Vágbingar stríðst fyri bronsuni

EB/Streymur-VB 1-3 (1-1):

Hóast heimaliðið legði seg fram um í fyrra hálvleiki, vóru tað gestirnir, sum fóru við øllum, eftir at teir høvdu skorað trý mál

 

Fótbóltur


EB/Streymur fekk góða byrjan í dystinum ímóti VB, men leiðslan helt ikki, og tá avtornaði, vóru tað vágbingar, sum vunnu við tveimum málum.

EB/Streymur er sloppin úr vandanum fyri at flyta niður, og teir hava hugt meira upp enn niður á stigatalvuni seinastu umførini. Tapið móti HB seinast og VB hetta vikuskifti ger tó, at teir ikki klára at lyfta seg upp av triðaftasta plássinum, har teir hava ligið seinastu mongu umførini.

VB hevði leikliga yvirvág í dystinum á Eiði sunnudagin, men EB/Streymur var allatíðina við, og seinasta partin av dystinum royndu teir at trýsta fyri at javna VB-leiðsluna. Hetta eydnaðist ikki, og ístaðin var tað VB, sum setti punktum við at gera tað til 3-1.


Tvey mál

EB/Streymur kom á odda í fyrra hálvleiki, tá vongverjin í vinstru, Jákup Martin Joensen, var fyrri á eini langari sending enn málverjin hjá VB. Jákup Martin rundaði málverjan og fekk sneitt bóltin í málið til 1-0.

Áðrenn hálvleik javnaði VB, og tað var vandamikli Birgir Jørgensen, sum stóð fyri hesum máli. Uppspælið millum Robert Cieslewicz og Krzystof Popzynski endaði við, at spælandi venjarin hjá VB legði bólt inn fyri málið, og har var Birgir Jørgensen fyrstur á. Hann stútaði bóltin í málið, og so var 1-1.

Hetta var støðan í hálvleikinum, og tað tóktist verða rímuligt, soleiðis sum gongdin í dystinum hevði verið.


Marek staðfesti

VB legði betri fyri í seinna hálvleiki, og teir høvdu yvirvág í spælið, hóast EB/Streymur royndi at hótta við kvikum mótspæli í røttu løtunum.

Birgir Jørgensen legði VB á odda, tá hann fór sjálvur av miðjum vølli. Hann lyfti bóltin upp um tveir verjumenn, og so setti hann beina kós móti málinum. Hóast skotið ikki var sannførandi, endaði bólturin í málinum.

Hetta málið fekk EB/Streym at leggja meira fyri fram eftir vøllinum. Heimaliðið hevði dúvað meira upp á kontraspæl, men seinasta partin av dystinum royndu teir at trýsta.

VB royndi eisini at halda leiðsluna, og tí duttu teir nakað aftur á vøllin. EB/Streymur hevði fleiri royndir, men ongantíð var veruligur vandi á ferð. Andzrei Pacek og Alfred Jacobsen vóru millum teir, sum royndu seg, men einki kom burtur úr.

Tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, staðfesti VB sigurin, tá póllendingurin, Marek Vierzbicki, skoraði. Hann langaði til úr 25 metrum, og bólturin streyk í málið.

Sigurin hjá VB hevur við sær, at vágbingar, sum komandi vikuskiftið mugu lata B36 føroyameistarasteypin, hava møguleikan at vinna bronsumerkini. B68 situr í løtuni á triðfremsta plássinum, men um toftamenn snáva í seinasta dystinum, so hevur VB møguleikan at vinna bronsuna.

Men uppgávan hjá VB er stór í sær sjálvum, tí B36 fer eftir 14. sigrinum á rað í hesum kappingarárinum.



Dysturin í tølum:


EB/Streymur-VB 1-3 (1-1)

1-0: Jákup Martin Joensen

1-1: Birgir Jørgensen

1-2: Birgir Jørgensen

1-3: Marek Vierzbicki


Dómari: Eiler Rasmussen


EB/Str.: Gunnar á Steig ? Esmar Eiðisgarð, Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson, Jákup Martin Joensen ? Knút Vesturtún, Andzrei Pacek, Eyðfinn Joensen ? Sorin Anghel, Jón Sigurd Gleðisheygg


VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Kári í Lágabø, Jón Pauli Joensen ? Gisli Sveinbjørnsson, Marek Vierzbicki, Krzystof Popzynski ? Birgir Jørgensen, Robert Cieslewicz