Viljin hevur so sera nógv at siga. Ikki minst tá tað snýr seg um fótbólt. Tað er aftur og aftur undirstrikað, og á Vágs eiði sunnudagin var hetta enn eina ferð sjón fyri søgn.
FM møguleikin stóð upp á spæl bæði hjá heimaliðnum og gestunum av Toftum, sum høvdu fitt av áskoðarum suður við. Toftamenn vildu vinna og harvið varðveita FM møguleikan, men teir taptu, og tað var fyrst og fremst vinnaraviljin hjá vágbingum, sum var munurin.
B68 hevur vunnið FM tríggjar ferðir. Viljin var stórur lutur í øllum meistaraskapunum. VB hevur ongantíð vunnið meistaraskapin. Men nú bendir sera nógv á, at tað fer at eydnast. Ikki minst tí at viljin er so ómetaligur.
Tað var leingi sera tætt
Vágbingar hava góð fótbóltsevnir. Útlendingarnir á liðnum gera fótbóltsevnini uppaftur betur. Ímóti B68 var hetta sjón fyri søgn. Men tað stóð nógv á, og tí var tað so sera týdningarmikið, at VB liðið smoygdi seg í stríðshamin á eitt sindur hála vøllinum (tað hevði regnað frammanundan dystinum).
Talan var um nógvar nærdystir. Bæði á jørðini og í luftini. Á B68 miðvøllinum loysti Bogi Petersen leikbannaða Fróða Benjaminsen av. Bogi stóð seg væl.
Á VB miðvøllinum var Milan Kulic, sum síðani summarsteðgin hevur staðið alt sterkari í myndini, leikbannaður. Í hansara stað spældi blaðungi Kári í Lágabø, sum frammanundan hevur verið millum lítið og einki á besta liðnum. Hann var ein sannur brandur. Setningurin hjá honum var at ansa eftir landsliðsmanninum Øssuri Hansen. Serliga í 1. hálvleiki megnaði ungi maðurin uppgávuna væl. Eftir steðgin fóru kreftirnar at ganga undan, og so varð hann skiftur út.
Intensiteturin og spenningurin var alla tíðina í hæddini. Ferðin var høg, og málmøguleikarnir vóru nógvir. Tað lá í luftini beinanvegin, at dysturin fór ikki at enda málleysur. Popczynski og Robert vóru so vandamiklir, sum teir hava verið alt árið.
Marcello Marcellino og Súni Fríði Johannesen hava skorað eina rúgvu av málum í ár. Tær síðstu ferðirnar hevur tað ikki eydnast so væl, sum tað hevur gjørt frammanundan. Í Vági høvdu teir tað trupult. Predrag Zivkovic var alla tíðina sum ein brandur á Marcello, og Jón Gærdbo hevði stutt tjóður á Súna Fríða.
Mál og møguleikar
Tað kann væl vera, at tað var avgerandi fyri B68, at teir ikki fingu mál, tá teir høvdu fyrsta upplagda málmøguleikan. Marcello var púra leysur, tá hann í málteiginum stútaði ímóti VB málinum. Bjarni Johansen bjargaði við fótparadu. Eftir dystin skiltu hvørki vágbingar ella toftamenn, at tað skuldi eydnast málverjanum at fáa fatur á bóltinum, sum tey flestu so at siga sóu í netinum.
Vágbingar vóru í eyðkenda stílinum nærgangandi. Magnus Poulsen í B68 málinum vísti fleiri ferðir síni góðu málmansevni ? ivaleyst vóru tað teir báðir bestu føroysku málverjarnir í føroysku kappingini, sum vóru á vøllinum. Men í 19. minutti noyddist Magnus Poulsen at fara í meskarnar eftir bóltinum.Robert royndi at spæla Popczynski, men møguleikkin tóktist at vera burtur, tá Arnbjørn Danielsen kom ímillum. Toftamaðurin var tó óheppin og gleið, og so takkaði spælandi venjarin fyri møguleikan.
Síðsta korterið av fyrra umfarinum tóktist tað sum um toftamenn fingu betri tak á miðvøllinum, enn teir høvdu havt. Men í síðstu løtuni undan steðginum fingu teir mønustingin. VB hevði horna, Tórður Holm legði innfyri, og so vísti Predag Zivkovic tann viljan, sum ber so ógvuliga langt. Frá brotsteigarmarkinum spenti hann í móti nærra stólpanum, har hann frammanfyri B68 verjuna rann í bóltin og við høvdinum sendi inn við nærra stólpanum.
B68 hevði leitað eftir viljanum í steðginum. Teir royndu at trýsta, og tað eydnaðist teimum at fáa mál, tá eitt lítið korter var farið. Kanska var talan um eitt tað vakrasta málið á Eiðinum í ár. Eftir honra endaði bólturin uttanfyri brotsteigin, hagani innskifti Øsur Jacobsen klokkureint smekkaði upp undir krókin.
So spenti Jóannes Jakobsen álopsbogan, og hann brast. Eitt korter restaði, tá Robert Cieslewicz við snildum langskoti økti, og so var tað, at Popczynski staðfesti sannførandi heimasigurin. Úti við hornaflaggið vann hann nærdyst við B68 málverjan, dró eitt sindur út frá og sendi ímillum stólpan og verjumannin, sum royndi at verja fyri.
Fagnaðurin í Vági var stórur, og hann varð sum ongantíð áður, tá tað í útvarpinum frættist, at B36 hevði javnað í Gundadali. Vágbingar settu kósina til hús við sannføringini um, at teirra lið evur beina kós ímóti meistaraskapinum!
VB-B68 4-1 (2-0)
1-0: Robert Popczynski 19
2-0: Predrag Zivkovic 45
2-1: Øssur Jacobsen 60
3-1: Robert Cieslewicz 75
4-1: Krzystof Popczynski 88
Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)
VB:
Bjarni Johansen ? Predag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Jón Gærdbo, Mikael í Lágabø ? Palli Augustinussen, Tórður Holm, Kári í Lágabø, Jón Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Krzysztof Popczynski
B68:
Magnus Poulsen ? Marlon Jorge, Jan Dam, Arnbjhørn Danielsen, Oleif Joensen, Jákup Djurhuus ? Bogi Petersen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino