Vágbingar vilja hava heiðurskrónur

Fótbóltur: Hóast teir eru skerdir, so ætla vágbingar sær eftir øllum stigunum í Gøtu

Í gjáramorgunin var tað einki, sum bendi á, at dysturin móti VB í morgin verður tann síðsti hjá Sámal Joensen fyri GÍ. Í hvussu so er varð upplýst frá GÍ, at teir høvdu einki hoyrt frá Leiftri. Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at Leiftur og Sámal Joensen hava gjørt avtalu um, at gøtumaðurin skal koma yvir til Ólafsfirðar í komandi viku. Men í sama sambandi segði GÍ, at teir hava eina avtalu við Sámal Joensen fyri hetta kappingarárið, og tað kemur ikki upp á tal hjá teimum at lata spæliloyvið til Íslands, uttan samráðingar við Leiftur bera við sær, at Leiftur rindar endurgjald til GÍ.

GÍ hevur eina eyðmjúka støðu á stigatalvuni, enn teir hava havt nógv av níti árunum. Sasha Radosavljevic skuldi loysa álopstrupulleikarnar hjá teimum, men hann er framvegis skaddur í lærinum, og hann verður neyvan klárur í morgin.

Á plusssíðuni hjá GÍ telur, at unglingaspælarin Súni Olsen, sum leingi hevur verið skaddur, er við at koma fyri seg aftur. Hann var við á unglingaliðnum, sum mánakvøldið vann 3-0 móti FS Vágar, og hann verður helst í hópinum í morgin.


Størri álvari er í

Tað hevur verið tosað og skrivað nógv um, at VB er betri fyri í ár, enn teir hava verið undanfarin ár, og tað heldur venjarin, Krzystof Popczyski, eisini. Hann plagar at vera spælandi venjari, og hann er ein góður spælari, men hann verður ikki á vøllinum ella á beinkinum í morgin, tí móti B68 fekk hann tvey gult og harvið eitt reytt kort og er tískil leikbannaður. Somu lagnu fekk verjuspælarin Jón Gærdbo. Jón Pauli Olsen var leikbannaður móti B68, men hann er tøkur aftur í morgin.

? Málið hjá okkum er at koma í steypafinaluna, og vit ætla okkum eisini at enda millum tey trý liðini, sum fáa heiðurskrónur. Skulu vit tað, so mugu vit fáa stig og sigrar á útivølli, og tað ætla vit okkum eisini í morgin. Og eg haldi avgjørt, at vit hava nakað at hava ætlanirnar hjá okkum í. Hetta sigur VB venjarin. Hann kom til Føroya í juli í fjør, og hann heldur, at hugburðurin hjá vágbingum er nógv øðrvísi nú, enn hann var fyri einum lítlum ári síðani:

? Tá møttu fáir til venjingar, og tí var tað lítið hugaligt bæði at venja og spæla. Í ár venja vit so at siga hvønn dag. Vit hava tveir málverjar og sekstan útispælarar í hópinum. Onkur er nógv í Havnini, men annars skal tað okkurt heilt serligt vera á vási, um spælararnir ikki møta til venjingar hvørja ferð, og tað sæst sjálvandi aftur á nógvum økjum.

VB hevur ikki so sjáldan snýtt GÍ í Gøtu. Síðsta ferðin, teir gjørdu tað, var í fjør. Liðini hittust í Sarpigerði í triðja umfarinum, sum var 17. mai, og VB vann 2-0.