Fótbóltur
Orðini vóru stór, tá vágamenn eftir seinasta dystin í fjør ásannaðu, at teirra kós nú gekk beint niður í aðru deild. Uttan stórvegis himpr varð sagt, at hetta ikki var nakað endaligt farvæl, men at felagið tvørtur ímóti satsaði heilt nógv upp á eina skjóta afturvendan til ovastu røðina.
Nógv á skránni
At døma eftir aktivitetinum í Vágoynni í vetur, so er heldur ikki nakað, sum bendir á, at felagið á nakran sum helst hátt hevur mist mótið.
Heldur ber til at venda støðuni á høvdinum og siga, at niðurflytingin hevur veirð beinleiðis sunn fyri felagið. Heldur enn at stríðast fyri tilveruni í bestu deildini, og heldur enn alla tíðina at hugsa um stuttskygdar lappaloysnir, eru eyguni nú vend fram í tíðina við teirri optimismum, sum har til hoyrir.
Gaman í hevur felagið mist kanska evnaríkasta leikaran við tað, at Tór-Ingar Akselsen hevur valt at fara til HB í ár, men so tykist eisini vera liðugt við frágongdini.
Brasiliumaður og Prior
Felagið hevur longu gjørt avtalu við sterka málverjan, Arturas Ramoska, um, at hann skal halda fram í felagnum, og hóast hvørki Vlad Osipov ella Ruslan Screlea hava fingið longdan sáttmála, so tykist tað vera vist, at eisini teir verða í Vágoynni komandi kappingarár.
Harafturat hevur felagið longu fingið tilgongd av Jens Erik Rasmussen, sum verður leikandi hjálparvenjari, og hesin er ikki einsamallur, nú hann kemur heim úr íslendska Leiftur.
Tá Páll Guðlaugsson í sínari tíð fekk fatur á nøkrum brasiliumonnum til B68, varð hetta gjørt í sambandi við, at fyrrverandi landsliðsvenjari okkara var í Brasilia, har hann skuldi leita eftir leikarum til Leiftur.
Ein av hesum, Alexandre da Silva Braga, hevur nú í tvey ár verið liðfelagi við Jens Erik, og hóast tað enn ikki er endaliga avgreitt, so skilst á øllum brøgdum, at vágamenn rokna við, at hesin kemur til landið í februar mánaði. Samband hevur eisini verið við ein annan brasilskan leikara, men sum skilst er tað í løtuni sera ivasamt, um hesin styrkurin verður av nøkrum.
Har afturat hevur felagið fingið tilgongd av einum gomlum kenningi, við tað at Bjarni Prior hevur valt at skifta FM-tilveruna í B36 út við eina tilveru hjá barndómsfelagnum, tó at hetta er í aðru deild.
Spurdur um orsøkirnar til hetta, sigur Bjarni, skemtandi, at nú hevur hann jú roynt at verið føroyameistari, so nú hevur hann nátt tað, sum hann setti sær fyri, tá hann í 1998 skifti til B36.
Heldur meira álvarsamur leggur hann afturat.
- Tað tykist fyri mær, sum um tað nú er betri skil á fótbóltsviðurskiftunum í Vágunum, enn tað hevur verið. Tað líkist jú ongum, at oyggin ikki hveur staðið seg í fyrstu deild, men sum tað nú sær út, so tykist tað heilt spennandi. Ikki minst við atliti til, at undirsjóvartunnilin verður veruleiki til 2003, og tá er neyðugt, at felagið hevur lið í bestu deildini, heldur hann, og leggur afturat, at tað er í sátt og semju, at hann nú fer úr B36.
- Sjálvandi havi eg kanska sitið í meira lagi á beinkinum í B36, og rokni eg við, at spælitíðin verður meira í Vágunum, men hinvegin skerst ikki burtur, at eg havi verið ótrúliga fegin um tíðina, sum eg havi verið í B36.
- Her havi eg fingið mínar higartil størstu fótbóltsupplivingar, og ikki minst komið eg at sakna leikararnar og áskoðararnar, sum hava verið ein partur av hesum. Her havi eg eisini sæð, hvussu nógv eitt gott samanhald á liðnum hevur at siga, og fái eg ført nakað av hesum víðari til FS Vágar, so er nógv vunnið sigur Bjarni at enda.
Endurkomur & útisetar
Av omanfyristandandi framgongur helst, at liðið hevur í øllum førum somu styrki í ár, sum teir høvdu í fjør, men vágamenn hava enn fleiri trumfar í hondini.
Tað ljóðar, at Ari Thomassen, sum í fjør ikki segði seg hava stundir til fótbóltin, aftur hevur funnið skógvarnar fram, og harafturat er John Johansen, sum í fjør misti alt árið við brotnum beini, aftur tøkur, so meira enn nakað annað tykist liðið vera styrkt.
Og at enda, so skal ikki gloymast, at við einum lidnum undirsjóvartunnli í 2003 verður tað munandi lættari hjá felagnum at halda leikarar í felagnum. Eisini um hesir fara til eitt nú Havnar at útbúgva seg.
Tað er jú eingin loyna, at Vágoyggin í fleiri ár hevur átt nakrar av frægastu leikarunum í landinum, men tíverri fyri vágamenn, so hava hesir traðkað skógvarnar í øðrum feløgum.
Eitt nú eru teir tríggir, Eyðfinn Fjalsbak, Jóhannis Joensen og Tór-Ingar Akselsen, nú allir í HB, meðan Birgir Jørgensen skjýtur síni mongu mál fyri VB. Tað er sjálvandi ikki vist, at allir hesa venda »heim« aftur, men við einum sterkum vágaliði og føstum sambandi um vestmannasund er als ikki óhugsandi, at frá 2003 at rokna verður Vágoyggin í nógv størri mun ein faktor, sum roknast skal við í føroyskum fótbóltshøpi.