Vágamenn vóru flúgvandi

07 Vestur tók seg við sigri í Hólmanum á Eiði fram á sjeynda pláss

Tað er vent upp og niður í botnstríðnum. Uppflytararnir í 07 Vestur og B68 vórðu leingi roknað at vera góð boð at flyta niður. Tað eru teir ikki longur.

 

Í gjár vann B68 við tveimum málum á heimavølli ímóti ÍF, og í dag hevur 07 Vestur vunnið við tveimum málum á útivølli ímóti EB/Streymi. Úrslitið í gjár var 2-0, og í dag var úrslitið 3-1.

 

Sigurin í góðveðrinum á Eiði ber við sær, at 07 Vestur er á sjeynda plássi við 17 stigum. Tað eru tvey stig aftur til EB/Streym, sum nú er tað liðið, ið ÍF skal fáa aftur, um fuglfirðingar skulu sleppa undan niðurflyting. Soleiðis sær tað út i løtuni.

 

Ætlanin hjá heimaliðnum var, at teir tríggir veteranarnir Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen skuldu fáa frið á spælið, men tað eydnaðist ikki, hóast Símun Sólheim eftir framlegging frá Bárði Olsen og eftir fína temjing setti bóltin í málið og til 1-0 heimaleiðslu.

 

07 Vestur hevði betri tak á spælinum, og tað eydnaðist undan steðginum Høgna Egilstoft Nielsen at javna. Høgni var vongverji í høgru, men hann var uttarlaga í brotsteiginum í vinstru, tá ið hann eftir sending frá Marius Hagen sendi bóltin í handara síðunetið.

 

Ein stórur tími var farin, tá ið Predrag Jeremic úr stuttari fjarstøðu legði gestirnar á odda. Eftir innlegg úr vinstru legði John Fagerström bóltin fyri føturnar á Predrag Jeremeic, sum takkaði fyri. So var 2-1 til 07 Vestur, og sum seinni hálvleikur leið, var tað neyðugt hjá heimaliðnum at spenna álopsbogan. Og so var tað, at 07 Vestur í síðsta minutti staðfesti sigurin. Teitur Olsen átti uppleggið, og John Fagerström setti bóltin í netið.

 

Vágamenn vóru so ógvuliga vónbrotnir, tá ið teir fyrr í ár í síðstu løtu mistu á stokkinum, tá ið EB/Streymur í Sørvági skoraði tvey mál og vann 3-1. Nú stórfegnaðust teir:

 

-Hetta var ógvuliga týdningarmikið fyri okkum. Vit løgdu væl fyri, men tað vóru teir, sum skoraðu. Tíbetur lótu vit okkum ikki taka um koll av tí. Í útgangsstøðu vóru vit í 4-4-2 uppstilling, men spælið hekk betur saman, tá ið vit broyttu til 4-2-3-1. Málið er at sleppa undan at flyta niður aftur, og sigurin í dag ber við sær, at vit eru trý stig frammanfyri ÍF, sum vit hitta næstu ferð, og at vit eru trý stig aftanfyri B68, sum verður á skránni, tá ið vit hava spælt ímóti ÍF, sigur 07 Vestur liðformaðurin og miðvallarin Martin Tausen við Sjúrð Hoydal í FM1.

 

Vónbrotið er stórt í heimaleguni:

 

-Hetta var ikki tað, sum vit høvdu ætlað. Nú tá ið vit hava tapt 3-1, mugu vit bara staðfesta, at teir høvdu betri hugburð, enn vit høvdu. Stigatalvan sigur, at vit eru í vanda fyri at flyta niður. Vit ahva áður verið í sama slag støðu og megna at reist okkum, og tað fara vit aftur at gera, sigur EB/Streyma miðvallarin Bárður Olsen.

 

Um eina viku skal EB/Streymur spæla á útivølli ímóti NSÍ, og 07 Vestur skal spæla á útivøll ímóti ÍF.

 

 

 

EB/Streymur – 07 Vestur 1-3 (1-1)

 

1-0: Símun Sólheim 10.

 

1-1: Høgni Egilstoft Nielsen 27.

 

1-2: Predrag Jeremic 62.

 

1-3: John Fagerström 90.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Heðin Klakstein (Jóhann Hansson Joensen, 78.), Rói H. Olsen, Árni G. Olsen, Ári Arge – Bárður Olsen, Elias El Moustage – Símun Sólheim, Ronnie Møller-Iversen, Hans Pauli Samuelsen (Gutti Dahl-Olsen, 74.) – Arnbjørn Hansen (Niklas T. Kruse, 61.)

 

Gult kort: Bárður Olsen

 

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Dann Fróðason, Kevin Michel Jablinski, Jóannis á Steig – Teitur Olsen (Ragnar Weihe, 92.), Martin Tausen, Martin Heiberg Petterson, Predrag Jeremic – John Fagerström, Marius Hagen (Sølvi Egilsson, 82.)

 

Gult kort: John Fagerström, Dann Fróðason, Martin Tausen

 

Venjari: Magnus Powell

 

17152066447
Víkingur181242371740
HB15103248933
B3618873321731
NSÍ19856332829
B68185310224618
07 Vestur185211235517
EB/Streymur174310153315
ÍF173311174312
TB1702158492

 

Mikudagin 18. august

 

HB - KÍ: Alex Troleis kl. 18.00

 

Sunnudagin 22. august

 

KÍ - TB

 

ÍF - 07 Vestur

 

Víkingur - HB

 

NSÍ - EB/Streymur

 

B36 - B68