóti Skála, so verður tað greitt, at vit eisini næsta ár fara at spæla í bestu deildini. Men tað var tættari, enn úrslitið bendir á. Í fyrra hálvleiki vórðu tvey mál hjá teimum kolldømd fyri rangstøðu. Um teir høvdu skorað fyrst, so hevði tað lagað seg øðrvísi, tí teir í EB/Streymi duga væl at verja leiðslu. Men nú tørnaði tað soleiðis út, sum tað gjørdi, og vit eru ovurfegnir. Í fyrra hálvleiki var Ari í Haraldstovu Petersen brandur í málinum, og tá ið vit høvdu økt um leiðsluna, øktist sjálvsálitið, spælararnir tordu at halda upp á bóltin, og tað bar til at skifta ungar spælarar inn. Vit eru fegnir, sigur 07 Vestur hjálparvenjarin Tór-Ingar Akselsen.
Tapið ber við sær, at møguleikin hjá EB/Streymi at vinna europeiska luttøku er mest sum horvin. Tað eru trý stig fram til B36, sum eigur betri málúrtøku enn EB/Streymur.
-Hetta var ikki tað, sum vit høvdu ætlað. Tá ið teir løgdu seg á odda, so vóru vit noyddir at spenna álopsbogan, og tað bar við sær, at teir fingu møguleikar og tóku av. Vit eru allir øgiliga vónbrotnir, tí nú er møguleikin at vinna europeisku atgongumerkini sera lítil. Vit høvdu møguleikar í fyrra hálvleiki, men tá tóku vit tíverri ikki av. Høvdu vit tá skorað tey bæði málini, sum vóru kolldømd fyri rangstøðu, so hevði tað sjálvandi tørnað øðrvísi út, men teirra skjótu framrættaðu spælarar vóru óførir, og inntil teir skoraðu, var tað púra opið. Okkara góvu alt, men í dag vóru marginalirnir ikki við okkum. Okkara menn eru ikki nøgdir við, at málið varð kolldømt, sum Bogi Reinert-Petersen skoraði í fyrra hálvleiki, og so var tað frustratión, tá ið sami spælari í síðsta sekundi sá beinleiðis reytt kort, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá EB/Streymi.
Sunnudagin eigur 07 Vestur Skála á útivølli, og EB/Streymur fær sunnudagin vitjan av KÍ. Í síðsta umfari eigur 07 Vestur AB á heimavølli, meðan EB/Streymur í síðsta umfari fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
-
EB/Streymur – 07 Vestur 0-3 (0-0)
0-1: Daniel Obbekjær 59.
0-2: Jasper Van Der Heyden 65.
0-3: Janus Svabo Samuelsen 73.
Dómari: Bjarki Danielsen
EB/Streymur: Kristian Joensen – Tóki H. Johannesen (Elias El Moustage, 56.), Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Mattias Weihe Joensen (Hans Pauli á Bø, 66.) – Dánjal Godtfred, Bogi Reinert-Petersen– Jóhann Hansson Joensen, Rógvi Egilstoft, Filip Djordjevic, – Gutti Dahl-Olsen
Gult kort: Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen
Reytt kort: Bogi Reinert-Petersen (beinleiðis) 93.+
Venjari: Jákup Martin Joensen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Dánjal Pauli Lervig (Eiler Fróðason, 87.), Rasmus Knudsen – Høgni Egilstoft Nielsen, Sølvi Egilsson – Janus Svabo Samuelsen, Ronni Møller-Iversen(Jóannis á Steig, 75.), Jasper Van Der Heyden (Julian Mouritsen, 87.) – Mads Borchers (Hjalmar Gudmundsen, 87.)
Gult kort: Mathias Voss, Julian Mouritsen, Jóannis á Steig
Venjari: Michael Schjønberg
-
KÍ | 25 | 22 | 2 | 0 | 64 | 7 | 71 |
Víkingur | 25 | 17 | 3 | 5 | 65 | 24 | 54 |
HB | 25 | 15 | 4 | 6 | 50 | 26 | 49 |
B36 | 25 | 11 | 5 | 9 | 48 | 25 | 38 |
EB/Streymur | 25 | 10 | 5 | 10 | 31 | 44 | 35 |
07 Vestur | 25 | 7 | 6 | 12 | 30 | 57 | 27 |
AB | 25 | 8 | 3 | 14 | 32 | 62 | 27 |
B68 | 25 | 7 | 3 | 15 | 33 | 48 | 24 |
NSÍ | 25 | 6 | 3 | 16 | 28 | 53 | 21 |
Skála | 25 | 1 | 6 | 18 | 22 | 57 | 9 |
-
26. umfar
Sunnudagin 16. oktober
NSÍ – B68
Skála – 07 Vestur
EB/Streymur – KÍ
B36 – HB
AB – Víkingur