Tað eru tvey óstøðug lið, ið hittast á Fløtugerði í kvøld, tá ÍF og 07 Vestur klokkan 18:30 fara á vøllin. Fyrst vann ÍF á Toftum, men komandi tveir dystirnar tapti liðið á heimavølli móti EB/Streymi og KÍ. Síðni fekk liðið stig í Gundadali móti B36 og vann 3-0 á HB á heimavølli. Dystin eftir taptu fuglfirðingar fyri B71. Nei, fotbóltur er ikki altíð so lættur at skilja og tað er gongdin hjá ÍF í ár heldur ikki. ÍF kann við sigri í dag leggja seg mitt í stigatalvuna omanfyri KÍ og HB.
Úr Fuglafirði frætta vit, at allir mans eru tøkir uttan Poul Ennigarð og Andy Olsen, sum hvørgin hevur verið á vøllinum í ár.
07 Vestur hevur eins og ÍF verið óstøðugt í ár. Eftir greið tap fyri B36 og HB kom 07 Vestur betri fyri seg og tapti tepurt við Margáir áðrenn stig kom til høldar móti KÍ í Sørvági og heldur óvæntað í Sarpugerði. Fyri viku síðan kom størsti kvøkkurin, tá liðið tapti heili 9-0 í Runavík, men bara tríggjar dagar seinni kom fyrsti sigurin móti B71.
07 Vestur kann koma upp á átta stig við sigri í dag og tað er sama stigatal sum ÍF og B68.
Dysturin í kvøld verður klokkan 18:30 í Fuglafirði. Rás2 fer at siga frá dystinum.